Tað er neyvan av tilvild, at fólk fyri øldum síðan búsettu seg á Sandi. Her er slættur og góður vøkstur. Ein partur av bønum liggur oman yvir sandi. Sólin hitar sandin meira, enn hon hitar moldina, og [...] og tá tað regnar, seyrar vætan skjótt burtur aftur, so einki liggur og rotnar og doyr í vætu. Á Sandi er vanligt, at bøndur sláa bøin bæði tvær og tríggjar ferðir, og nógv eru tey, sum eiga eina góða eplaveltu [...] grasið í brunn, sligið bøin fyrstu ferð í ár, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Junimánaði er bara hálvrunnin, grasið er væl vaksið, og tí bendir mangt á, at hetta verður eitt av árunum, har grøðin fer at roynast
og Norwich, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni, nú eitt umfar er eftir. Norwich vann eisini í kvøld, men 4-2 sigurin á Watford er til einkis, tí Sunderland vann sín dyst. Á Anfield spældi Liverpool [...] javnleiki 1-1. Eden Hazard legði Chelsea á odda, meðan Christian Benteke javnaði. Hetta er aðru ferð upp á fá ár, at Newcastle er flutt niður. [...] Tríggir dystir hava verið í Premier League í dag. Stóra søgan er, at Newcastle og Norwich eru endaliga flutt niður saman við Aston Villa, meðan Sunderland við sigri hevur tryggjað sær plássið í deildini
n merkir, at Gunnleyg Durhuus reelt er farin heim. Hon skal vera tøk til ráðgeving í september, men er síðani fríttstillað pr. 1. oktober. Tað kostar tó ikki einki at loysa Gunnleyg Durhuus úr starvinum [...] Orsøkin er, sambært fráfaringaravtaluni, bygnaðarbroytingar. Sambært tekstinum í fráfaringaravtaluni er virksemið hjá Eldradeplinum flutt inn undir Menningardepilin, og starvið sum depilsstjóri fyri E [...] løn. Harumframt fær hon eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í seks mánaðir. Deildarstjórin er lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins. Tað gevur henni 45.935 krónúr í løn um mánaðin
Tað er serlig toskurin, ið er hækkaður í nøgd og virði. 24.363 tons av toski eru avreidd, og tað er ein hækking á 53,8 prosent í nøgd, og 54,8 prosent í virði. Nøgdirnar av upsa eru hinvegin minkaðar. [...] uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór ella lítil royndin hevur verið [...] Frá 20.674 til 18.000 tons. Í virði er lækkingin 21,3 prosent og í nøgd 12,9 prosent. Upplýsingar um onnur fiskasløg síggjast í talvuni. ##med2## Avreiðingarnar eru uppgjørdar í landaðari vekt, tað vil
hendan mánaðin. Tað, sum er ørkymlandi, er, at vit síggja ikki longur fram enn nakrar fáar vikur, sigur hann. Nevndarformaðurin heldur, at nógv er mist í hesum árinum. – Árið í ár er kanska farið. Vit kunnu [...] Tað sær einki serligt út hjá flogvinnuni, og fleiri útlendsk feløg hava sagt nógvum starvsfólki upp. Men í føroyska flogfelagnum er eingin uppsagdur enn. – Flestu av starvsfólkunum eru í ALS-skipanini
at tala verður um verkfall, so er tað ikki vist, at øll feløgini fara í verkfall, segði hann. Men hann vildi ikki vátta, at tað er Pedagogfelagið, sum er tað felagið, sum er forfordeilt. Men Portalurin skilti [...] Tað er ikki vist, at øll tey fýra fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum fara í verkfall, um tað verður úrslitið, tá feløgini mánadagin fara at svara arbeiðsgevarunum. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroyar [...] við semingsuppskotinum, tí felagið vildi hava fyrireikingartíð til pedagogar inn í sáttmálan. Men einki hendir fyrr enn mánadagin, tá feløgini fara at svara Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum
arbeiðsleysum ungfólki er vaksið umleið fýra milliónir tey seinastu fimm árini, og støðan er serliga ring í evrulondunum, har 20 prosent av teimum ungu eru arbeiðsleys. Men støðan er uppaftur verri aðrastaðni [...] og 23 ára gomlu í heiminum ella umleið 75 milliónir fólk hava einki arbeiði, og sambært einari nýggjari frágreiðing, sum BBC hevur hugt í, er eingin vón um nakran stórvegis bata tey fyrstu fýra árini. Í [...] aðrastaðni. Í Norðurafrika er arbeiðsloysið millum tey ungu 27,9 prosent og í Miðeystri 26,5 prosent. Í Eysturasia arbeiðsloysið millum ungfólk næstan tríggjar ferðir størri enn millum teimum vaksnu.
V. Andersen vant á Svangaskarði, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakar nýggjur skal hjálpa til. Keita er tøkur aftur, meðan Kamara framvegis er langtíðaskaddur. Christian Høgni Jacobsen og Jóhan [...] Jóhan Dávur Højgaard eru leikbannaðir. Hjá FC Suðuroy er tað komið dátt við, at verjuálitið, Heini Vatnsdal, er so mikið skaddur, at hann ikki verður við næstu vikurnar. [...] góða. Sambært støðutalvuni eigur møguleikin at vera størri fyri úrtøku hesa ferð enn so ofta áður. B68 er næstaftast, og tað sigur seg sjálvt, at toftamenn eru svangir. Á nýggja graslíkinum eydnaðist tað TB
arbeiðsføru spaniumonnunum ella knappar seks milliónir fólk ganga og mala fyri einki. Hjá teimum ungu er støðan uppaftur verri, tí har er arbeiðsloysið nú farið upp um 50 prosent. Tøl hjá hagstovuni í Madrid vísa [...] 24,6 prosent, tá árið endar. Men arbeiðsloysið er sera ymiskt í teimum ymsu landspørtunum. Í Catalonia er tað heili 34 prosent, men í Baskaralandinum er tað bara 14,6 prosent.
umhvørvisverndarfelagsskapir siga, at talan er um eina landsvanlukku, og Barack Obama, forseti, hevur sagt, at stjórnin er til reiðar at veita alla hjálp. Millum annað er stjórnin til reiðar at lata hermenn taka [...] olju upp. Barack Obama hevur eisini gjørt greitt, at einki oljufelag sleppur at leita eftir nýggjum brunnum í Meksikanska Flógvanum, fyrr enn greiði er fingin á, hví ein pallur hjá BP sprongdist í síðstu [...] Vandi er fyri, at oljulekin í Meksikanska Flógvanum kann dálka ein stóran part av amerikonsku suðurstrondini. Tann fyrsta oljan kom inn á land í statinum Louisiana í nátt. Ættin ger, at oljan rekur eisini