havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð. Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra [...] hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott. Tað hongur alt saman [...] mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum. Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast
tað við eisini, men hetta tykist at draga út og kann saktans taka langa tíð enn, so hetta verður ikki í míni tíð sum stjóri. Hví er tað so týdningarmikið at einskilja Føroya Tele? - Tað er ein ónatúrlig [...] Føroya Tele? - Nei, ikki júst so. Nýggjar avbjóðingar eru alla tíðina, og morgindagurin er einki undantak í so máta. Men hevur tú sitið ov leingi í einum leiðarastarvi, so kann tað skjótt gerast ein [...] at líta frameftir. Eg haldi, tað er sunt at hava eina javna útskifting av leiðarum, sigur hann. Hóast nógvir truplir knútar vóru at loysa, tá hann tók við stjórastarvinum í síni tíð, so heldur hann seg
ofta soleiðis, at fólk als ikki verða spurd eftir, um tey yvirhøvur eru áhugað í at koma á ein lista. Tá eg bleiv spurd hugsaði eg, at um eg segði ja til hetta, so vildi eg eisini ganga fult inn fyri tí. Og [...] virkið felagslív og eisini samkomulív. - Ja, her er í øllum førum nakað at koma til og nakað at savnast um hjá øllum, sigur 32 ára gamla Irdi Jacobsen. Meðan summar bygdir á meginøkinum uppliva tað øvugta [...] tið og at hækka barnafrádráttin fyri at draga fólk til. Men eg haldi, at tá alt kemur til stykkis, so er hetta ikki tað sum fólk ynskja fyri at búseta seg á einum plássi. - Í 2010 vilja fólk heldur hava
veruleiki, skal so at siga einki kiksa hjá vestmannagentunum. Breiddin í hópinum er ikki serliga stór, so tað merkist beinanvegin, um onkur leikari fær skaða. Harumframt er ivasamt, hvussu langa tíð Ioana skal [...] royndu at slíta seg leysar aftur, so endaði alt, sum tað byrjaði, tá Ioana kundi skjóta seinasta málið í dystinum. Máltindurin Umframt sjálvan dystin millum liðini bæði, so var eisini dystur millum tær báðar [...] slag. Tað eru ikki meira enn 3 stig upp til silvurmerki, nú stigini eru býtt í helvt, so enn er einki avgjørt í so máta. Breiddin bilar VÍF liggur framhaldandi á triðja plássinum, sum tær høvdu undan dystinum
døgnrøkt á einum stovni, sigur Joan Heinesen, sum er systur Jensu. Jensa kundi mest sum einki í langa tíð eftir skurðviðgerðina – hon flutti seg ikki, hon tosaði ikki. Nú passar hon heimið í Klaksvík, hevur [...] álvarsomum lívsvanda. Læknarnir vildu ikki geva familjuni nakrar vónir um, at hon fór at yvirliva, og eftir at hon hevði verið undir akuttum skurði í høvdinum í Danmark, vóru boðini til familjuna, at nú tóku [...] fyri kortum varð hon fyri fyrstu ferð omma. Hon er glað og í góðum lag – fegin um, at hon er komin so væl fyri seg aftur. – Eg havi havt eitt gott bakland, sum hevur hjálpt og strongt á fyri at eg kundi
fetið á hesi spennandi menningarleiðini. Fyri framman liggur stórt ítøkiligt arbeiði, so vit - um vónandi ikki ov langa tíð – kunnu kunngera, at vit nú hava reist eitt føroyskt universitetssjúkrahús.” Úr blaðnum [...] Eftir Dagmar Joensen-Næs Serlæknar og serkøn heilsustarvsfólk hanga ikki á trøunum, heldur ikki í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur er komin fram til, at Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri tilsamans 121 serlæknum [...] tey bestu starvsfólkini. Tá vit royna at fáa heilsustarvsfólk í starv her hjá okkum, fáa vit ferð eftir ferð at vita, at møguleikarnir at granska eru betri á sjúkrahúsum í Danmark og aðrastaðni, har ið
ikki heilt rætt, tí ongantíð er fíggjarlógin vaksin so nógv, men hóast hetta hava øll fingið ov lítið. So løgið tað kann tykjast eini skilakvinnu, so mikið meira álvarsligt eigur hetta týðuliga signal at [...] løtuni eru sjónlig. Sjálvur meti eg, at onnur viðurskifti viga so mikið hinvegin, at Føroyar sum heild eisini hava møguleika at velja kós eftir egnum vilja hetta valskeiðið út. Heldur hendan metingin, og [...] rættiliga neyvt, hví vøksturin í fíggjarlógini ikki sæst aftur í væl virkandi skipanum. Eftir eina 20 ára langa flóðaldu av maktlæru er trupult at greiða allar tær fløkjur, sum fólk meir ella minni tilvitað
nýtti harðskap ella hóttanir móti kvinnuni. Eisini telur tað í linnandi mun, at tað hevur tikið so langa tíð at avgreiða málið. Maðurin skal, umframt at sita í fongsli í eitt ár, rinda kvinnuni 60.000 krónur [...] løtu seinni má ákærdi eisini á ves. Tey fella so aftur í prát og kvinnan bjóðar ákærda ein sjuss. Hann tekur av og sambært egnari útsøgn fær hann stutt eftir blackout og minnist einki fyrr enn eini tríggjar [...] spurdur, um hann kann hava framt neyðtøkuna, svarar hann, at hann hevði so ikki trúð tað um seg sjálvan og vónaði iki, at tað var so. Kvinnan fekk at enda skumpa mannin av sær og fór til hús. Seinni um kvøldið
skrivstovur her, og starvsfólk teirra leita sær innivist ikki bert fyri veturin, men møguliga fyri eina langa tíð fram. Fyrsti borurin verður settur í undirgrundina um gott og væl eitt hálvt ár. Vil heilt væl til [...] men nógvir liggja ósvaraðir. Kanska heldur ikki so løgið, tí torført er hjá okkum føroyingum at fyrihalda okkum og hava eina støðu til nakað, sum er so nýtt og fremmant fyri okkum, sum altjóða oljuverðin [...] Eftir Jan Müller blaðstjóra Blaðið tú her hevur í hondini ella liggjandi á borðinum framman fyri teg er ein roynd hjá Sosialinum at viðgera eitt stórt álvarsmál frá fleiri ymsum sjónarvinklum. Komandi
og uttan avmarkingar fáa frítt at fara allastaðni, so verður eftir fáum árum als eingin føroysk náttúra eftir. So kann Visit Faroe Islands prenta so nógvar faldarar sum tey vilja, ið áleggja ferðafólki [...] til gongu við fyriliti kann tó ikki eftir hesi lógini avmarkast í einum landsverndarøki." Her gongur sjón fyri søgn, at hvørsmansrætturin verður sníktur inn í lógina, so tað hereftir er lógarfest, at ein [...] hjá løgtinginum at geva einum landsstýrismanni so víðar generellar heimildir. Tekur eitt mál seg upp, kann landsstýrismaðurin sum nú er, til eina og hvørja tíð, ístaðin fara í løgtingið at útvega sær heimildirnar