hálvleiki. Tíggju minuttir eftir at hol varð sett á seinna umfarið, eydnaðist eisini vágbingum at javna, og bert tríggjar minuttir seinni høvdu teir lagt seg á odda. Fyrra málið kom, eftir at Birgir Jørgensen [...] bestu kortunum. Tað eydnaðist ongan tíð veruliga hjá heimaliðnum at koma aftur í aftur dystin, og fram móti endanum kundi leikandi venjarin, Krzyztof Popczynski, staðfesta sigurin, eftir at Tórður Holm hevði [...] favorittar, tá teir sunnudagin fóru til Sands, har útidysturin móti B71 stóð á skránni. Ikki minst eftir ruddiliga sigurin á NSÍ fyri viku síðani, har tað mest sum var staðfest, at nú høvdu meistararnir
landsstýrið á ongan hátt kann góðtaka, at játtanartrupulleikar, sum áttu at verið eyðsýndir fyri langari tíð síðan, gerast bráðfengistrupulleikar. Víðari sigur løgmaður í skrivinum, at hann vil hava málið [...] dyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið. Tað at bjargingin av Læraraskúlanum er útreiðsluneutral, er eftir kravi frá Fíggjarmálastýrinum. Og tað kravið setti Fíggjarmálastýrið Undirvísingar- og Mentamálastýrinum [...] pengarnar til Læraraskúlan. Roynt varð at fáa viðmerking til málið frá Karsteni Hansen, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Karsten ósekur Men løgmaður sigur í viðmerking, at tað er
Krav til útgang. 3 hj var Trelde. Spyr um hald og eftir essum. 3 ut vísti hald í hjartara og eitt ess. 4 sp var Beta Trelde, spurdi um hald í spaðara og eftir trumf-frúgv. 5 rú vísti hald í spaðara og trumf-frúgv [...] Reimund Langgaard, 23 ár Høgni Vesturklett, 18 ár Gunnar Mouritsen, 18 ár NPC Finn Ougaard Tað eydnaðist liðnum at vinna ein av dystunum - tann móti Finnlandi. Úrslitið varð 17-13 til Føroyar. Bara í tveimum [...] A AQJ43 A842 K64 V N E S Gunnar Høgni pass pass 3 sp D 4 sp D pass pass pass Um mótspælið í góðari tíð spælir kleyvara, kunnu teir taka 7 stikk, og so kostar offurmeldið 800. Men Høgni fekk rútaran góðspældan
ikki. M.a. vendi eitt av bløðunum sær ein dagin herfyri til onkran lesandi á skúlanum at fregnast eftir vánaligum tíðindum um skúlan og skúlans leiðslu. Tá ið blaðið fekk heilt annað at vita, vóru sjálvandi [...] sum møtiskylda. Men sum útbúgvingin er skipað við nógvum einstaklingsarbeiði og við arbeiði longri tíð í bólkum, ber ikki til at skriva protokol, sum tá ið talan er um siðbundna undirvísing. Tí er mannagongdin [...] teimum, sum hann heldur, røkja skúlan illa. Hjálpir tað ikki, kemur flokslærarin uppí, og til síðst ? eftir áheitan frá lærararáðnum ? rektarin. Tað er á ongan hátt óvanligt, at leiðsla skúlans hevur samrøðu
fjør. Mest sama tilfar Tað gekk strilti at fáa nakað grundøki, greiðir Ditlev Róin frá. Men tað eydnaðist so at enda at sleppa at endurreisa húsini mitt í Fulgafirði. Roynt verður so vítt møguligt at brúka [...] varð, tá húsini vórðu bygd á fyrsta sinni. Har til er at siga, at í Fuglafirði varð bygt upp í tey, eftir at tey vóru flutt úr Lamba. Eitt kamar varð bygt uppí, tá flutt varð norður á Høvda í 1885. Men tað [...] rottan gnagaði tað. Eitt nú í stovuni er hvørt viðasprek sett aftur á sama stað, sum tað var av fyrstan tíð, húsini vórðu bygd, greiðir hann frá. Hóast veggirnir eru av somu fjalum, sum brúktar vórðu fyri 200
í KÍ málinum, og ikki fyrr enn teir fingu enn eitt brotsspark, eydnaðist at koma upp á javnt. Hesa ferð var tað Atli Petersen, sum eftir eina snilda fintu í brotsteiginum, og aftur varð Høgni settur at [...] framvegis støðan, tá farið varð til hálvleiks. KÍ hamskiftir Mett eftir fyrra hálvleiki, so tóktist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn fuglfirðingar avgjørdu dystin, men so skuldi tó ikki verða [...] trýst oman móti KÍ málinum. Serstakliga lá væl fyri hjá ÍF at gera sær dælt av vengrunum, sum ferð eftir ferð komu fram við til tíðir illa skipaðu KÍ verjuni, fyri síðani at senda bóltar inn fyri málið.
