Tróndur í Gøtu kom í flotan um miðjan januar 1987 og kostaði tá einar 85 miljónir krónur. Hetta var nógvur peningur í sínari tíð, og tað gekk ikki long tíð, til tað stóð á gomlum nøglum hjá felagnum í Gøtu [...] skipið kom í flotan, var stór umrøða í Sosialinum um søguna, sum hongur uppi í hesum skipi. Hana fara vit at lata liggja hesaferð. Ikki stálið... Tá Tróndu í Gøtu loysti á vestaru bryggju í Havn tíðliga [...] eydnaðist at gera eina avtalu, sum bar í sær, at skipið reið sjógvarnar av sær. Í nógv ár hevur Tróndur í Gøtu verið eitt stórt aktiv hjá eigarunum, sum upprunaliga vóru 16 í tali, men sum nú eru 11. Nógvir mans
at sandoyarferjan skal byggjast í Føroyum og hjá Poul Mohr. Hann sigur seg bert hava mótmælt, at broytingar verða framdar í upprunaætlanini, fyri at fáa alt at hóska inn í ein avmarkaðan fíggjarkarm. Páll [...] góðtaka broytingar í sera skilagóðu upprunaætlanini. Í hvussu er ikki, uttan at ein kunnar sandoyartingmenn og sandoyingar, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at hann sjálvur annar fekk í samgonguskjalið [...] sandoyartingmaður havi eg bara mælt frá avgerandi broytingum í upprunaætlanini. Eg eri annars av teirri áskoðan, at ein eigur ikki at leggja seg út í starv landstýrismansins. Annaðhvørt fáa landstýrismenn frið
Gunvør Balle, sum ætlandi verður varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu eftir 1. januar 2017, hevur sum vant hildið jólini í Havn. - Jólaaftan vóru pápi mín, tvær systrar og børn teirra hjá okkum. 1. jóladag [...] Jákupsstovu-fólkinum í Havnardali. Maturin um jólini er dunnur og gæs - og so eisini onkur grønur rættur til summi av teimum ungu, ið ikki eta so nógv kjøt. - Eg keypti nakrar jólagávur í Danmark, men tær [...] tær flestu vórðu keyptar í Føroyum, sigur komandi varaborgarstjórin. Gunvør Balle sigur, at ringa veðrið um jólini sum so ikki hevur ávirkað jólini hjá teimum - annað enn, at gongutúrarnir hava verið avmarkaðir
formaður í Havna & Vinnunevndini, formaður í Ferðslunevndini, næstformaður í Sosialunevnd, í Mentanarnevndini, umframt í stýrinum fyri Atlantis, formaður í bygdarfelagnum Báran í Árnafirði, formaður í Árnafjarðar [...] Ein vanligur dagur í barnaheiminum hjá Atla. Flettingin stóð fyri, og nú skuldi kjøtið fáast til høldar, sumt í hjallin og sumt gjøgnum kjøtmiksaran. Øll eru við í arbeiðinum. Í køkinum í bóndahúsinum surrar [...] skriva við vinstru hond. Tað er heldur eingin trupulleiki í dag. Eftir loknan barnaskúla í Árnafirði fór hann í framhaldsdeildina í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Hetta gekk eisini upp á stás. - Ja, eg má bara
andlitini, sigur Eyðun. Farleiðin í buksulummanum Fyrr í tíðini var vanligt, at ein maður og kvinna fóru í eitt starv, og vórðu verandi í starvinum alt lívið. Í dag er nógv broytt í hesum, tí nútíðin setur onnur [...] árini í oktober mánaði í fjør. Tá Teistin fer av Skopun kl. 16:30 í dag, er hetta samstundis seinasta ferðin, at Eyðun stendur við róðrið hjá Strandferðsluni. Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull [...] hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hevur latið næsta manni róðurpinnin umborð á Teistanum. Skjót avgerð Ein myrkan týsdag í januar mánaði 1967 setti bróður hansara
