sær nógvar royndir og vitan. Hetta skrivar sunda.fo. Sunda kommuna takkar fyri drúgva tænastu og vónar, at tit halda á fram í nógv ár afturat, skrivar sunda.fo.
í 1950'unum varð onnur brúgv bygd á staðnum. Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá. Sunda kommuna fegnast um, at nýggj brúgv er komin, ið aftur knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman
hátíðarhald við brúnna um Stóra, nú nýggja og snotiliga brúgvin er liðug og klár at taka í brúk, skrivar sunda.fo. Byrjað verður á Streymnes síðuni, har Eiðis ljómfelag spælir og Jógvan Kruse sigur nøkur orð. [...] tað). Aftaná eru øll vælkomin inn í Hvalvíkar skúla til ein góðan drekkamunn við lagkøku, skrivar sunda.fo.
Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur. Í Vestmanna kommunu kom ein listi inn [...] Annvør Jacobsen, og Hildibjarta Jacobsen, varalimur. Í hesum trimum kommunum var sostatt einki val. Í Sunda kommunu var val millum 8 uppstilaði valevni, og tey 438 sum høvdu valrætt til Eldraráðsvalið, atkvøddu [...] u. 179 greiddu atkvøðu, sum svarar til 40,87% av teimum sum høvdu valrætt. Úrslitið av valinum í Sunda kommunu: 1. Jens Jensen, Tjørnuvík, 33 atkvøður 2. Ingvard Fjallstein, Norðskáli, 30 atkvøður 3. Marjun
norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka. Soleiðis segði átaksleiðarin í Sunda kommunu, Magnus Madsen, við KvF um middagsleitið í dag. Men, nú siga tey í Sunda kommunu, at tað aftur er trygt at fara út á Oyri og Oyrarbakka [...] tamarhald er á støðuni. - Fólk á Oyri og Oyrarbakka kunnu nú føla seg trygg at fara útaftur, siga tey í Sunda kommunu í nýggjari fráboðan seinnapartin.
á Oyri og Oyrarbakka verða biðin um at halda seg innandura fyri trygdina skyld. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu verður sagt, at hørðu hvirlurnar hava havt við sær, at ein tekja er við at ríva seg leysa [...] serliga galdandi fyri fólk, sum búgva norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka. Tað sigur átaksleiðarin í Sunda kommunu, Magnus Madsen, við KvF í løtuni. Hann leggur aftat, at soleiðis, sum veðrið er í løtuni,
Nýggja býráðið í Sunda kommunu skipaði seg á býráðsfundi í gjárkvøldið, og á fundinum vórðu eisini nevndirnar skipaðar. Tað er nú greitt, at nýggjur borgarstjóri í kommuni frá 1. januar 2025 at rokna verður [...] verður Eyðstein Zachariasen, sum er varaborgarstjóri í sitandi býráði. Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at valbólkarnir í samband við skipingina vóru hesir: Valbólkur 1: Eyðstein [...] borgarar og allar bygdir í kommununi, sigur Eyðstein Zachariasen á heimasíðuni hjá kommununi - www.sunda.fo
við Norðskála gongur væl, og í dag stendur nýggi bygningurin reistur. Hetta veit borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, at siga í dag. Hann hevur lagt nakrar flottar myndir út á sín Facebook-vanga
Erling Olsson er settur í starv sum leiðari fyri veitingareindina hjá Sunda kommunu. Hann er 60 ára gamal og varð útbúgvin bilsmiður í 1983. Erling hevur starvast á Autoservice í mong ár, har uppgávurnar [...] vatnverkunum í kommununi. Eisini kemur Erling at taka aktivan lut í dagliga arbeiðnum hjá kommununi. Í Sunda kommunu siga tey, at Erling Olsson byrjaði í starvinum 1. september 2024, og í kommununi ynskja tey
Sunda kommuna fer nú at lýsa trý byggibúgvin grundstykki til sølu. Tað var á býráðsfundi hin 26. februar í ár, at kommunan samtykti at selja inntikin grundstykki út aftur byggibúgvin. Í Sunda kommunu hava [...] 795 krónur fyri fermeturin. Grundstykkini kunnu síggjast um heimasíðuna hjá kommununi - www.sunda.fo Í Sunda kommunu siga tey í dag, at í 2025 koma enn fleiri byggibúgvin grundstykki til sølu.