Lions tiltak á Giljanesi

Lions Club í Vágum skipar aftur í ár fyri tí árliga Giljanes tiltakinum føstulávints sunnudag

Innsavnan

Árliga Giljanestiltakið hjá Lions Club í Vágum verður sum vanligt hildið føstulávintssunnudag í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Lions Club skipar fyri hesum titlaki til tess at savna pening til ymisk vælgerandi endamál. Í ár fer høvuðsstuðulin til at hjálpa til at gera gamla flogtornið, sum bretar bygdu oman fyri flovøllin, í stand. Tornið stendur uppi enn, men er illa farið. Ætlanin er at gera tað so líkt tí, tað einaferð var, sum gjørligt.
Umframt eru so onnur tiltøk, sum Lions Club stuðlar, og sum partur av innmkomna peninginum frá Giljanestiltakinum eisini fer til.
Tiltakið byrjar seinnapartin klokkan 16.00. Har verða ymisk tiltøk at fara til sum eitt nú mattombola, eydnuhjól, 21-spæl, skjóting og ymiskt annað.
Stóra tiltakið er á hvørjum ári eydnuhjólið, har millum annað lutir, sum gjørdir eru til sjálvt tiltakið, eru at vinna.
Ymiskt undirhald plagar at vera á hesum tiltøkunum. Serliga tónleikalig. Í ár fer Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla. Tað verður klokkan 18.00 sunnukvøldið.
Ungdómsorkestrið hevur í longri tíð vant til eina stóra konsertferð í summar. Tey ætla sær heilt til Australia at halda konertir.