arbeiddi ov nógv, flennir Lisbeth, sum sostatt hevði ríkan møguleika at ganga og eygleiða hesa heilt serligu mannfólkaverðina. Hon greiðir frá, at sjálvt um hon brúkar upplivingarnar á túrinum í bókini, er [...] hjálandaveldi, hvørs leivdir hon onkursvegna er partur av ella hvat nú kundi hugsast at verið hennara postkoloniala ørindi. Tann støðan hevði verið ein heilt onnur ásannar Lisbeth, um hon skrivaði um Grønland [...] ættarliðið, sum var jú tað fyrsta, sum veruliga hevði møguleikan at velja. Fyri Kára inniber valið samstundis nakrar øðrvísi og átrokandi spurningar, sum eg hevði hug at djúpa meg í, sigur Lisbeth, og sipar
Hóast hon hevur búð á Eiði í yvir 50 ár, so tosar hon ektað suðuroyarmál enn. Sum ung genta tænti mamma á Tvøroyri og eisini lærdi hon at seyma í eitt ár. Seinni arbeiddi hon á ”sjúkhúsinum” til hon 19. [...] 21. oktober í ár spældi avgerandi dystin á Skála, var hon so spent, at meðan hon lurtaði, hevði hon bæði vaskað gólv í køkinum og stovuni og skift gardinur. Tá dysturin so var vunnin og vit komu til Eiðis [...] norður aftur. Omma hevði hvørki heitt vatn, vaskimaskinu ella støvsúgvara, men væl bar til kortini. Mammu hevur altíð dámt væl ítrótt, og hon spældi hondbólt við TB sum ung. Mest tosar hon tó um, tá tær róðu
áhaldandi, sigur Sigrun Wardum. Hon sigur, at hon fór uppí arbeiðið tí tað hevur ligið henni á hjarta at arbeiða á hesum øki, tí hon eigur ein son við menningartarni. Hesi árini, ið hon hevur sitið sum forkvinna [...] í Javna. Javni er felag hjá fólki við menningartarni. Tá Sigrun Wardum fór frá hevði hon sitið sum forkvinna í sjey ár. Hon sigur, at í einum starvi sum at verða forkvinna í Javna, skal ein hava gott tol [...] Serliga tekur hon tvey framstig sum dømi - Tað er komið gongd á íbúðarbygging til fólk við meningartarni og eisini miðnámsskúlaútbúgvingar. Tað síggi eg sum nakað stórt, sigur Sigrun Wardum Hon sigur tó víðari
vit, at hon er dugnalig uppá allar mátar. Hon skipar dagliga fyri góðum sangi, og tað ger hon eisini til ymisk tiltøk, t.d. vitjanir á Ellisheiminum, tá jólakórið skal venjast og mangt annað. Hon dugir sera [...] borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at hon hevði fingið eitt yvirlit yvir, hvussu leingi tær báðar hava starvast í Drotning Ingridar Barnagarði tilsamans. Og eftir hvat hon dugdi at telja saman er talan um eini [...] Elisabeth hevur arbeitt her síðan 1981, men hevur verið burtur onkuntíð inn í millum. Hon hevur serligt barnatekki. Mátin, hon kan siga søgur, syngja og vera um børnini uppá, er fantastiskur. Umsorganarfullar
og arbeiði nógv, tá hon tosar um lív sítt – bæði heima og til arbeiðis. – Ein av avbjóðingunum hjá mær hevur altíð verið at fáa yrkisleiðina og heimalívið at hanga saman, sigur hon lættliga. 37 ára gamla [...] hevur gingið við rúkandi ferð framá, og hon hevur flutt seg ómetaliga skjótt á karrierufrontinum. Tað hevur eisini kravt, at Turið hevur verið miðvís og ambitiøs. Hon hevur tikið fleiri útbúgvingar viðsíðuna [...] og harvið eisini ment førleikar sínar í tráð við, at hon hevur bygt yrkisleiðina - seinasta skotið er ein master of business administration, sum hon fekk prógv upp á í 2018. – Mær dámar væl at tilogna mær
