vinnari av hesi kappingini gjørdist Marius Joensen úr Sunda Byrsufelag. Hann rakti 78 av 100 dúgvum. Gongd komin á hjá Byrsumúla Finn Ludvig úr Byrsumúla, sum vann seinastu veðrakappingina, sum var í 1993 [...] kapping í skeet-skjóting á breytini hjá teimum norðan fyri Norðskála. Kappingin hevur Føroya Bjór sum sponsor og fyrsti vinningur var ein veðrur. Hann varð flettur beint eftir kappingina og vigaði 86 pund [...] við 72 dúgvum. Tilsamans 16 mans vóru við í kappingini, 10 úr Sunda Byrsufelag og seks úr Byrsumúla. Av tí at Byrsumúli hevur havt so vánaliga umstøður at virka undir, hava ongar kappingar verið síðani 1993
dreingjum, og afturat sær hevur hann Símun Olsen sum hjálparvenjara. U18 liðið skal venja næstu ferð 29. november, tá vant verður á Skála. Restina av venjingunum, sum fyribils eru lagdar til rættis, verða 27. [...] Tá vandu fýra landslið ymsastaðni í landinum, og restina av vetrinum fara øll hesi lið at venja regluliga. Talan er um seks samlingar fyri hvørt av hesum liðunum fram til mars mánaða, og næsta summar fara [...] Ikki teir somu árgangirnir Árgangirnir, sum kunnu verða við á hesum landsliðum eru ikki teir somu hjá dreingjum og gentum. Á U18 liðnum hjá dreingjum eru spælarar, sum er føddur í 1978 og 1979, meðan hjá U18
lurnar av bilunum í eitt ávíst áramal. Fyrsta tilboðið av hesum slag var almannakunngjørt í eini lýsing, sum p/f Wenzel hevur havt í Sosialinum á internetinum síðani seinasta fríggjadag og sum m. a. eisini [...] gjørt, uttan at eigarin av bilinum rindar so frægt sum eina krónu, sigur Leif Hovgaard við Sosialin. Hann vísir á, at avtalan umfatar alt tað mekaniska í bilinum - ikki skaðar, sum vanliga tryggingin umfatar [...] leggur hann afturat. Hjá p/f Wenzel vænta teir sær nógv av nýggju skipanini, og sum Leif Hovgaard vísir á, so eru rakstrarútreiðslurnar stórar av einum bili. ? Tað er klárt, sigur hann. ? Tá tað kostar
aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur mál á ærligan hátt; tey [...] órætt«. Undirritaði kann av sonnum lívsroyndum vitna um hetta, at allir »Samfelagssjakalar« (advokatar) við fylgi hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja eina søk sum tað passar teimum, til tess [...] einum advokati at rætta ein feil, sum einans nýttist at taka 7 minuttir at rætta uppá, men tað kostaði mær tað hvíta úr eygum mínum. Viðvíkjandi hesi bankakanning, sum nú hevur verið undir skurðviðgerð
Føroyar í fokus Eitt av teimum heilt stóru tiltøkunum, sum vóru í 80?unum, var Færøerne i fokus, sum varð hildið í Forum í Keypmannahavn í 1986. Og har stóð Tryggvi Johansen sum stavnamaður. »Hetta tiltakið [...] Men tað loysti seg, heldur hann. Og ávirkanin av tiltakinum helt sær í nógv ár eftir, at tiltakið, sum so, var av. Tað var veruliga ein tiltrongd framsýning av Føroyum, sigur Tryggvi Johansen. »At tað seinni [...] du Nord, sum helst fleiri føroyingar, sum hava verið í Keypmannahavn, kenna. Húsini eru løtt at finna, tí á horninum veittrar føroyski vimpulin. Hesi hølini eru munandi rúmligari enn tey, sum flutt varð
