væl. Sjálvur hevur Gunnar sagt, at hann og familjan trívast væl í Íslandi, og at hann tískil væl kundi hugsað sær at hildið fram í íslendskum fótbólti. Nógv bendi á, at Gunnar var á veg í annað felag, [...] nú gloppar FH tó dyrnar fyri at Gunnar Nielsen møguliga heldur fram í felagnum hóast alt. - Vit tosa við Gunnar um hvørt hann ynskir at halda fram ella ikki, og hvørt hann ætlar at taka kappingina upp við [...] nakran sáttmála eftir at sáttmáli hansara við íslendska FH gekk út eftir kappingarlok í íslendskum fótbólti herfyri. 33 ára gamli Gunnar Nielsen megnaði eftir ein skaða ikki at vinna plássið ímillum FH-
Fuglafirði fyri viku síðani vann HB 5-1, og tað sást, at meistararnir av álvara eru við at finna stevið, sum í fjør bar so sannførandi FM heiti við sær. Úrslitini í gjár – at TB vann ímóti KÍ, og at tað endaði [...] endaði javnt millum B36 og NSÍ – bera við sær, at tað av álvara fer at styttast fram til toppin, um tað seinnapartin eydnast HB at vinna á Skála. [...] næstsíðsta fríggjakvøld sást, at spælararnir ikki vístu hugburðin og arbeiðið, sum teir annars hava lagt fyri dagin. Um vit skulu hugsa um úrtøku ímóti HB, so er alneyðugt, at vit vísa rætta hugburðin og
fingið at vitað, at Christian í Grótinum í minsta lagi fær 1,30 kr. fyri kilo í Måløy í Noregi, meðan prísurin í Føroyum bert er 94 oyru fyri kilo. Jón ásannar, at Havsbrún í Fuglafirði ikki megnar at fylgja [...] Pelagisk vinna Christian í Grótinum er í løtuni á svartkjaftaveiði norðanfyri, og Norðborg er farin í íslendskan sjógv av royna eftir sild. Jón Rasmussen sigur, at Christian er um at verða fullur. - Í [...] gjár restaðu teir 200 tons í fulla last, og í dag er væntandi, at teir fara at sigla til lands við veiðini. Helst til Noregs Hann sigur, at Christian í Grótinum væntandi fer til Noregs við lastini, tí prísurin
Lions Club skipar fyri hesum titlaki til tess at savna pening til ymisk vælgerandi endamál. Í ár fer høvuðsstuðulin til at hjálpa til at gera gamla flogtornið, sum bretar bygdu oman fyri flovøllin, í stand [...] tiltøk at fara til sum eitt nú mattombola, eydnuhjól, 21-spæl, skjóting og ymiskt annað. Stóra tiltakið er á hvørjum ári eydnuhjólið, har millum annað lutir, sum gjørdir eru til sjálvt tiltakið, eru at vinna [...] vinna. Ymiskt undirhald plagar at vera á hesum tiltøkunum. Serliga tónleikalig. Í ár fer Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla. Tað verður klokkan 18.00 sunnukvøldið. Ungdómsorkestrið hevur í longri tíð vant
ar, at hann er tann, sum hevur besta møguleikan at koyra Bush úr Hvítu Húsunum. Tann seinasta kanningin sigur, at fáa amerikanararnir møguleikan at velja ímillum Bush og Clark, ætla 47 prosent at kvøða [...] løtuni. Kanningar í USA vísa, at nógvir demokratar vilja hava Hillary Clinton ella Al Gore at stilla upp fyri demokratarnar, sjálvt um bæði hava boðað frá, at tey fara ikki at stilla upp. [...] loysa seg at stilla upp til forseta. Av teimum 43 forsetunum, sum USA hevur havt, vóru ellivu fyrrverandi generalar. Nú ætlar ein afturat at royna. Tað er Wesley Clark, sum ætlar at royna at gerast valevni
