hóast hann helt fram at spæla, so kendist tað sum um, at skaðin darvaði. Tveir minuttir seinni legði AB seg á odda. Miðverjin Onni Tiihonen fekk høvi at reka fram eftir miðásinum, og so smekkaði hann til [...] undir strikuni, meðan AB við heimasigrinum í kvøld lyfti seg fram á áttanda plássið. Tá ið sæð verður burtur frá tølini í málum, so var tað ikki so stórur munur á tølunum. AB vann sjey hornaspørk, og B68 vann [...] steðgin varð nýggi framrættaði spælarin Mohammed Samba skiftur inn, og tíggju minuttir seinni minkaði B68 um munin. Tá var tað miðverjin Aidan Liu, sum skoraði. Málið kveikti lítla vón hjá B68, men hon varð av
hoyr søguna um serligu oyggjaleikaheiðursmerkini. Tað er YouTube rásin hjá oyggjaleikafyrireikarunum í Gotlandi, sum hevur gjørt filmin. Frásøgnin er á svenskum við enskum undirtekstum, so tey yngru kunnu [...] kunnu so lesa seg fram til tað, sum verður greitt frá í stutta filminum. [...] oyggjaleikunum í Gotlandi í Eystrasalti fáa eitt vakurt heiðursmerki, sum eitt gott og varandi minnið um Gotland við sær heimaftur til Føroya. Tað eru Sussie Pettersson, Maria Pettersson og Erik Unnerfeldt
til, at Súni Schwartz Jacobsen so brádliga er farin úr sessunum er enn óvist, men hann hugleiðir samstundis um, at tað kann hanga saman við tí, sum Bárður Larsen er komin fram til í kanningararbeiði sínum [...] Eik banka fer frá umgangandi Hann vísir á, at rumbul rundan um Betri Samtaki hevur í dag nátt sínum higartil størsta klimaksi, nú stjórin so dramatiskt er farin frá øllum leiðandi størvum. Víðari sigur
stig. Meðan talan verður um fagurt vetrarveður mánadagin og týsdagin, tá ið sólin fer at kaga undan, ta fer at kava eitt sindur, og kuldin verður dygst undir frostmarkinum, so verður tað ógvuliga kalt [...] at tað inni í landinum verður uppaftur kaldari enn so. Tað verður ikki fyrr enn fram ímóti vikuskiftinum, at møguleiki aftur verður fyri hitastigum omanfyri frostmarkið. [...] kalt mitt í vikuni, tá vindferðin verður 5-8 metrar um sekundið. Forsøgnin hjá DMI sigur, at hitamátarin týskvøldið fer at vísa -12 stig, og mikukvøldið fer hann at vísa -15 stig. Tað er møguleiki fyri, at
hansara, Sigmund Poulsen, spyr hann um umstøðurnar rundan avgerðina at leggja málið fyri tingið aftur. - Eftir tað, sum var komið fram, so var semja í samgonguni um, at málið mátti leggjast fyri tingið [...] frá Kára P. Højgaard. Tað gjørdi eg 5. septembur, tá eg setti hann úr starvi, men inntil hesa tíð, so var Kári P. Højgaard landsstýrismaður í innlendismálum, og tí var tað hann, sum varaði av tunnilsmálinum
seinastu dagarnar hava søgur gingið um, at skandinaviska flogfelagið SAS fer á húsagang týsdagin, men nú skriva norðurlendskir fjølmiðlar, at felagið hevur funnið eina loysn, so tað slepst undan húsaganginum [...] milliardir svenskar krónur um árið. Samstundis frættist, at stjórnirnar í Danmark, Noregi og Svøríki, sum eiga SAS, eru til reiðar at veita felagnum trygd upp á fýra milliardir krónur, so felagið kann leingja [...] . Sagt verður, at leiðslan í SAS fer at leggja bjargingarætlanina fram í morgin, men eftir tí, sum fjølmiðlarnir hava frætt, verður felagið bjargað við, at 1.000 starvsfólk verða uppsøgd, og at hini fara
gloyma, tað er hetta: sjálvt um tað, sum vit kunnu, av og á kann tykjast lítið í mun til tað, sum hini kunnu – so ger tað mun. Og tað kann enntá – sum hjá músini, eg fortaldi um í áðni – hava avgerandi mun [...] og gerast meiri sjálvstøðug, so tey betri megna at fóta sær. Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevði heiðurin at handa prógvini og flyta fram røðu í góðveðrinum við Skálafjørðin
nágreiniliga er sáttmálin galdandi fram til 30. juni 2022. Sambært BBC, so fær Neymar 6,4 milliónir krónur um vikuna í løn frá PSG. Hetta er næstan tríggjar ferðir so nógv, sum hann tjenti í FC Barcelona [...] spælari. Til samanberingar kann nevnast, at Cristiano Ronaldo og Lionel Messi tjena 3,15 milliónir krónur um vikuna, og at Neymar tískil tjenar eins nógv sum teir báðir tilsamans.
tá ið talan er um ein aðalstjóra, tí viðkomandi arbeiðir so tætt saman við politisku fyrisitingini. Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, helt, at hetta er ein broyting og hann vildi vita um ætlanin er at [...] Jacob Vestergaard fanst at, hvussu setanirnar fara fram, tá ið persónur var settur á løgmansskrivstovuni. Tá segði løgmaður, at tað var ein setanarbólkur, sum tók sær av hesum máli. Nú er tað landsstý [...] at gera politiskar setanir av aðalstjórum í framtíðini. -Er tað ætlanin, so má ein nýggjur landsstýrismaður eisini hava møguleikan at skifta verandi aðalstjóra út, tá ið viðkomandi tekur við sum landsstýrisfólk
á Viking liðnum og í dag fekk hann so møguelikan í útidystinum móti Tromsø. Tíverri fyri hann og Viking, so endaði tað við einum ordans ósigri. Tromsø kom á odda um miðja fyrra hálvleik og stutt fyri hálvleik [...] skifta Jóan Símun út í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki helt gongdin fram og Tromsø kom á odda við heili fimm málum, áðrenn Viking minkaði um munin.