Mánadagin hevði húsarhaldsbreytin í Argja skúla vitjan av Birgiri Enni og Dánjali Norðberg, sum vístu næmingunum, hvussu flak verður skorið og hvussu arbeitt verður, tá ein skal turka grind ella fisk. Eisini gjørdu tey ein døgurðabita.
Birgir Enni letur væl at. Hann sigur, at hann hevur verið á Argja skúla einaferð áður, men tá var hann einsamallur. Men hesuferð hevði hann so Dánjal Norðberg við sær, sum greiddi næmingunum frá um turkaða grind og turran fisk.
Birgir sigur, at Dánjali dámdi avbera væl at greiða næmingunum frá, og hann lat væl at teimum, tí tey lurtaðu so væl eftir.
- Tað eydnaðist sera væl, haldi eg. Næmingarnir eru ótrúliga fittir og áhugaðir í at læra. Tey spurdu nógv og lurtaðu væl eftir, sigur hann.
Við sær høvdu Birgir og Dánjal tvær baljur av hvítingi, sum teir lærdu næmingarnar at skera flak av. Tey fóru øll hugagóð í gongd, og tá liðugt var fingu tey hvør sín posa av flaki, sum tey sjálvi høvdu skorið, heim við. Tað vóru tey sera glað fyri og eisini errin. Við sær hevði Birgir eisini laks, og døgurðin henda dagin stóð upp á laksakotilettir við grønmeti og sós. Næmingarnir stákaðust sjálvir, og Birgir legði teimum lag á.
Hetta er aðru ferð, at Birgir Enni vitjar Húsarhaldsbreytina á Argja skúla. Fyrru ferð var hann var og vísti teimum, hvussu ein matgerð við skeljadjórum. Tá borðreiddi kokkurin við øðu fyri næmingunum, sum sjálvandi tá eisini fingu høvi at royna seg.
Húsarhaldsbreytin er ein partur av tíggjunda skúlaárinum. Endamálið er, at næmingar skulu fara út úr skúlanum við einum hollum kunnleika til húsarhald og matgerð av ymsum slagi.