at luttaka í kappingum um størri arbeiðsuppgávur í útlandinum, og eisini fáa teir nýtt royndirnar frá útlandinum í sambandi við arbeiðsuppgávur/verkætlanir í Føroyum. 7 persónar útsendir Í tíðarskeiðinum [...] sær broytingar í skattalógini. Telda ikki skattskyldug inntøka - Nógv starvsfólk ráða í dag yvir teldu, ið arbeiðsgevarin hevur latið - telda, sum kann verða nýtt í arbeiði og privat. Tann í dag nógv nýtta [...] áseting varð tó tíðaravmarkað frá 1. januar 1995 til og við 31. desember 1997. - Endamálið hjá landsstýrinum í 1996 at seta § 29a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt í gildi var m. a., at betra um m
Hann hevur verið yrkishondbóltsspælari í Spania og í Íslandi, hevur spælt 40 A-landsdystir fyri Ísland og eigur fleiri met, bæði í sponskum og íslendskum hondbólti. Í dag er hann spælandi venjari hjá H71 [...] hetta er sum nevnt steypasigurin í fjør, og í landskappingini higartil í ár hevur H71 vunnið bæði á Kyndli og VÍF. Men hvør er Hans Guðmundsson so? Vit hittu hann á loftinum í Café Natúr mikukvøldið. Stutt [...] síðani á ferð runt um alt Spania, har vit í tvær vikur spældu venjingardystir og luttóku í smærri kappingum. Eg var toppskjútti í øllum teimum kappingunum, men í seinasta dystinum, áðrenn vit skuldu heim
bygd í 1977 ella seinni, og 5 í tali fyri skip bygd í 1976 ella fyrr. ? Metti fíggjarligi kostnaðurin av hesum lógaruppskotið verður sostatt í mesta lagi kr. 5.225.000,- í 1998, kr. 10.125.000,- í 1999 [...] mánaðin frammanundan. Lækari fiskarí Og í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Hendrik Old, at um øllum kunnugt, fór lógin um íløgustuðul úr gildi í mars mánaði í ár, og hevur fiskiflotin við Føroyar stórt [...] Ólavur í Beiti Men skal djúpvantsflotin fáa stuðul í trý ár aftrat, so skal tað ikki verða uttan treytir, og sigur Hendrik Old, løgtingsmaður, at ein av treytunum skal verða, at veiðan verður avreidd í Føroyum
húsið. Møti í Runavík Evangeliskt møti verður í bygninginum hjá Alex Bærentsen í Runavík leygarkvøldið kl. 20. Charles Johansen, Jaspur Hansen og Palli Højgaard Lívsins Orð Barnamøti verður í dag kl. 17 [...] Jennings Aglow, Suðuroy Jólafundur verður í Pensionistahølunum í Trongisvágs skúla í kvøld kl. 20. Allar kvinnur og menn eru vælkomin. Føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København [...] Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30
góðum kvaliteti, so hesar koma ógvuliga væl við hjá føroyska ferðalagnum, sum seinast í juni mánaði komandi setur seg í flogfarið á veg til Gotlands. Oyggjaleikanevndin undirstrikar, at tað hevur sera stóran [...] leikirnir verða á svensku oynni Gotlandi í døgunum 26. juni til 3. juli 1999. Føroyar hava luttikið á øllum leikunum higartil ? leikirnir á Gotlandi eru teir 8. í røðini ? og hesa ferð fer eitt ferðalag [...] tiltøk. Hornasteinarnir í slíkari fígging eru sponsoravtalur við ymiskar fyritøkur, og á tí økinum eru føroyskar fyritøkur ofta lagaligar at tosa við. Oyggjaleikanevndin hevur síðani í summar arbeitt við at
Í hesum døgum kunnu fólk støkka inn á gólvið í Smiðjuni í Lítluvík at keypa jólaprýði, gávulutir og mangt annað. Tað er Verkstaðið Vón, ið stílar fyri. Sølan byrjaði hósdagin í farnu viku og hon heldur [...] jólasøluni í neyvum samstarvi við onnur góð fólk av verkstaðnum. Jól alt árið Arbeiðið at gera jólaprýði og gávulutir í sambandi við jólini byrjar longu beint eftir ársskiftið. - Vit brúka vanliga januar og februar [...] Reinert Davidsen roknar við, at hetta er seinastu ferð, at tey hava jólasølu í Smiðjuni. - Smiðjan er í hjartanum í býnum, tað er lætt hjá fólki at støkka inn á gólvið og her er sera hugnaligt. Men nú Verkstaðið
við 1. januar 1998. Mett verður, at í mesta lagi 1 mió. kr. árliga verða útgoldnar. Broytingin kemur sostatt at kosta landskassanum í mesta lagi umleið 300.000 kr, sigur Signar á Brúnni m.a. í viðmerkingunum [...] Ólavur í Beiti Signar á Brúnni, sum vegna landsstýrið legði uppsktoið fyri tingið fyrr í mánaðinum, sigur m.a. í viðmerkingunum, at fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum [...] barnafamiljum. - Í samsvari við ásetingarnar í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við kr. 1.100 pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000. Fíggjarligu
Fótbólturin í Vági byrjar í januar VB hevur í nógv ár verið umboðað í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Sum oftast hevur liðið verið millum tey niðastu, men tað hevur eydnast at lívbjarga sær kortini. Í ár sær [...] hesi liðini vunnið eina ferð í part móti hvørjumøðrum. Í summar flutti fótbóltsliðið hjá VB-kvinnunum upp í 1. deild. Venjarin hevur longu sagt, at venjingin byrjar longu í januar, og tað verður fýra ferðir [...] eru VB-kvinnurnar tungar at syfta í høllini vesturi á Eiðinum, men tað merkti VÍF einki til, tá tær vóru í Vági sunnudagin. VÍF vann 34-17 eftir at hava verið á odda 16-4 í hálvleikinum. Tað má sigast at
og hjá nógvum byrjar venjingin longu í januar mánaði. Spælarar hava skift felag, og venjararnir eru eisini fingnir upp á pláss hjá so at siga øllum. Undantakið í so máta er KÍ. Klaksvíkingar hava hildið [...] munnu vera teir mest grenjutu í heiminum. Um tú hyggur í sjónvarpinum, sært tú so at siga ongantíð, at spælarar mótmæla avgerðunum hjá dómarunum, men í Føroyum hevur hann í heilum 11 óðar mans rundan um [...] er eitt upplop. ? Í løtuni hava vit feløg, sum gera sáttmála við allar sínar spælarar. Eg haldi, at tað er eitt upplop, og at tað í framtíðini ikki fara at verða meir enn 2-3 spælarar í hvørjum felag, sum
við árið í ár, har liðið var nær við at flyta niður í næstbestu deildina. So illa gekk tað tó ikki, men felagið hevur ásannað, at tað er neyðugt at styrkja hópin til næsta ár. Kongsvinger hevur í seinastuni [...] Petersen var og royndarvandi fyrr í ár) kemur áleyparin Caleb Francis, sum er norðmaður og sum hevur spælt við Kongsvinger fyrr. Hann skeyt millum 10 og 15 mál í næstbestu deildini í ár og er nú komin aftur til [...] r hjá Kongsvinger hava annars havt frí, síðani teir tryggjaðu sær plássið í Tippeliguni fyri skjótt einum mánaði síðani, men í gjár byrjaði venjingin aftur.