KappróÐur
Jóanes Hansen
10?mannafør: Havnarbát-
urin stevnir miðvíst fram ímóti FM heitinum, sum hann ikki hevur vunnið síðani í 1996. Í Hvalvík vunnu havnarmenn fyri fjórðu ferð av fýra møguligum. Teir vóru eina bátslongd undan Vestmenninginum, og sum róðurin myndaðist á sundalangsstevnuni, er tað torført at ímynda sær, at nakar av hinum bátunum skal gera nakað við Havnarbátin, tá vestanstevnuróðurin verður á skránni í Sørvági komandi leygardag.
Um nakar skal skala komandi FM vinnaranum, so verður tað á ólavsøku. Havnarbáturin hevur víst seg at hava mestu orkuna og størstu motivatiónina á 2000 metra teininum. Hvussu teir fara at leggja tað til rættis á styttra teininum er sjálvandi óvist, men starturin í Hvalvík vísti, sum á fleiri av hinum stevnunum, at Eysturoyingurin megnaði at vera væl við teir fyrstu sjey hundrað metrarnar.
Vestmenningar plaga ofta at koma vánaliga frá startinum, men soleiðis var tað ikki hesa ferð. Vestmenningurin sprakk avstað, og inntil bátarnir vóru komnir eitt sindur inn um 1500 metra málið, var Vestmenningurin fremstur.
So var tað, at Havnarbáturin so at siga hevði funnið stevið. Í hvørjum taki vunnu teir seg fram á og síðani framvið hinum báðu bátunum, sum høvdu bjóðað av í kappingini um fremsta plássið, og á seinna partinum av róðrinum broyttist myndin lítið og einki. Havnarbáturin var eina bátslongd frammanfyri, og tað megnaðu hinir einki at gera við.
Á málinum var gott og væl leyst frá Vestmenninginum og aftur til Eysturoyingin. Nólsoyingurin var eina bátslongd aftanfyri gula bátin, meðan Skálabáturin, sum fekk gult kort fyri í fyrstu atløgu at starta, áðrenn skotið gelti, var tvær bátslongdir aftanfyri Nólsoyingin. Ettir at teir í fjør høvdu eitt hvíldarár, hevur tað í ár avgjørt ikki gingið soleiðis, sum teir á Skálabátinum høvdu ætlað.
Men á ólavsøku verður teinurin bara knappar eitt túsund metrar. Tá verður møguleiki hjá øllum hinum manningunum at bjóða Havnarbátinum av. At tær fara at hava nakran møguleika í Sørvági tykist veruleikafjart at rokna við.