Fimm broytingar í áseting av skatti

- Við gildi frá 1. januar 1998 eru reglurnar um hjúnabandsskatt broyttar, soleiðis at hjún nú verða sett í skatt hvør sær. Frá sama degi at rokna vórðu reglurnar um sjálvuppgávu broyttar. Fyri at røkka endamálunum við nevndu broytingum verður skotið upp at strika møguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan, verður m.a. sagt í uppskotinum um broytingar í ásetingum av skatti. Uppskotið var eftir 1. viðgerð beint í fíggjarnevndina

Ólavur í Beiti


Signar á Brúnni, sum vegna landsstýrið legði uppsktoið fyri tingið fyrr í mánaðinum, sigur m.a. í viðmerkingunum, at fyrsta broytingin er sett fram fyri at betra um korini hjá barnafamiljum.

- Í samsvari við ásetingarnar í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður skotið upp at hækka barnafrádráttin í landsskattinum við kr. 1.100 pr. barn, úr kr. 2.900 til kr. 4.000. Fíggjarligu meirútreiðslurnar eru mettar til at verða umleið kr. 11 mió. Fyrisitingarliga fer broytingin ikki at hava nakrar trupulleikar ella aðrar meirútreiðslur við sær.


Hjúnaskattur

Næsta broytingin er ein tillaging av ásetingarlógini til nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, sum kom í gildi 1. januar 1998.

- Broytingaruppskotið hevur við sær, at ein ónýttur barnafrádráttur hjá hjúnafelaga framyvir vil verða útgoldin sum avlopsskattur í staðin fyri sum nú at verða fluttur til hjúnafelagan sum negativur skattur, t.v.s. sum ein frádráttur í skattinum. Fyrisitingarliga, og her verður víst til einfaldingina av sjálvuppgávuni, vil broytingin hava eina einfaldan við sær.


Pensionistar

Triðja broytingin, sum viðvíkir frádráttinum hjá pensiónistum, er somuleiðis ein tillaging av ásetingarlógini til meginreglurnar og nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu.

- Endamálið við pensiónistafrádráttinum var at tryggja, at pensiónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldu rinda skatt.

- Sum lógin er nú, kann ónýttur frádráttur flytast frá einum pensiónisti til annan. Samskatting er sett úr gildi fyri øll, eisini fyri pensiónistar. Vísandi til endamálið annars við pensiónistafrádráttinum og nýggju sjálvuppgávuni verður skotið upp at strika møguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan.


Bústað uttanlands

Fjórða broytingin viðvíkir persónum, sum fáa pensjón goldna úr Føroyum sambært millumlanda sáttmálum um sosiala trygd, men sum hava bústað uttanlands.

- Sambært galdandi skattareglum skulu hesir persónar rinda 42% av pensjónini til Føroya. Til samanberingar kann nevnast, at Noreg ikki roknar skatt av pensjón, sum verður rindað pensjónisti, sum býr uttanlands. Í Noregi og Svøríki verður fólkapensjónin ikki skattað, Finland skattar fólkapensjón við 35%, og Ísland skattar við 39,2% av tí partinum, sum fer upp um 2.300 krónur.

- Landsstýrið heldur, at vit í Føroyum á hesum øki skulu leggja okkum so tætt upp at reglunum í øðrum londum og skjýtur tí við hesum upp, at tær nevndu pensjónir verða skattaðar við 10%, og at broytingin fær gildi frá og við 1. januar 1998. Mett verður, at í mesta lagi 1 mió. kr. árliga verða útgoldnar. Broytingin kemur sostatt at kosta landskassanum í mesta lagi umleið 300.000 kr, sigur Signar á Brúnni m.a. í viðmerkingunum til broytingarnar.

Annars upplýsti landsstýrismaðurin, at ætlanin er, at Toll-og Skattstova Føroya skal yvirtaka innkrevjing og panting frá Føroya Gjaldstovu.