var leikliga omaná í 1. hálvleiki, men eftir steðgin sóu teir 7.795 áskoðararnir eitt sera væl upplagt heimalið, sum trýsti fyri at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist ikki. FCK málverjin, Magnus Kihlstedt [...] um tað tók sína tíð, áðrenn teir fingu sigursmálið ímóti botnliðnum Silkeborg. Veerjuspælarin Nicolai Stokholm, sum hevur verið í nánd av landsliðnum, skoraði, tá eitt korter var eftir. AaB og Esbjerg [...] UEFA Cup. Teir vunnu 1?0 á Ajax í Amsterdam, men tað sást aftur á avrikinum í Odense sunnudagin. Eftir fínt upplegg frá Zuma úr høgra borði fluktaði Thomas Röll til 1?0, tá eitt lítið korter var farið
num. Fyri ikki so langari tíð síðan segði Høgni Hoydal í samrøðu við Jyllands-Posten, at nú var umráðandi at halda fast um fullveldiskósina, tí annars fóru politikkarar at geva eftir fyri tí skríggjandi [...] fullveldisætlanin kundi fíggjast. Teir hava stolt ignorað alt tað, sum hetta samfelagið skríggjar eftir á flest øllum økjum. Teir fáa saktans sovið teirra søta blund hvørja nátt fyri bíðirøðum til røktarpláss
Hanus Kamban Fisk og flísar í sínum upprunaliga, ediliga sniði fær ein bara í Onglandi. Longu dagin eftir at eg í miðjum oktober var komin til London, leitaði eg mær tí niðan á Odysseus, á vegamótinum har [...] Charing Cross Road umskarast. Henda matstovan kann viðmælast øllum, sum eru svong, ikki hava góða tíð og ikki beinleiðis svambla í pengum. Tú verður blídliga móttikin, og tú situr mitt í býarins hjarta [...] sær góðar stundir, og kvøldið, nú seint í trokingartíðini, sendir fossar av vappandi býarfólki út eftir New Oxford Street ella oman móti Leicester Square, slepst ikki undan, at tankin heftir seg við vi
eg upplivdi hendan morgunin. Vit møttu sum vanligt á donsku FN missiónini í morgun kl 8.15 lokala tíð. Tá bløðini og Hotmail vóru lisin, var klokkan blivin 9.15 og byrjaði regluligi kunningarfundurin. [...] rin inn og greiddi frá, at eitt flogfar, sum skuldi til Dominikanska Lýdveldið tríggjar minuttir eftir at tad var farið á flog av JFK flogvøllinum, var nidurdottið í býarpartinum Queens. Hesin liggur einar [...] og trygdarfólk av alskyns slag eru at síggja allastaðni. Eitt serstakt fyribrigdi var at síggja eftir hendingina, sum ikki hevur verið at sæð fyrr. Túsundtals fólk standa og tosa í fartelefon og eisini
er burtur. Ikki bara í krónum og oyrum, men hugburðurin er somuleiðis broyttur. Eftir tógvið stríð í samgonguni eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum, at sannføra hinar um, at stuðulspolitikkurin til vinnuna [...] tey bleytu virðini og føra ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, sum miðar eftir sjálvbjargnum búskapi. Hesin politikkur tekur tíð, men má fyri alt í verðini sleppa at halda fram. Føroyar og Danmark tveir
seg serliga væl higartil í ár, og eftir dystin máttu vónbrotnu, grønu viðhaldsfólkini ásanna, at lið teirra framvegis eigur botnsessin í bestu mansdeildini. Tað eydnaðist nevnliga Tjaldri at vinna botnuppgerðina [...] heimaliðnum, og tó at eitt Time-out bøtti nakað um støðuna, so kom sigurin hjá Tjaldri ongan tíð í veruligan vanda eftir hetta. Kyndil royndi at stressa mótstøðuna, og teir fingu eisini onkur kontra-mál við hesari [...] ført teir ósigraðar gjøgnum tríggjar dystir á rað, og tað er so ikki komið fyri hjá teimum í nýggjari tíð. Sjálvur sigurin hjá Tjaldri varð staðfestur seinasta korterið ella so av dystinum, men fram til tá
sum avbjóðarin til gullið hjá VÍF. Kyndil hevur hinvegin hildið fram har, sum tær sleptu í fjør, og eftir fyrstu seks dystirnar vóru bert tvey stig innkomin á kontina, og at vænta at hetta talið fór at økjast [...] hálvleiki leikaði framvegis javnt á. Ikki fyrr enn okkurt um triðingurin var farin av umfarinum, eydnaðist Stjørnuni at toga seg leysan. Innan góðar tveir minuttir togaðu tær seg fýra mál frá mótstøðuni [...] at eydnast í størri mun hetta kappingarárið enn í fjør. Tá var ein av vansunum, at tað tók ov langa tíð at spæla Simonu Dziugyte inn á liðið, men hesa umberingina eigur Stjørnan so ikki í ár. Simona hevur
rutina enn ein avgerð, sum Hilmar skal avgreiða handan gardinurnar. Avgerðina hevur hann tikið fyri langari tíð síðan, og hon byggir mest á ideologisku markeringarnar hjá flokkunum. Føroyamálið spælir eisini [...] einstakur politikari stendur fyri, og tí atkvøður tú meira eftir teimum langu linjunum í politikkinum hjá hvørjum flokki, sigur Hilmar Simonsen, eftir at hava gjørt sína ávirkan galdandi. Javnaðarflokkurin [...] hugsingur um at seta seg inn í hvat teir allir standa fyri. Har eru millum onnur Hampepartiet, sum eftir vanligum normum tó langt frá er nakar »hampaflokkur«, men hinvegin ein flokkur, ið fyrst og fremst
so byrjaði hin vanliga myndin at tekna seg. Myndin, har botnliðið missir móti, tí tað ikki gongst eftir vild, meðan mótparturin so líðandi dregur alt meira frá. Onkur tók tó skemtiliga til, at tá treiski [...] soleiðis at møguleikin fyri skjótum mótálopum skuldi vera til staðar. Hesin parturin av spælinum eydnaðist eisini, men tó at hópur av mótálopum spurdust burturúr, so vórðu alt ov nógv av hesum tveitt burtur [...] tekin um ótta og fjáltur vóru at síggja, tá StÍF fyri fyrstu ferð minkaði munin niður í tvey mál, men eftir at Neistin so aftur økti um munin, var mest sum alt avgjørt. Fingu royndir Hóast tapið, so fekk StÍF
hann sigldi til avreiðingar. Veiðan vá 19.300 pund. Hetta var størsta veiða í Grønlandi tá eftir so stuttari tíð, men "Gigan" var so tungur bátur, tá hann var lastaður, at motorurin helt ikki til stríðið [...] "Grindafossi" at fáa fisk, og longu fyrsta árið í Føroyingahavnini var hann bestur. Navnið fekk báturin eftir einum fossi í Skálavík, har Tórstein plagdi at fanga síl sum smádrongur. Men tað gekk onki í fyrstani [...] heim við "Polli". Hann fekk eina dramatiska heimferð, tí teir mistu róðrið á ferðini. Manningini eydnaðist at rigga eitt neyðróður til við stampum og tunnum, og "Njarðlingur" vann upp land, men fólk vóru