mannarættindi í land-inum - samstundis sum manna-rættindi í USA eru avmarkaði fyri tey hvítu og ríku. Tað tykist harumframt verða heldur lættari at ávirka eitt land sum USA, heldur enn t.d. Kina og Burma, [...] lyndi til í Evropa at innflyta og apa seg eftir øllum tí, ið kemur úr USA, - eisini sovornum tvætli sum McDonald?s, Beverly Hills og Baywatch. Tíanverri er man vorðin bangin fyri, at harðnaði amerikanski [...] av sosialum trupulleikum og hvussu teir skulu loysast ikki skal gerast so einfald og uttan javnvág, sum tað er í tí amerikanska samfelagnum í dag. Tí er alneyðugt at byrgja fyri við brimgarði mótvegis a
Í øllum hesum nýggja, sum handlarnir hava at bjóða í heyst, kundi ein eisini hóma eitt sindur av tí, sum hevur verið frammi seinnapartin í hesi øldini. Ikki minst slapp trýssarastílurin at royna seg í [...] í 90'ara útgávu, eins og tónleikurin, ið fylti rúmið, meðan ungfólkini, sum komu væl frá uppgávuni, gingu á pallinum. Annars vóru litirnir, ið vit kunnu vænta okkum í heyst, rættiliga fjølbroyttir. Líka
heilt givið var sera bangin, var hann so sam-starvsfúsur mótvegis fanga-vørunum sum gjørligt, og hann royndi at lata sum um, at hin ?rituella? fyrireik-ingin - høvdið og høgra bein var rakað, og langliga [...] gníggja inn - var heilt nattúrlig. Hann vildi hava viðurkenning teirra rundan um hann og tað tyktist sum um, at hesa náttina kundu øll viðurkenna hann í og við at hann var djarvur og hevði tamarhald á óttanum [...] Síðani gekk tað sera skjótt fyri seg. Eg fylgdi honum yvir í ?stólin? og tosaði so nógv við hann sum gjørligt. Tá ið hann hevði lisið (sína síðstu) frágreiðing, søgdu vit nøkur fá orð við hvør annan.
minni skurð-viðgerðir neyðugar, fyri at fáa nálina í æðrina. Statirnir, ið nýta deyðiliga innspræning sum av-rættingarhátt eru: Arkansas, California, Colorado, Con-necticut, Delaware, Idaho, Illinois, Indiana [...] verður framleitt hydrocyanid gass, ið oyður møguleikan hjá blóðið at framleiða hemoglobin. (CYAN?ið sum er blátt, litar holdið eitt sindur blátt) Fangin missur vitið innan fá sekund um hann/hon andar djúpt [...] aftanfyri vinstra oyra hjá fanganum, soleiðis at fáa í hálsin í fallinum. Statirnir, ið nýta hanging sum avrættingarhátt eru: Delaware, Montana og Washington. Skjóting Til hesa avrætting verður í grundini
trygdarskeið, sum er ásett í kunngerðini, yvirhøvur letur seg gjøgnumføra. ?Vit halda tað eisini vera løgið at koma við eini kunngerð, sum er dagfest 1. oktober, og sum kemur í bløðini 3. oktober, og sum í veruleikanum [...] studning. Í hesum førinum er tað ein almennur myndugleiki, sum setir hetta krav fram. Tískil er minsta krav, at sami myndugleiki tryggjar teimum, sum sett verða hetta krav, eisini tryggjar at skeiðini verða [...] tað ov vánaligt, at t.d. tey feløg, sum umboða hesi fólk, ikki hava verið kunnað um henda spurning. ?Kunngerðin er annars ikki serliga greið. Tað eru reglur um teir, sum hava siglt eftir 1. oktober 1995.
frá ráðstevnuni í røðini TemaNord, sum Nordisk Ministerråd gevur út. Hann hevur starvsroyndir frá ymsum lestrarstørvum ? eitt nú á skjalasavni og eftir próvtøku sum granskingarhjálpari við RUC (Roskilde [...] og almannakunngerast, soleiðis sum løgtingið hevur gjørt av í samtyktini. Hesum rannsóknum fer stýrisbólkurin sjálvur at skipa fyri, og tær verða gjørdar samstundis; sum søgufrøðingurin ger sínar rannsóknir [...] sett Thorsen Borring Olesen, søgufrøðing og lektara við Århus Lærda Háskúla, sum ráðgeva hjá søgufrøðingi og stýrisbólki. Sum ein av teimum, ið var við til at gera DUPI-frágreiðingina um Thulemálið, hevur
eitt stórt hús, sum apoteksverkið eigur. Tað liggur so væl fyri, beint við nýggja upptøkuhølið. Tað er serliga stora goymsluhøllin í hesum húsinum, sum hevur sjónvarpsins áhuga, tí alt, sum hoyrir einum [...] viku var ein uppíbygningur, sum vendir móti J. C. Scrøtersgøtu reistur. Hesin bygningur er í trimum hæddum, hvør 140 fermetrar. Í hesum bygningi skal verða nýggja tøknin, sum hevur beinleiðis samband við [...] við hyggjaran og móttøkutólini til tað, sum tikið verður niður frá fylgisveini. Øll, sum fáast við at gera skránna, skulu eisini húsast her. Hetta húsið skal verða liðugt 1. mai næsta ár. Sama dag fekk
fleiri av landsmonnunum, sum vóru komnir niður kvøldið fyri. Fyri føroyska ferðalagnum stóðu eisini Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen, Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen, sum lítla løtu frammanundan [...] vinstrabeintir spælarar á liðnum, og hetta var av summum mett sum ein veikleiki. Hesa ferð eru sjáldsama nógvir vinstrabeintir spælarar, sum hava ilt við at brúka hitt beinið, á føroyska landsliðnum. Talan [...] hann endaði á høgra vongverja. Burtursæð frá Jan Dam er liðformaðurin einasti í hópinum hesa ferð, sum hevur røkt hesa uppgávuna á landsliðnum áður. Nógvir vinstrabeintir Tá danska landsliðið var í hæddini
rin, sum kortini undirstrikar, at í morgin fer tað fyrst og fremst at koma væl við, at tað eru nógvir spælarar, sum hava spælt nógvar landsdystir og tískil eru mentalt fyrireikaðir uppá tað, sum stendur [...] fótbóltstjóðum, heldur Jouian Johnsson, sum eisini vísir á, at tað er sera óheppið, at bæði Allan Mørkøre og Henning Jarnskor eru burtur í senn. Samstundis sum Julian saknar royndu liðfelagarnar, so gleðist [...] hesa ferð, enn tað hava verið so ofta fyrr, tá landsliðið hevur roynt seg. Men eitt at plássunum, sum er púra upplagt, er, at Julian Johnsson verður á miðvøllinum, har hann í nógvum teimum seinastu la
fór úr Gøtu og til Gijón. Eg mátti siga sum er, at tað visti eg einki sum helst um, so hann greiddi mær frá hesum, greiðir Jens Martin Knudsen frá. Tað, sum hetta snýr seg um, er, at Spania hevur longu [...] og Spania í Fraklandi komandi summar. Jugoslavia sum bólkavinnari og Spania sum besti av teimum níggju næstbestu liðunum. Og tað er hetta síðsta, sum skotar kvíga eitt sindur fyri. Tí um Spania vinnur [...] tú og liðfelagarnir hjá tær eru teir einastu, sum kunnu gera, at Skotland ikki kvalifiserar seg til HM endaspælið leygardagin.« Tað var spurningurin, sum ein skotskur tíðindamaður hevði í telefonini mikudagin