at væl av arbeiði skal vera á virkjunum, tí harvið verða tvær inntøkur í húsunum. Og millum fólkið skortan viljin ikki at fáa fyritøkuna at ganga. - Fólk eru glað og takksom, og tey arbeiða, sum eg veit [...] virkjunum, sigur Martin. Ikki mist royndirnar Fleiri av flakakvinnunum eru royndar, og sjálvt um einki arbeiði hevur verið í fleiri ár, eru tær líka fermar sum tá. Onkrar nýggjar eru, men tær koma skjótt eftir [...] linja í Skopun, men seinni í vikuni fer væntandi at bera til at koyra við tveimum. Tað er frystiorkan, sum enn er ov lítil. Higartil hevur Sandoy Seefood bara tikið ímóti útróðrarfiski frá bátunum í oynni,
er Gulla Mohr, sum er lærari, sum fer at undirvísa hesi kvøldini. Hesi fólkini, sum ganga til føroyskt um kvøldið, eru slík, sum hava búð í áravís í Danmark, og kanska hava gloymt nógv av tí føroyska. Hans [...] hjá teimum, sum seinni helst fara heimaftur, at børnini kenna ov lítið til føroysk viðurskifti, tá tey koma aftur. Tey flestu teirra, sum hava børn, sum ganga í skúla í Odense, eru lesandi, sum helst fara [...] avgjørt at taka av. Eitt av tí, sum formaðurin gleðir seg til, er at fáa føroyskan mat í húsið. Ætlanin er at borðreiða við føroyskum mati í felagshølinum eina ferð um mánaðin. Kórstevnan, sum føroysk kór
fyri seg um okkara leiðir í 19. øld. Sum ein fylgja av hesum fóru fólk at seta út í kortið, hvussu nýggju rættindini skuldu fremjast í verki. Nú var tað fólkið, sum skuldi skipað samfelagið. Liberalisman [...] »Frælsi, javnaður og brøðralag«. Í 1789 kom mannarættindalýsingin, sum staðfesti tey grundleggjandi mannarættindi, vit í okkara heimi taka sum eina sjálvfylgju í dag. Einaræðini fóru at rilla, og fólkastýrið [...] sosialisman, sum hevði tað solidariska samfelagið fremst í skjøldri sínum. Grundhugsanin í sosialismuni er júst, at fólkaræðið skal fullførast út til ytstu mørk. Eingin skuldi gera sær dælt av, at ein annar
Thomsen av Skála, sum var handverkari og arbeiðsformaður, sat á tingi í 16 ár og stillaði ikki upp aftur 1994. Alla hesa tíðina frá 1936 til 1990 hevði flokkurin ein stabilan veljaraskara, sum var vaksandi [...] agitatión gav Javnaðarflokkinum skyld-ina fyri allar landsins ólukkur, og vit mistu helvtina av tingmanningini, sum fór úr 10 niður í 5 tinglimir. Serliga var ágangurin øgiligur í Eysturoynni. Vit mistu yvir [...] sunna framgongd fyri flokkin. Nógv av teimum, ið lótu seg tøla og villleiða í 1994, eru komin aftur í flokkin. Eysturoyar Javnaðarfelag hevur 260 trúgvar limir, sum eru stamman í veljaraskaranum. Hetta
høvdu ikki tey boð til fólk, sum javnaðarflokkurin hevði. Eisini høvdu danir eina stóra hjálp í teimum skrivandi monnunum, sum bæði í talu og skrift vístu á teir skeivleikar, sum vóru millum stættirnar í landinum [...] hánt um, at SUF skuldi takast við evni, sum ikki beinleiðis kom okkum við. Í okkara heimapolitikki, so sum hernaðarspurningurin. Her kann viðmerkjast, at fleiri av okkum bóru svenska hernaðarmótmælismerkið [...] útferðir, sum savnaðu hóp av ungfólki. Til hesar hevði Diaba í Funningsstovu gjørt felagsmerki. Reytt merki við hvítum stavum SUF á. Hann var annars altíð fúsur tá nakað var á vási í felagnum. Av øðrum serliga