U16 landsliðið við dreingjum fyrra av tveimum EM-dystum, sum liðið skal spæla í Hollandi. Dysturin var móti hollendsku vertunum og hann endaði við stórtapi, 7-0. Í hálvleikinum var støðan 3-0. U16 liðið [...] spælarum, sum hava nógvar royndir í altjóða kappingum, men hetta tykist ikki gera stóran mun, tá liðið spælir móti sterkum europeiskum liðum. Seinni dysturin hjá U16 liðnum verður í dag, og hann er ímóti Finlandi [...] Finlandi. Føroyingarnir hava vónir um at fáa betri úrslit í tí dystinum. Spælarar og leiðarar koma aftur til Føroya fríggjadagin.
Ingibjørg legði 20.000 pund upp í Skopun. - Tað er góður upsi, sigur Martin Hentze. Verður meira arbeiði Í Skopun vóru í gjár næstan 40 fólk til arbeiðis, og á Sandi 18. Tá hin linjan í Skopun eisini fer at koyra [...] eru undir einum. Virkið í Skopun tekur ímóti, og har verður fiskurin flaktur og skorin til flak. Á Sandi arbeiða tey saltfisk. Enn koyrir bara ein linja í Skopun, men seinni í vikuni fer væntandi at bera [...] bera til at koyra við tveimum. Tað er frystiorkan, sum enn er ov lítil. Higartil hevur Sandoy Seefood bara tikið ímóti útróðrarfiski frá bátunum í oynni, men í gjár var Eysturbúgvin og landaði á Sandi.
gjøgnumbrotið. Javnaðarflokkurin fór úr tveimum upp í 6 tingmenn, tríggjar í Suðuroy, ein á Sandi, ein í Havn og ein í Eysturoynni. Flokkurin fekk 333 atkvøður í oynni. Okkara fyrsti javnaðartingmaður var Hans [...] ongin maður valdur. Til valið í 1932 blivu hesir báðir somu valdir í Suðuroy og Suðurstreymi, men atkvøðutalið kvinkaði uppeftir allastaðni, og í Eysturoynni kom tað upp á 96. Í 1936 kom tað stóra gjøgnumbrotið [...] úr 10 niður í 5 tinglimir. Serliga var ágangurin øgiligur í Eysturoynni. Vit mistu yvir 600 atkvøður og fóru úr 1124 niður í 509, og ongin javnaðartingmaður var valdur. Men vit hava gott mót í Eysturoynni
Tórsvøllur - bara í sjálvari byggitíðini, sum er minni enn trý ár - garantera tí almenna ikki færri enn 10,2 mió. krónur í inntøkum. Fyrst er talan um 5,2 mió. krónur í MVG og 2,6 mió. krónur í landsskatti, [...] við tveimum altjóða góðkendum grasvøllum í Føroyum, skulu vit sleppa at vera vertir fyri altjóða kappingum. Sum er hava vit bert tann eina, og uttan ein aftrat sleppa vit ikki víðari. Nevnast kann í hesum [...] aðrir trupulleikar í Føroyum kunnu loysast lættliga, bert vit ikki fáa Tórsvøll. Samstundis hava teir hvør í sínum lagi ein langan ynskilista við lokalum áhugamálum, teir vilja hava framd í verki fyri »allar
Í hesum teigi í blaðnum í gjár varð sagt, at Dan R. Petersen var formaður - men tað var til fyri tveimum árum síðani, tá Eyðun Johannesen tók við. Dan R. Petersen er næstformaður í Javnaðarflokkinum, og [...] og tað var eisini hann, sum var næstur at verða valdur við seinasta løgtingsval. í Eysturoynni siga tey, at tey gera sítt ítarsta fyri at fáa tingmann valdan afur - javnaðartingmann hevur oyggin annars [...] frá 1978 til 1994 umboðaði Jørgen Thomsen, sáli, á Skála flokkin. Hann stillaði ikki upp til valið í 1994.
