allarhelst talan um ein lítlan bólk, sum slapp frá grindini, sum legði beinini í Sandavági í gjár. Seðlarnir til hesa grindina komu út í morgun. [...] Í morgun um 7:15 tíðina varð boðað frá grind við Sørvág. Men har er ikki serliga nógv at koma eftir. Har eru bara nakrir heilt fáir hvalir, og hon verður ikki hildin til, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður
ferðsluóhapp uppi á Grind, sum er beint uttanfyri bygdina. Ein bilur koyrir norðureftir móti bygdini, tá førarin missir tamarhaldið á honum. Bilurin fer tvørturum vegin og endar í bilverjuni vinstrumegin [...] vinstrumegin. Bilurin verður síðani slongdur runt og endar í eini veit høgrumegin. Førarin var einsamallur í bilinum, og hann slapp væl frá óhappinum. Bilurin er tó vrak. Løgreglan heldur, at ov nógv ferð er orsøkin
á midnátt koma seðlarnir út. Samstundis er greitt, at øll í Hvannasunds kommunu fáa ein part, eins og tað eru drápspartar. Veðrið var illfýsi í dag, tá ið grindin varð funnin nærhendis Viðoy. Tað gjørdi [...] gjørdi, at ein part av grindini slapp burtur, men síðani fingu bátar eygu á eina minni grind seinni og her vóru nakrir hvalir aftrat fingnir til Hvannasunds.
ikki um stóra grind, allarhelst um 30 hval. Janus Egholm, grindaformaður á Streymnesi, sigur, at fitt av bátum er hjá grindini nú, men at tað gongur illa at reka, og grindin hevur hug at kava. Í løtuni er [...] er grindin uttan fyri Morskranes, sigur Janus, sum sjálvur stendur á landi í Kollafirði. Ikki er heilt greitt, hvagar grindin skal rekast, men væntandi verður tað antin til Kollafjarðar ella til Hvalvíkar
Bátar á veg úr grind í Havn stutt eftir klokkan 10.30 funnu enn ein grindabólk á Glyvursnesi, men tað vísti seg at vera springarar. Menn vóru ikki meiri enn lidnir at fáa fyrru grindina upp á kaiina við [...] við Vónina í Havn, fyrr enn grindaboð aftur ljómaðu. Tað vísti seg tó, at talan var um springarar, og sambært einum av grindaformonnunum setti sýslumaðurin forboð móti, at teir vórðu hildnir til. Tískil
Grindin verður býtt í drápspartarnar, sum vóru 417 í tali og í heimapartar til tey, sum búgva í Sunda Kommunu og á Eiði, og tilsamans eru 2500 drápspartar. Drápspartarnir eru eitt skinn av grind og ein biti av [...] Tað er nú greitt, at seðlarnir í Hvalvíksgrindini í morgun, koma út klokkan seks í kvøld, og tað verður á bryggjuni í Hvalvík Karl Johansen, sýslumaður, sigur at tilsamans vórðu 157 grindahvalir og 53 [...] av springaratvøsti í part og hvør heimapartur er 0,25 skinn.
Nakað fyri klokkan tvey legði ein grind beinini í Hvalvík. Enn er ikki talt upp, men talan var um 40 hval. Tað gekk væl at halda grindina til, um enn tað hevur gingið eitt sindur skjótari onkuntíð áður
Seinnapartin í dag verða nógvir bátar at síggja í Nólsoyarfirði. Og so verða fólk kanska væntin og halda, at nú er grind – men so er ikki. Løgreglan sigur á Facebook, at tað eru upptøkur til sjónvarpsrøðina [...] sum fara fram í Nólsoyarfirði nú seinnapartin. Løgreglan sigur, at talan verður um upptøkur, har tað líkist grindadrápi. Men tað er ikki grindadráp og tí loysir tað seg ikki at fara í bátin og stima út
Jacobsen gjørdi beinleiðis í sendingini "Bátaradio" á Rás2 frá Regatta 2017. Samrøðan var við Tórhallu Dabalos, sum er ættað úr Haldórsvík. Tórhalla Dabalos býr uttanfyri San Francisco í tí amerikanska deilríkinum [...] Føroyar gerast vakrari og vakrari fyri hvørja ferð hon vitjar aftur á klettarnar. Tórhallu líkar væl grind og spik, men hon ansar væl eftir ikki at umrøða tað yvirfyri amerikumonnum- og kvinnum, sum einki
fyri Kirkjubønes. Skopunarfjørður er fullur av grind, og í løtuni verður bíðað eftir, at tað skal fara at reka norður í Nólsoyarfirði, áðrenn lagt verður inn í fjørðinn við grindini. Mett verður, at grindin [...] er eingin møguleiki at halda til í Sandágerði. Ætlanin er tí at faa ein part riknan inn í Sandágerð. Rákið er um at skifta, og gongur væl at reka, kann grindin verða í Sandágerði um hálvan til ein tíma