hetta er tó ikki fyrstu ferð, at hann er veiddur um okkara leiðir. Fiskaslaktarin í Miklagarði, Flemming Palmus, sigur, at fiskamaturin í laksastyrju minnir um okkurt, sum liggur millum laks og tunfisk. - [...] Men hann ætlar, at fólk, sum koma fram við í Miklagarði, eisini skulu sleppa at royna roykta laksastyrju. - Eg fari eisini at roykja nøkur pettir av sjáldsama fiskinum, so fólk eisini sleppa at royna hann [...] síggja til, er fiskurin í laksastyrju heldur myrkari enn í eitt nú laksi. Kanska minnir liturin meira um litin á royktum laksi. Fekst og roykt Flemming Palmus sigur, at laksastyrjan verður seld sundurskorin
Har eru vit einigir. At alt, sum ein partur leggur fram, er tað einasta rætta, - har eru vit ikki einigir. Tað sum Maskinmeistarafelagið hevur lagt fram var eitt uppskot, ikki nakað krav. Maskinmeistarafelagið [...] uppskotið, kann Maskinmeistarafelagið bert taka til eftirtektar. Viljan til nýhugsan kunnu vit so altíð kjakast um. Føroyska samfelagið rindar Formaðurin í felagnum Rækjuskip nevnir, at føroyska samfelagið [...] rar, sum er betri enn galdandi sáttmáli, er bert at gleðast um. Men at blíva fornermaður yvir, at hesir maskinmeistarar fara aðrar vegir um eitt betri tilboð kemur, tá er formaðurin langt úti og óseriøsur
út av. Nógv ferð er á bilinum; hann heldur fram gjøgnum veitina og brestur beint í eitt múrað transformator-torn, ið stendur beint við vegin. Bresturin er so harður, at teir báðir tvøroyrarmenninir, førarin [...] undir liðini, doyggja á staðnum. Hinir báðir, ið sita aftan, eru eisini illa skaddir; annar so illa, at tað stendur um lív. Maðurin, ið sleppur best frá vanlukkuni, hevur brotið bæði arm og bein, men er ikki [...] eitt. Løgreglan í Suðuroynni fekk fráboðanina um støðina í Tórshavn klokkan 2.27, og teir vóru skjótir á staðið. Longu tá vóru sjúkrabilur og lækni komnir fram. Roynt varð at fáa teir fastkleimdu unglingarnar
yvirvág, so hildu Rói Zachariassen í AB málinum og liðfelagar hansara tørn um málleysan javnleik, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá eydnaðist tað loksins Víkingi at fáa hol á, og so skrædnaði [...] at halda fram í kappingini, og at tað var neyðugt at seta stuðulsspælararnar inn, sum sótu á beinkinum, var ikki heilt eftir ætlan hjá Víkingi, men tað endaði væl, og tað man vera ivasamt, um hálvi tímin [...] sigri, men tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at favorittarnir fara at halda fram í steypakappingini, og at leikluturin hjá AB er liðugur í steypakappingini á hesum sinni. Víkingur
Ímynda tær, at øll børnini í Føroyum vórðu dripin. So nógv børn eru dripin í Gasa. Ímynda tær, at tað slapp at halda fram. Tað heldur fram í Gasa. Ímynda tær, at tú vilt taka tíni børn og rýma. Tú kanst [...] sum tín egni heimur brúkti um tragediuna í Ukraina. Tey avgjørdu politisku átøkini, solidaritetin og kontanta mótsvarið. Ímynda tær, at tað gongur ein tunn húðarlinja tvørtur um heimin, sum onkuntíð er ein [...] fyrsta tíman. Ella kensluna at halda einum pinkubarnakroppi, sum lívið er runnið burtur úr. Ímynda tær so, at fólk siga, at tað er tín egna skyld, tí tín stjórn er vitleys. At fólk sigur - tit elska ikki tykkara
