byrjar egna fyritøku Í 1905 sigur hann farvæl við Frederic Wolseley og takkar fyri seg, keypur eina niðurlagda prentsmiðju í Longbridge til verksmiðju. Sama árið, í desembur mánaði, stovnar hann fyritøkuna [...] »Twenty« . Í 1934 hevði Austin 50 ymiskar útgávur at velja ímillum. Tá Sir Herbert Austin andaðist í 1941, hevði hann havt sína egnu bilverksmiðju í góð 35 ár og bygt yvir áttahundraðtúsund bilar. Í 1947 hevði [...] Í 1866 var enski bóndasonurin, Herbert Austin, borin í heim í Buckinghamshire. Arbeiðið á bóndagarðinum hevði ikki hansara áhuga, ístaðin droymdi hann um at læra til arkitekt. Tá hann var 17 ára gamal
Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Havn Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri) [...] hvønn leygardag kl. 15.30 á Brandstøðini á Oyrarbakka. Bahá?í Miðstøðin í Gundadali Opið er hvønn hósdag frá kl. 17.00?20.00. Bahá?í-samfelagið í Tórshavn Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18 [...] KFUM & KFUK í Havn Várgleði er í jólafrí, og byrjar aftur 5. jan. Opið hús er í jólafrí, og byrjar aftur 8. jan. Tórshavnar Hvítusunnusamkoma Sunnudag kl. 11: Morgunmøti. Ongin sunnudagsskúli verður sunnudagin
desember (2. jóladag) giftust í Herlufsholms kirkju í Næstved, Arndis Sunadóttir Rasmussen, Tórshavn og Morten Wulff, Næstved. 30. desember kl. 14.00 giftast í Nazaret í Kaldbak, Unn A. Johannesen og Finnbjørn [...] innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00. Leygardagin 2. januar kl. 15.00 giftast í Skála kirkju Sólgerð Davidsen, Skála, og Signar á Reyna-trøð, Leirvík. Brúdleypsadr.: Bygdarhúsið í Leirvík. G
uppsøgnina av Henningi Jacobsen í Tinginum so álvarsliga, at hann fer at reisa málið i tinginum Hann fer tí at reisa ein fyrispurning í tinginum til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum um orsøkirnar til [...] Landsverkfrøðingurin nú er uppsagdur. Fyrispurningurin varð fráboðaður í tinginum í gjár og tað verður atkvøtt um hann hósdagin 7. januar. Jóannes Eidesgaard skilir nevniliga ikki, hvørjir fyrimunirnir eru [...] eru, og hvar tær ítøkiligu sparingnarnar eru í rakstrinum. Finnbogi Arge hevur boðað frá, at verða stovnarnir lagdir saman, ber til at spara bæði í rakstri og í íløgum. ? Men eg dugi ikki at síggja, hvar
Eirikur Lindenskov Komandi sunnudagur - 4. januar 1999, verður seinasta gudstænasta í Havnar Kirkju næstu tveir mánaðirnar. Tí nú verður farið undir síðsta stigið í umvælingini av kirkjuni, sum farin er fram [...] fram seinastu árini. Havnar Kirkja er bygd í 1788 og er sostætt ein av okkara elstu kirkjum. Nú umvælingin verður liðug, verður kirkjan sum nýggj, sigur formaðurin í kirkjuráðnum, Per Hansen. ? Kirkjan er [...] Men hesar báðar mánaðirnar, sum arbeiðið er mett at taka, mugu kirkjuligu handlingarnar fara fram í Vesturkirkjuni.
Vanliga er stongt og myrkt í Smiðjuni í Lítluvík millum jól og nýggjárs, eins og á flestu øðrum framsýningarstøðum í Havnini. Men í ár eru bæði ljós og fagrir litir at síggja í Smiðjuni. Framsýningin "Havnin [...] Sostatt er ikki talan um nakað vanligt perspektiv í myndini, alt hevur sama støddarstig. Í hvørji mynd sært tú ein heilan býling. Býurin verður sæddur meira í størri eindum, og ikki bara sum úr einum vindeyga [...] vísa veg gjøgnum myndirnar, hevur tú eina kenslu av rúmd í hesum býlingi, hvussu tað er at standa mitt í honum, ella kanska rættari ganga runt í honum. Tú sært øll húsini, sum tú vanliga bara veitst eru
listamannin í Kirkjubø. Men Søren Ryge hevði ongantíð hitt kenda listamannin, men á eini framsýning í Danmark, har Tróndur luttók, hittust teir. Tróndur Patursson er spennandi persónur og eisini kendur í Danmark [...] Dagfinn Olsen Kendi danski sjónvarpsmaðurin Søren Ryge Petersen kemur 4. januar 1999 til Føroya. Tað verður Tróndur Patursson, listamaður í Kirkjubø, ið fær vitjan av Søren Ryge. Søren Ryge ætlar at fylgja Tróndi [...] at ein fær minst líka góðar og vakrar myndir í øðrum veðri, enn júst summarveðri. Hann sigur seg einki hava ímóti vindi og regni hesar dagarnar, hann er í Føroyum, men sjálvandi vónar hann floglíkindi
at hetta er liður í eini bygnaðarbroyting. Tá talan er um avgerandi broytingar á almennum stovnum sigur sáttmáli greitt í grein 2 stk 1 og 2, at starvsfólk skulu hava boð um hetta í góðari tíð. Tað er [...] alment fram í Útvarpinum at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan skuldu leggjast saman, og at hetta fór at hava við sær umfatandi broytingar. Tann 23. desember boðar Starvsmannafelagið í skrivi land [...] leggjast saman. Í tíðindunum 31. desember á middegi boðar landsstýrismaðurin síðani frá, at einasta sum hent er, er at ein stonvsleiðari er frákoyrdur. Var talan um uppsøgn, eru heilt greiðar reglar í tænastu
Føroya Landsstýri hevur við gildi frá 1. januar 1999 og eitt ár fram valt fýra nýggjar limir í nevndina fyri Framtaksgrunn Føroya. Teir nýggju nevndarlimirnir eru: Karin Toftegaard, verkfrøðingur, Niels [...] grunnin velur landsstýrið fýra limir. Hesir fýra limirnir velja í semju fimta limin. Lóg um javnstøðu er galdandi fyri val av nevndarlimum í grunnin, sostatt skal fimti limurin vera ein kvinna. Nevndin skipar
Leygardagin 2. januar fylti Frits Jacobsen, fyrrverandi múrarameistari í Sørvági, 70 ár. Frits var fyrstur at taka sveinaroynd sum múrari í Føroyum. Hetta var í 1951. Hann hevði staðið í læru í eitt ár í Danmark [...] Danmark og hjá Petur Mikkelsen í Havn. Frits hevur sum múrari arbeitt víða um í Føroyum. Nevnast kann, at hann var við at byggja fyrsta SEV-verkið í Vestmanna, hann luttók í arbeiðinum at byggja Loranstøðina [...] iðinum, tá Vesturkirkjan í Havn varð bygd. Umframt starv sum múrarameistari hevur hann eisini átt og rikið sementstoypivirkir bæði í Sørvági og í Havn. Eitt skifti, seinast í sekstiárunum, arbeiddi hann