Studenta og Altjóða Skrivstovan fyri kunnandi fundi í Miðlahúsinum. Fundurin er ætl-aður teimum, ið fara undir hægri lestur uttanlands. Nógvir eru spurningarnir, ið stinga seg upp, tá ið flytast skal av landinum [...] landinum í lestrarørindum, og fundurin fer at snúgva seg um praktisku, fíggjarligu og sosialu viðurskiftini, ið eru hent at hava greiðu á, áðrenn farið verður undir eitt nýtt lestrarlív. Av hesum kunnu [...] kunnu nevnast íbúðar- og skattaviðurskifti, stuðulsskipanir og lestrarbyrjan sum heild. Umframt umboð fyri MFS og ASK, vera føroysk lesandi frá ymsum donskum býum, Norðurlondum, Stóra Bretlandi og øðrum londum
høvuðspersónurin sjálvur sigur seg hava lítlan hug at royna. Við vikublaðið Time sigur Al Gore, at hann hevur ikki so stóran áhuga fyri politikki longur. Men Time heftir seg við, at hann sigur ikki, at hann [...] sigur hann við blaðið. Annars heldur Al Gore, at hann hevur eina týdningarmikla uppgávu sum talsmaður fyri tiltøkum, sum skulu tálma veðurlagsbroytingunum.
Liberation, at tað georgiska fólkið eigur at fyrireika seg til, at kríggj kann bresta á ímillum Georgia og Russland. Stríðið ímillum tey bæði londini snýr seg um landspartin Suðurossetia, sum er ein partur av [...] tjóðartingið, at Russland skal taka sínar hermenn úr Suðurossetia alt fyri eitt. Saakasjvili heldur, at altjóða samfelagið eigur at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal avgera framtíðina hjá landspartinum.
Tað røkist lítið fyri, at Todi Jónsson, sum herfyri varð skaddur í knænum, verður tøkur, tá føroyska fótbóltslandsliðið skal royna seg í útidystunum móti Cypros og Írlandi. - Í løtuni dugi eg ikki at siga [...] rætta vegin, men tað gongur spakuliga. Higartil havi eg fyri tað mesta vant á súkklu. Enn hevur tað ikki borið til at súkkla ígjøgnum, og tá sigur tað seg sjálvt, at tað er ikki hugsningur um at renna og sparka
Mikkelsen er vøddaskaddur í lærinum. Jákup vandi eitt sindur við KÍ týskvøldið, men hann er ikki komin fyri seg aftur, og tað er framvegis opin spurningur, um hann fer at spæla við KÍ móti ÍF leygardagin. Í fyrstu [...] málverjanum hjá HB, boð til landsliðsferðina. Í hesum liggur, at Jákup fær nakrar dagar eyka at koma fyri seg í, áðrenn slagið fer at standa á Kypros leygardagin í næstu viku.
lærari á Venjingarskúlanum, har hon hevur verið síðani. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Maria sjúk. Hóast hon var komin fyri seg aftur, so tók sjúkan seg uppaftur ? og so meint, at hon doyði í heiminum síðsta
Hoddle, í Tottenham, og nú slepur Hjaltím Elltør at royna seg undir einum øðrum fyrrverandi landsliðsvenjara. Hesa ferð er tað Graham Taylor, sum fyri stuttum tók við venjarasessinum í Aston Villa, sum er [...] Eftir eina tíð við hampuliga lítlum aktiviteti, eru ungir føroyskir leikarar nú aftur við at gera um seg í venjingum hjá útlendskum feløgum. Jón Rói Jacobsen úr HB er júst afturkomin av eini ferð til Onglands [...] er venjarin. Graham Taylor var annars venjari hjá Watford, tá tveir føroyskir leikarar fyri nøkrum árum síðani royndarvandi við felagnum, so heilt ókunnugur við føroyskar leikarar er hann ikki, og hvør veit
boðini umleið klokkan hálvum tíggju. Tá gjørdu teir tríggir menninir seg inn á bilar, sum koyrdu í gongugøtuni. Teir hava eisini gjørt seg inn á blómuhandilin, ið liggur á Áarvegnum yvirav Hotel Hafnia. Løgreglan [...] millum 22 og 28 ára gamlir. Teir fiska allir við norska línubátinum Øyliner, sum í vikuni varð tikin fyri at hava ov nógva hjáveiðu umborð. Meðan báturin liggur við bryggju í Havn hevur manningin verið í [...] Løgreglan hevur menninar í varðhaldinum, meðan bíðað verður eftir, at fólk koma við endurgjaldskravi fyri skaðarnar, sum teir hava gjørt á ognir hjá fólki.
spældu á Luzjniki stadion í Moskva, varð bert ein áskoðari handtikin fyri at gera um seg, men so friðarligt gekk tað ikki fyri seg, tá toppdysturin í russlandi varð leiktur um vikuskiftið. Dysturin stóð
finna seg til rættis í forvitnisligu býartilveruni. Møguleikarnir eru nógvir, og freistingarnar stórar. Júst sum gerandisdagurin er byrjaður, rennir Bartal seg í stríð, hann heldur vildi verið fyri uttan [...] Tvøroyri. Hetta er onnur ungdómsskaldsøgan, hann hevur skrivað. Ungu Føroyar geva bókina út, og tey skipa fyri útgávutiltaki í Norðurlandahúsinum mikudagin.