sett sær fyri at vera í Føroyum í alt summar, heilt til 1. oktober, í eini roynd at forða fyri grindadrápi. Nógv hugskot eru um, hvussu føroyingar skulu bera seg at. Tjóðin er farin í tvíningar um vit skulu [...] drepa grind ímeðan tey eru her, ella skulu vit bera okkum at, sum vant? Skulu vit vera blíð við tey, ella vísa teimum durafjórðingin? Eitt av teimum meiri sermerktu hugskotinum kemur frá Heina í Havn Magnussen [...] og at vísa hetta í sjónvarpi um allan heimin. Sjálvur heldur hann ikki, at vit eiga at bakka fyri teimum. Tvørtur ímóti skulu vit verja okkara rætt til sjálvi at avgera hvat vit gera, í okkara egna landi
gjørt tað til eitt av sínum aðalmálum í valstríðnum at fáa føroyingar at halda uppat at drepa grind, sigur Ruth Vang. Í tí sambandi hevur floksformaðurin verið í Føroyum og tosa ilt um føroyingar, samstundis [...] sum fremsta mál at leggja seg út í grindadráp í stríðnum fyri at fáa umboð á Fólkatingi, og sum fer at brúka umboðanina á Fólkatingi til at forða okkum at drepa grind. Og hetta ger flokkurin, hóast grindadráp [...] stilla upp til fólkatingsval, er farin at brúka grindadráp í valstríðnum. Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn. Hon reisti málið í Løgtingnum hendan dagin, tá ið hon spurdi løgmann um hann
hevði húsarhaldsbreytin í Argja skúla vitjan av Birgiri Enni og Dánjali Norðberg, sum vístu næmingunum, hvussu flak verður skorið og hvussu arbeitt verður, tá ein skal turka grind ella fisk. Eisini gjørdu [...] áhugaðir í at læra. Tey spurdu nógv og lurtaðu væl eftir, sigur hann. Við sær høvdu Birgir og Dánjal tvær baljur av hvítingi, sum teir lærdu næmingarnar at skera flak av. Tey fóru øll hugagóð í gongd, og [...] einsamallur. Men hesuferð hevði hann so Dánjal Norðberg við sær, sum greiddi næmingunum frá um turkaða grind og turran fisk. Birgir sigur, at Dánjali dámdi avbera væl at greiða næmingunum frá, og hann lat væl
fisk, grind, spik og annan føroyskan fiskaúrdrátt á sølutorginum í Vágsbotni í Havn. Síðani Mortan Johannesen, skipari, legðist uppi fyri nøkrum árum síðani, hevur hann verið útróðrarmaður burturav. Í heiminum [...] heiminum í Føgrulíð hevur hann ein industrikøk, sum er góðkendur av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og har hagreiðir hann matin, hann selur í Vágsbotni. Trýstið á pílin á myndini og hoyri samrøðu, sum Heri [...] Heri Simonsen gjørdi við hann í november í fjør.
Í løtuni verður ein grind rikin móti Vestmanna, men ætlanin er ikki at drepa grindina. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at grindin, ið telur um 15 hval, skal merkjast, og at tveir bátar eru í løtuni [...] grindaformaður er farin til Vestmannar at taka ímóti, og leitað verður nú eftir fólki í Vestmanna at hjálpa til í rakstrinum, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni.
Fyrrapartin varð grind hildin til á Nesi í Hvalba. Millum 80 og 100 hval løgdu beinini. Eingi umboð frá Sea Shepherd vóru til drápið. Tey hava annars filmað grindadrápini í Hvannasundi og Sandvági seinastu [...] seinastu tíðina – í Hvannasundi við dronu. Nú fólk eru farin undir at flyta hvalirnar av Nesi og yvir á kaiina í Hvalba, er Sea Shepherd komið til Hvalbiar og hevur stroymt frá hesum arbeiði og annars av
tær at verða aktivur partur av grindadrápi í summar. Á heimasiðuni hjá Fiskimálaráðnum stendur at lesa, at fleiri skeið um grind og grindadráp verða hildin í februar og mars. [...] Við kunngerð nr. 100 frá 2013 varð staðfest, at tað frá 1. mai í 2015 bert er loyvi at avlíva hval, um tann, sum avlívar, hevur luttikið á skeiði, har kunning og upplæring um grindareiðskap og drápshátt
legði ein lítil grind beinini í Vestmanna. Hon er mett til einar hálvthundrað hval og sýslumaðurin sigur, at seðlarnir koma út niðri á bryggjuni umleið klokkan 22 í kvøld. Grindin verður skift í drápspartar
hetta verið eitt friðarligt vikuskifti. Tíðliga seinnapartin í gjár doyði ein grind í Funningsfirði, og hevur løgreglan havt ávísar uppgávur í hesum sambandi millum annað at tryggja, at ferðslan gongur
talan ikki var um grind, men um eitt serligt slag av springarum. Og tí var avgerð tikin um ikki at gera nakað við tað, og grindaboðini vórðu avlýst, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. [...] Tað var onkur á landi, sum sá grindina, sum lá einar 500 metrar úr landi í Hvannasundi áraka nýggja tunnilsmunnan. Grindaboð vórðu send út, og sýslumaðurin varð kunnaður. Síðani tóku hann og hansara fólk