Í 1996 vóru 4.272 fangar avrættaðir í 39 londum. Hetta eru tey, ið Amnesty International skrásetti, men veruliga talið er nógv hægri. Sama ár vóru 7.107 deyða-dømd í 76 londum. Her er Kina hin stóri syndarin [...] einasta land í Vestur-heiminum, ið avrættaði fólk. Øll hini londini í Vesturheiminum eru antin heilt hildin uppat við deyðarevsin ella hava ser-ligar lógir, ið einans umfatar deyðarevsing í krígstíð. Skoytast [...] jørðina, og hermenn knústu høvur teirra við einum spaka, fyri at vera fullvísur í, at tær vóru deyðar.? Blóðtøka Í Irak vóru í árunum 82 - 83 um 1000 deyðadømd, ið vóru koyrd á skurðdeild og síðani var alt
universitetinum í Århus, áðrenn hann kom heimaftur til Føroyar í 1978 at arbeiða í bilasølufyritøkuni, sum hann yvirtók í 1985. Hetta var í tíðarskeiðnum, tá virksemið í Føroyum var í hæddini. Tað førdi [...] passivur limur í Fólkaflokkinum í nøkur ár. Tað eydnaðist Finnboga Arge at verða valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í 1991. Fekk rímiligan góðar møguleikar í flokkinum. Hann fekk sess í fíggjarnevndini [...] uppliva í samgonguni, stendst eftir mínum tykki, av óloystum innanhýsis trupulleikum í Sambandsflokkinum, og tað ger, at flokkurin virkar í tveimum bólkum. - Bert spell at innanhýsis stríðið í Samband
veri seg prísbroytingar, trygdin í kanningunum, royndir av rakstrinum, kanningar av samfelagsligu viðurskiftunum og broytingum og annað í hesum sambandi, sigur kommunan í tíðindaskrivi. Royndir aðrastaðni [...] undir Hvalfirði setta í verk, og hvørjar vónir teir hava. Klaksvíkar kommuna fer at skipa fyri tveimum slíkum fundum. Tann fyrri fundurin verður mikukvøldið 22. oktober kl 19.30 í Býráðshøllini fyri innbodnum [...] Klaksvíkar kommuna at gera ymiskar kanningar í sambandi við eitt møguligt fast samband um Leirvíksfjørð. ? Síðani tá er ómetaliga nogv hent á hesum øki, vísir kommunan á í tíðindaskrivi. Síðan er ómetaliga nógv
verkskeiðunum, sum hava verið í sambandi við festivalin. Lív í salinum Etta visti, hvat hon vildi. Salurin skuldi upp at klappa og svinga, og hesa uppgávu legði Etta alla orku í. Røddin var sermerkt - ikki [...] konsert við einum kóri, hon einki veit um og bert hevur vant í trý kvøld. Hetta var kvøldið, tá fólkið var við, og lív var í salinum. Og tað er í øllum førum eitt gott ynski hjá teimum vitjandi at fáa uppfylt [...] Nú var salurin enn einaferð fullur. Eftir at Magni Christiansen hevði fingið fjøldina í gospelhýr, tók amerikanska gospelsangarinnan Etta Cameron yvir. Hon gjørdi øll bilsin við at koma rokandi mitt gjøgnum
kunnu hildið liðið í deildini í eitt ár, so hevði eg havt góðar vónir fyri framtíðini, sigur hann. Sumba hevur einaferð áður verið í 1. deild, tað var í 1991, men tá fóru teir aftur í 2. deild beinanvegin [...] farnir at brynja seg til lívið í 1. deild hjá monnum. Uppflytingin í bestu deildina gjørdist veruleiki fyri rúmari tíð síðani, og nú er greitt, at liðið verður styrkt við tveimum jugoslaviskum spælarum næsta [...] og Netirovic skal venja yngru deildirnar hjá felagnum. Báðir spælararnir hava spælt í 1. deild í Jugoslavia, men í februar mánaða næsta ár leggja teir leiðina til Føroya. Sumbingar hava leingi arbeitt