Hetta er ein norskur leikur, sum eitur Ísblomstið og er eftir Terje Nordby.
Ísblomstrið er ein psykologiskur krimileikur um ótta, deyða, einsemi og undurerk. Leikurin fer fram í Finnmørkini í 1880-árunum og snýr seg um ein gandakall. sum er boðsendur at lekja eina konu, sum liggur í seingini nærum lamin av sinnissjúku. Sum ein rættur detektivur, við góðum sálarligum innliti, avdúkar gandakallurin lygnir og eina sera óhumska søgu um hjúnini. Gandakallurin kann gera undurverk, men hann er eisini eitt menniskja og verður av álvara drigin inn í lívið hjá hjúnunum á ísfjallinum.
Heiðraður leikur
Leikurin Ísblomstrið er bygdur á sagnir og søgur um Johan Kaaven, mætasta gandakall í Noregi. Hann doyði í 1918. Terje Nordby fekk í 1995 Ibsen virðislønina fyri Ísblomstrið.
Hilmar Joensen spælir gandakallurin. Jytte Joensen og Karlot Jacobsen spæla hjúnini Jóhanna og Andreas Isaksen.
Eyð Matras er leikstjóri og hevur umsett leikin. Marjun Jóanesardóttir ger pallmynd og búnar.