. Helgi ætlar tó at venda aftur til hetta umráðið til várs. Meinigheitshúsið í Havn, sum hesaferð er stigtakari til at bjóða Helga hendan-vegin, ger tað við vón um at boðskapur hansara má føra okkum nærri [...] einum stórum missiónsøki. Í umráðnum eru fleiri ættarbólkar, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin um Jesus. Higartil hava fruktirnar verið góðar. ? Eftir 5 árum vaks kirkjan har í umráðnum frá 13 til [...] hugur og sinni okkara enn meira verða vend móti teimum fólkum, ið ongantíð hava hoyt gleðiboðskapin um Jesus. Umframt at Helgi sjálvur spælir uppá harmoniku og syngur, verða tað eisini staðbundnar sangkreftir
ert tú nøgdur við tann politikk, sum sambandsflokkurin hevur ført hetta valskeiðið, sum tú sjálvur hevur sitið á tingi? Bjørn á Heygum, um tú ert tann Robin Hood, sum veljarin helt teg vera, so hevði tú [...] enn at alt fiskaarbeiðið verður lagt aðra staðni úti um landið; men sum politikkurin er nú, so oyða tit bygdirnar. Tá ið einki fiskaarbeiði verður úti um landið, kemur heldur eingin peningur inn í kommun [...] uppaftur, men tað er sum at rena høvdið ímóti kirkjubømúrinum við fullari ferð, og hetta úrslitið kann so eingin vera í iva um. Ert tú tann maðurin, sum tú sigur teg vera, tak so kúbeinið í hond og drag handan
verið kjakast um allan tann fisk, sum fer ótilvirkaður av landinum og um, at føroyingar skapa fleiri hundrað arbeiðspláss í donskum og enskum fiskivinnuhavnum. Tað hevur eisini verið tosað um virkis- og [...] framleiðslu, har mest fekst fyri hana, og hetta skuldi eisini verið galdandi fyri virkini hjá Føroya Fiskavirking. Økta virksemi innan fiskavirking hevði eisini økt um virksemi hjá teimum, sum flyta fiskin [...] Bretlandi um ráfiskin. Men syrgja vit fyri, at føroysku virkini fáa meiri fisk til virkingar - við denti á góðsking, so skuldi tað gjørt, at tey verða betri før fyri at standa seg í kappingini um ráfiskin
skjótt greitt, at hetta málið ikki ruggaði rætt. Á Vaktar&Bjargingartænastuni vóru teir varugir við, at her vóru nógvir feilir gjørdir, og at Bureau Veritas átti at havt gjørt vart við hetta, áðrenn skipið [...] skipið var yvirtikið. Her byrjar drúgva málið um Nólsoyar Páll, sum ikki enn er at enda komið. Óvanligur sølusáttmáli Um hendingarnar, áðrenn Nólsoyar Páll kom til Føroya, verður sagt í frágreiðingini, sum [...] , sum vísir á nøkur dømi: Um ein møguligur keypari er áhugaður í einum skipi á sølulista, vil hann fyrst hyggja eftir klassapappírunum hjá skipinum. Klassapappírini fevna um týdningarmestu skjølini, sum
til eina kolvetnislóggávuna á borði sínum í Tinganesi, og í dag verður hetta stóra mál fyri á landsstýrisfundi. Talan er sum so um at avgreiða málið til at fara niðan í tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður [...] at brúka óneyðuga tíð til tað. Um alt gongur sum ætlað og málið fær eina siðiliga og sakliga viðgerð, og har tingmenn semjast at standa saman sum ein maður, nú talan er um eitt so stórt og principielt mál [...] november. Tað fer so helst ein dagur til at viðgera uppskotið og fer tað so í nevnd. Tosað hevur verið um at koyra tað í eina serstaka nevnd, nú málið er so stórt. Tí vil tingformaðurin ikki vísa aftur, men
eitt serútgjørt flogfar við støð í Vágum gjørt kanningar á havleiðunum eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt flogfar av Navaho-slagnum, sum bretska fyritøkan Oilsearch eigur. Flogfarið leitar eftir og kortleggur [...] var væl nøgda við úrslitið av kanningunum hesa fyrstu vikuna. -Eg skal sjálvandi ikki upplýsa nakað um, hvat vit síggja, men kann tó siga so mikið, at vit hava fingið nakrar sera góðar upptøkur. Eisini [...] upp úr sjálvum havbotninum. Eisini gera tey aðrar kanningar, eitt nú magnetiskar kanningar. Talan er um eitt øki uppá 17.500 ferkilometrar millum Føroyar og so Hvíta økið. Tey koma so eisini inn á tað Hvíta
sjúklingarnir, um summarferian varð toygd eitt sindur. ? So høvdu vit partvís sloppið- undan hesum stakkato-virkseminum upp og niður alla tíðina. ? Hesin mátin at skipa arbeiðið uppá um summarið er rættiliga [...] Eisini á skurðdeildini verður neyðugt at spara fitt av pengum, sigur hann. Hann sigur, at talan er m.a. um at lata B 3, sum eisini verður nevnd ?fimm-daga-deildina?, aftur til 5. januar. Henda deildin er annars [...] hon letur aftur. ? Kanska verður tað ikki fyrrenn í desember, heldur hann. Skurðviðgerðir útsettar Hetta ver so í sær, at neyðugt verður at skerja virksemið svarandi til tað. Tvs, at neyðugt verður at útseta
einasta, effektiva tíðin at leggja út rottueitur er tíðliga um várið. ? Um veturin hava rotturnar tað sera ringt. Kampurin um føðina er harður, og um várið eru tær so úthungra-ar, at tá ber til at týna hana [...] veruleikanum snýr tað seg um, at tað eru so nógvar rottur til um veturin sum gjørligt fyri at tær skulu verða so úthungraðar sum gjørligt um várið. Týnir tú helvtina av rottunum um heystið, koma hinar nógv [...] at fara um. Tað eru bjørg og hamrar, brekkur, fløtur og mýrar. ? Skal eitt slíkt tiltak eydnast, er tað neyðugt at vita, hvar rottan heldur til um veturin fyri at kunna miðsavna útleggingina um tey støðini
na og fekk nakrar pentur í høvdið. Hetta var ikki nakað álvarsligt óhapp, og maðurin hevur tað gott, um enn hann ikki er heilt arbeiðsførur teir fyrstu dagarnar. Um tólið kann gerast aftur, veit Eli Poulsen [...] Tað er ikki altíð líka lætt at verja seg fyri veðrinum. Hetta fekk íslendska filmsliðið, sum tekur upp filmin Dansurin at sanna leygardagin. Tey vóru umborð á sluppini Jóhonnu, vóru stødd út fyri Tjørnuvík
Hetta er ein norskur leikur, sum eitur Ísblomstið og er eftir Terje Nordby. Ísblomstrið er ein psykologiskur krimileikur um ótta, deyða, einsemi og undurerk. Leikurin fer fram í Finnmørkini í 1880-árunum [...] 1880-árunum og snýr seg um ein gandakall. sum er boðsendur at lekja eina konu, sum liggur í seingini nærum lamin av sinnissjúku. Sum ein rættur detektivur, við góðum sálarligum innliti, avdúkar gandakallurin lygnir [...] lygnir og eina sera óhumska søgu um hjúnini. Gandakallurin kann gera undurverk, men hann er eisini eitt menniskja og verður av álvara drigin inn í lívið hjá hjúnunum á ísfjallinum. Heiðraður leikur Leikurin