ivast í, at Tórshavnar býrað fer at taka væl ímóti uppskotinum at friða økið rundan um Tinganes. Býráðið hevur fram um nakran annan myndugleika ábyrgdina av, at Tinganes verður varðveitt óskalað fyri e [...] syndarliga hending avdúkaði, hvussu trupul havnin er hjá stórum skipum. Tað má tí spyrjast, um tað er skilagott at halda fram við útbyggingini, soleiðis at enn fleiri stór skip enntá í senn, skullu leggja at inni [...] verður loyvd, sum kann skaða ella órógva umhvørvið í Tinganesi. Hevur býraðið stóra ábyrgd í hesum máli, so er ábyrgdin hjá landsstýrinum ikki minni. Í Tinganesi heldur umsitingarvaldið við løgmanni á odda til
fullveldi. Sjálvandi ber tað til! Tað er ein spurningur um sjálvsálit. Vit í Javnaðarflokkinum síggja ljóst uppá at koma framá á sjálvstýrisleið, sjálvt um vit mangan mugu arbeiða í mótbrekku, har mótstøðan [...] okkinum eru nógv góð fólk, ið bjóða seg fram sum fólkatingsvalevni, og hjá okkum eru tað úrslitini, ið telja og ikki talið av yvirskriftum í fjølmiðlunum, og so sanniliga ikki, hvussu nógv uppskot man [...] fólkatingslimur burturav. Tað er nú einaferð so, at summi megna ikki meir enn at loysa eina uppgávu í senn, meðan onnur klára væl og virðiliga fleiri. Soleiðis eru vit so ymisk.
gjørt kunngerðina frá 97 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands meiri ómenniskjaliga. Fólkaheilsa og mjólkaprísir At Bill nevnir fólkaheilsuna vísir, at hann er í so kaldur. Tað einasta [...] politisku avgerðum. Ynskir veljarin ein meiri menniskjaligan og álítandi heilsupolitikk, so vil Javnaðarflokkurin, um vit fáa neyðugu styrkina og koma í samgongu aftan á løgtingsvalið, føra ein ítøkiligan [...] Justinussen, hvat feilar Kristian Magnussen? Orsøkin er, at eg í grein í Sosialinum leygardagin m. a. føri fram at »Hóast vit hava havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, eru ikki stórvegis ábøtur gjørdar
vóru komnir eitt sindur inn um 1500 metra málið, var Vestmenningurin fremstur. So var tað, at Havnarbáturin so at siga hevði funnið stevið. Í hvørjum taki vunnu teir seg fram á og síðani framvið hinum báðu [...] Havnarbátin, tá vestanstevnuróðurin verður á skránni í Sørvági komandi leygardag. Um nakar skal skala komandi FM vinnaranum, so verður tað á ólavsøku. Havnarbáturin hevur víst seg at hava mestu orkuna og størstu [...] KappróÐur Jóanes Hansen 10?mannafør: Havnarbát- urin stevnir miðvíst fram ímóti FM heitinum, sum hann ikki hevur vunnið síðani í 1996. Í Hvalvík vunnu havnarmenn fyri fjórðu ferð av fýra møguligum. Teir
trý løg, ja, so er man longu troyttur av bólkinum. Tað burdi verið gjørligt at skriva góðar og melodiøsar sangir, eisini tá tú skal fylgja einum ávísum ráki, men um hetta ikki er gjørligt, so haldi eg ikki [...] hesi avbjóðing og royna seg. Tó havi eg eina hóming av, at samanspæl og framførsla verður tikin framm um løgini. Nú havi eg hoyrt tey 4 innleiðandi umførini higartil í Prix Føroyum 2003, men enn havi eg [...] framførslur og gott samanspæl! Tað verður nógv tosa um tað nýggja rákið í føroyskum tónleikið, og eg dugi eisini at hoyra, at ein ávis broyting er farin framm, men eg haldi ikki, sum støðan er nú, at tónleikurin