fløskupostin á eini strond á Hebridunum (Suðuroyggjar). Tá Hannelina fekk brævið, hevði hon fyri langari tíð síðani gloymt alt um fløskupostin. ? Tað var ótrúliga stuttligt at frætta frá tí, sum hevur funnið [...] púrasta gloymt alt um postin, sigur 10 ára gamla Hannelina, sum fer í 5. flokk í Venjingarskúlanum eftir summarfrítíðina. Ferðaðist við Gjógv Tá Hannelina tveitti fløskupostin í havið, var hon á vitjan hjá
teimum longdist eftir, og so var friður aftur á. Talan tóktist annast at vera um vandaleysa støðu, tá ein høgur bóltur varð sendir inn fyri vágamálið. Jón Rói Jacobsen og Ramoska fóru upp eftir bóltinum, og [...] traðkað sínar barnaskógvar har vesturi. Besta møguleikan hesi trý korterini mundi Rói Árting hava, men eftir at vágamenn fyrst høvdu bjargað stútara frá Jón Róa Jacobsen á málstrikuni, sendi veteranurin á stólpan [...] og onkursvegna eydnaðist tað Jón Róa at fáa høvdið hægri enn armarnir hjá málverjanum. Málið gav HB nakað av friði yvir spælið, samstundis sum vágamenn nú noyddust at ota seg eitt sindur longur niðan á
vælferðina hjá teimum gomlu og óhjálpnu. Um Helena meinti nakað av tí hon sigur, var hon fyri langari tíð síðan farin úr samgonguni. Alt tos um tey gomlu er orðaskvaldur. Um vit royna at hyggja hvat er [...] Helena meira ávirkan enn allur sambandsflokkurin tilsamans. Tá ringast stendur til eru altíð boð eftir sambandsflokkinum. Har eru menn og kvinnur, sum føroya fólk setur sítt álit á, tá neyðin er stórst [...] verði enn lættari í 2001, men Helena hevur einki gjørt. Og tá pensjonistar, tey veiku og fagfeløgini, eftir ætlan sambandsfloksins, skuldu fáa aftur tað, sum tey høvdu hjálpt Landskassanum við, valdi sitandi
stórliga um, at tað loksins eydnaðist at fáa semju um Teistan. ? Støðan var ótolandi so tað er gleðiligt, at semja nú er fingin, sigur hann. Og hóast tað er synd at siga, at tað gekk eftir vild við Teistanum, [...] semja nú er gjørd um lønina hjá yvirmonnunum á Teistanum, mugu sandoyingar brynja seg við toli í eina tíð afturat. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hóast øll viðurskifti nú eru greið, fer [...] hvussu so er ein tíðarætlan hjá Strandferðsluni, sum helt. Og tað er at fáa Teistan í sigling í góðari tíð mitt í summar, áðrenn vetur kemur. Júst tað er Reidar Nónfjall ógvuliga fegin um, tí hann sigur, at