hava ein trupulleika, tá tey í veruleikanum skava yvir tann veruliga trupulleikan, sum eitt nú kann vera kynsmisnýtsla. - Vit hava varhugan av, at kynsmisbrúk vísir seg í einum øðrum bílæti. Tey kæra seg [...] tað seg at vera eitt heilt komplekst bílæt av trupulleikum, sum barnið livur í. Tá er altíð umráðandi, at vit taka trupulleikan í álvara og at tann sum ringir følir, at viðkomandi kann hava álit á okkum og [...] inn á trupulleikar sum kynsmisbrúk í eini telefon. Tú kanst hjálpa teimum at sleppa av við nøkur ting. Er trupulleikin so mikið stórur, at onkur annar eigur at koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda
fótbólt í nógv ár, og hon er týðandi partur av GÍ liðnum, sum í løtuni liggur sum nummar trý í landskappingini og júst hevur tapt steypafinaluna. Virkin kvinna Poula Gregersen hevur nógv jørn í eldinum [...] sita í bygdaráðnum. Tað var nógv at seta seg inn í, men mær dámar sera væl, sigur hon. Løgtingsval ikki aktuelt Poula er varaborgarstjóri og formaður í Trivnaðarnevndini. Umframt hetta er hon við í skú [...] Aluplast, og hon er givin at sparka. Hon situr tó í nevndini í GÍ. Vit búgva eisini báðar í Gøtu, so vit eru enn tættar. Vit tosa saman hvønn dag Poula um kvinnur í politikki - Eg eri eingin reyðsokkur. At uppfordra
avger einsamallur, men leiðslan í felagnum, leggur hann aftrat. Valið kortini Í drúgvu tíðini, meðan Óli Jacobsen var formaður í Føroya Fiskimannafelag, varð ikki val í felagnum triðja hvørt ár, sum tað [...] Toftum og Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur ættarbond í Streymnesi. Fekk áheitanir Tað serliga við uppstillingini hjá Grímuri Hammer er, at hann er í starvi á skrivstovuni á Føroya Fisk [...] Talan er um tíðarskeiðið frá januar og fram til endan av august í ár. Við ongari olju sum frádrátti hevði hvør einstakur dekkari tjent 36.000 krónur fleiri, enn hann gjørdi í hesum tíðarskeiði umborð á umrøddu
torført at fáa arbeiði í Føroyum við eini cand.mag í latíni og grikskum. Einki spøkilsi í Ónagerði Leiðin gekk sostatt til lærda háskúlan í Keypmannahavn, har Niels Pauli Danielsen í 1959 varð upptikin á [...] brúkti í staðin tíðina saman við øðrum føroyingum í Keypmannahavn. Hann var tjóðskaparsinnaður, virkin í føroyska Studentafelagnum, har hann í trý ár sat sum nevndarlimur og eitt ár sum formaður í felagnum [...] var prestur í Klaksvík, vildi hava meg at søkja starvið sum sóknarprestur í Klaksvík, tí hann var einsamallur og hevði so nógv at gera. Tað gjørdi eg, og í desember mánaði 1979 byrjaði eg í Klaksvík. Tey
In.fo hevði hann í telefonini í dag. Hann læt ikki so væl at fiskiskapinum í dag, men segði seg hava umleið 1200 pund um 13-tíðina í dag. Hetta er áttandi túrur hjá honum við snellu í vár. Hann eigur [...] nakrar túrar eftir várfiski, nú vertíðin er. - Tíðliga í fjør heyst var einki at fáa við línu, men tað tað gekk betri í november og desember, og í januar og februar gekk rímiliga væl, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge [...] svøvnur, tá eg ætli mær avstað aftur í morgin. Mikkjal Pauli Lamhauge sigur, at hann tískil hevur gjørt av at leggja seg eina løtu á Norðhavinum í nátt, einsamallur í báti sínum. Tá verður lítil og eingin