Seinnapartin fara TB og ÍF við Stórá at kappast um, hvat av hesum liðum skal vinna sætta plássið, og við Margáir skal FC Suðuroy stríðast fyri sigrinum, ið fer at bera við sær, at røkka sama stigatalið, sum AB [...] AB hevur. Forsøgnin sigur, at tað vera hampuliga góð líkindi at spæla fótbólt seinnapartin. TB-ÍF: Lars Müller kl. 15.00 EB/Streymur-FC Suðuroy: Alex Troleis kl. 15.00 Støðan B36 54 NSÍ 46 Víkingur 44 HB [...] Tað hevur tikið sína tíð at avgreiða 23. umfar í EFFO deildini, men seinnapartin verður punktum sett. NSÍ og Víkingur, sum í gjárkvøldið spældu steypafinalu, spældu 12. august í Gøtu. Tá vann Víkingur
segði á landsfundi í morgun, at Samtak er størsta frambrot hjá felagnum í nýggjari tíð. - Samtak er stovnað við tí endamáli at byggja upp álit millum fakfeløg og fyri at vinna og verja rættindi hjá løntakarum [...] verður dentur lagdur á at virka sum ein eind. Felagsformaðurin helt, at fakfeløg í alt ov mong ár hava latið kreftir uttanífrá sett feløg upp ímóti hvørjum øðrum. - Úrslitið hevur verið, at vit hava gingið í [...] til at gjørt okkum veikari. Størri ávirkan Jan Højgaard vísti á, at sum ein stórur bólkur hevur Samtak longu havt stóra ávirkan á okkara fólkavaldu, tí her eru, sum hann tók til, nógvar atkvøður at heinta
umsjónarráðnum m. a., at útbyggingin ikki bara var fyri at fríðka um útsjóndina, men eisini við tí fyri eyga at vinna pening. Sverri Mohr Edvinson takkaði umsjónarráðnum og stjórnini fyri, at projektið bleiv [...] Hentze Sverri Mohr Edvinson, leiðari á Sandi, fegnast um betraðu umstøðurnar, ið heilt avgjørt fara at gera deildini betri virkandi. Harumframt er bæði bygningur og økið rundan um vorðið vakrari og meira [...] bleiv sett í gongd. Hann takkaði eisini arkitektunum, arbeiðsfólkinum fyri vælaarbeiði. Stjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, var rættiliga í gávuhýri. Fyrst handaði hann formanninum í Ungmannafelagnum
leigubúðstaðir, vit hava at bjóða. Hóast útbyggingar og framgongd, so eru hesi tøl ikki so høg, at neyðugt er at stúra fyri at missa tamarhald á støðuni. Fyrst og fremst er neyðugt at fáa positivan fíggjarligan [...] áhugi fyri Føroyum sum ferðavinnuland hevur verið at sæð. Enn er tó langt á mál og arbeiðast má meira miðvíst við ferðavinnuni soleiðis, at fleiri ferðafólk velja Føroyar sum ferðmannaland, og at útboðið [...] Leingi hevur verið tosað um at skapa aðrar vinnur í Føroyum til tess at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á. Í hesum viðfangi skal politiska skipanin hava rós fyri tað arbeiðið og tær íløgur
stjóri í Atlantsflogi, fegnast stórliga, at flogfelagið fekk tollfríu søluna, men ferðaseðlarnir gerast ikki bíligari. - Nú skulu vit selja meira fyri at vinna pening. Fyrr fór allur peningurin í kassan [...] part av peninginum, so vit skulu selja meira, fyri at fáa tað sama burturúr, sigur Magni Arge. Hetta merkir altso, at Atlantsflog, á ein hátt missir pening av, at tollfría sølan verður flutt niður á land. [...] ikki Hóast hann ikki roknar við, at ferðaseðlarnir gerast bíligari, so gevur tað ein stóran fyrimun hjá Atlantsflogi, at felagið fekk tollfríu søluna. - Tú kanst siga, at ferðaseðlarnir heilt víst høvdu