var 35 ára gomul, tá hon varð vald til forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, og har hevur hon sitið púra trygg líka síðani, tí øll hesi 31 árini, hon hevur verið forkvinna, hevur hon ongantíð havt eitt mótvalevni [...] mótvalevni. Nú hon legði frá sær, fekk hon eisini eina gávu frá limunum í Føroya Arbeiðarafelag. Fyrst fekk hon ein málning, sum Hilmar Højgaard í Saltnesi hevur málað av Vágseiði. Tað var ikki sørt, at [...] , tá hann handaði Ingeborg Vinther málningin. Hon fekk eisini eina troyggju. Mynstrið eitur rósan, men eisini troyggjan hevði ein serligan týdning, tí hon var blóðreyð, sum sigst vera yndisliturin hjá
Blindafelagið og Glottan, har hon hevur skipað fyri bingospæli fyri at skaffa pengar til hesi feløg. Í Glottanum sat hon í nevndini í 14 ár. Eisini spælir hon nógv sjavs, har hon saman við øðrum skipar fyri [...] "Julianne-Boys". Julianna hevði ymisk arbeiðspláss í býnum, í handlum, kioskum og pylsuvognum. Hon arbeiddi eini trý ár á Tórs Cafeteria og hevur eisini koyrt hýruvogn í Havn. Hon arbeiddi tilsamans 15 ár [...] Í 1954 kom Julianna til Havnar at búgva og fekk starv á reinsarínum Ruba, har hon arbeiddi í trý ár. Í 1955 giftist hon við Ferdinand Andreasen, ættaður av Tvøroyri. Tey fingu seks synir: Kjartan, Jógvan
hann ikki væntaði, at hon fór at umrøða. - Eg væntaði, at hon fór at lýsa Vinu, sum eina vanliga fiskimannakonu við kúgv í kjallaranum. Men lýsingin var nógva meira neyv og djúp. Hon lýsti Vinu sum eina [...] ivaleyst havt sín týdning fyri, at hon hevur megnað alt tað, hon hevur verið ígjøgnum. Vina læt seg ongantíð sláa út, men dugdi at »takla« tingini, tá tey komu. Egon sigur, at hon er umtókt og er fólkakær. Tað [...] ið stríðið var mest og sorgin størst, fekk hon hjálpandi hond, segði Egon Hansen. Blíð og lættsint Vina hevur verið ein útatvend kvinna, blíð og lættsint. Hon hevur ikki sæð myrkt upp á tilveruna og hevur
førum óheppum í skotroyndum sínum, og hevði hann havt ein betri dag, kundi væl verið, at dysturin hevði gjørst meira spennandi. Sterkir í verjupartinum Sum nevnt, so hevði VÍF ein risastóran hæddarfyrimum inni [...] vøllinum, hevði hann alstóran týdning fyri dystin, og tíverri fyri strandingar var týdningurin heilt sjónligur, tá hann skaddur mátti av vøllinum um miðjan fyrra hálvleik. Fram til tá hevði talan verið [...] dyst, har millum lítil og eingin munur var á liðunum. Leikandi venjarin hevði verið við í so at siga øllum teimum málum, sum StÍF hevði fingið, og tað, at vestmenningar royndu at ansa honum, gav sjálvsagt
bólki tvey Holland. Hetta hevði havt við sær, at stóru stjørnurnar, sum fleiri ferðir um vikuna umboða stórfeløg í Englandi, Hollandi og Spania, høvdu spælt í Føroyum. Tað hevði havt sera stórar inntøkur [...] inntøkur fyri sjónvarpsrættindini, og tað hevði uttan iva havt við sær, at tað høvdu verið rættuliga nógvir áskoðarar til hesar dystirnar. Umframt England og Holland hevði tað neyvan bilað nakað, um luturin í [...] besta boðið. Fyri Føroyar hevði tað komið væl við at komið í ein av stóru bólkunum. Gamli venjarin hjá Føroyum, Allan Simonsen, er framvegis venjari hjá Luksemborg, og tað hevði einki gjørt, um høvi varð