álvara; hann brann fyri søk síni - tað hann hugsaði, segði hann beint fram - sama hvør var mótpartur. Hann veik ikki uttanum, um tað so kundi svíða, fals kom honum ikki til hugs; tað var honum í holdið borið [...] strembanini fyri tí samfelag, sum hann metti hava týdning at vinna enn longur fram á leiðini við. Minnini um John Smith sigla fram við tær, løturnar í heimi teirra, kvøld og nætur uppundir val, á valfundi [...] skrivað um John Smith, nú hann er farin av fold, havi eg hug at knýta hesi fáu orð afturat. John Smith var heilur, har hann var. Ei hann tagdi og heldur ikki rópti hann. Sjónarmið síni bar hann fram - sáttliga
rúkandi ferð, alt skal ganga so skjótt. Men spurningurin er so bara, um vit fáa meira tíð til næsta okkara, sum er tað vesentliga við lívinum, hugleiðir Malmberg D. Olsen So fóru vit um nýggjársgott við einum [...] normala hjúnarlagnum harðnar, so tað sum er ónormalt skal gerast normalt. Hvat hevur so tað nýggja árið at bjóða tí einstaka? Treysti og áræði skal til, um ein skal vinna fram á leiðini. Allar fiskivin [...] lovað at leitt okkum uttan um tær sváru hendingarnar, men hann hevur lovað at leitt okkum ígjøgnum tær, og tað fer hann eisini at gera í komandi døgum. Tíðin er dýrabar, men so fingu vit eitt sekund aftrat
sigur: Hvør tosar um avstand í dag? Tað tekur bara sindur meiri enn ein tíma, frá tí tú fert higani og til tú ert í Havn. Tað er einki. Og so sleppur ein einar 10 ferðir um Skopunarfjørð um dagin, sigur hann [...] Skálavíkar er ikki ein hugsan, sum tey komu fram til eftir stuttari løtu. Nei, eg havi ætlað hetta í mong ár. Og so bleiv tað bara til tað nú. Vit keyptu eini hús her, og so var bara at sleppa sær suður og fara [...] fyri at koma fram og aftur um ein skal onkustaðni. Bil hevur Áslakkur ikki, men eitt lítið prutl, sum hann brúkar til at gerast ymisk ørindi í bygdini. Hetta prutlið er gamalt, næstan líka so gamalt sum
at økja um munin til 5-0. Uppleggið stóðu brøðurnir Petur og innskifti Aron Knudsen fyri. Tað var øgiliga gott, at úrtøkan eftir steðgin var so trivalig, tí í fyrra hálvleiki royndist tað ikki so væl. Tá [...] við 2-1 sigri í Gibratlar rættin at halda fram í Europa Liguni, og nú hevur NSÍ við 5-1 heimasigri á Svangaskarði ímóti Burry Town vunnið sær rættin at halda fram í somu kapping. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur [...] sær, at tað skuldi eydnast NSÍ at vinna so trivaligan sigur sum 5-1. Tað er komið fyri áður, at føroysk lið í Europa hava vunnið við fýra málum, men talan er um framúr úrslit, hóast mótstøðuliðið í kvøld
skotbráið var ov stutt, so hetta var av ongum. Næsta ár ætla fyrireikararnir at verða í góðari tíð, so at enn fleiri lond skulu verða umboðað, og tá verða kanska fleiri lið við, so at kappingin gerst meira [...] fyri, og tað gevur fyrireikarunum nakað at hugsa um til næsta ár. Alt avgjørt eftir fyrstu etapu Í prologinum í Klaksvík mikudagin fingu vit eina ábending um, hvussu sterkt Shell liðið var, tí at fimm av [...] Borchmann á triðja, men eitt mistak varð gjørt í uppgerðini, so at Jørgen Andersen varðveitti hóast alt sítt annaðpláss, og hinir báðir duttu so eitt pláss niður. Annars hava flestu súkklarar sagt, at Statoil
Stevnuskráin fevnir um tiltøk at bøta um fólkaræði, javnrættindi og gjøgnumskygni, endureisn av búskapinum, umskipan av almennu fyrisitingini, tiltøk til frama fyri húsarhaldini, tiltøk at bøta um arbeiðsmarknaðin [...] at bøta um búskapin og fíggjarskipanina, altjóða samstarv og samstarv við Europa. Broytingar skulu gerast í íslendsku grundlógini, ið fevna um ognarrættin til náttúruríkidømi Íslands, reglur um fólkaatkvøður [...] umskipast. Somikið um stjórnarskránna. Hvussu eru so vónirnar millum manna og hvat væntar almenningurin sær av nýggju stjórnini, sum hevur 83 dagar at virka í? Tað er ov tíðliga at meta um hendan spurning
er pínligt fyri aðalstjóra so væl sum fyri formann Tjóðveldisflokksins. Tað eru mong, sum spyrja, um hetta stríðið nú bara snýr seg um, hvør, ið hevur rætt í spurninginum um framløguna av familjurættarmálunum [...] rmálunum. Nógv bendir á, at hetta stríðið snýr seg um annað og meira. Spurningurin er, um ikki stríðið er eitt tekin um eina álvarsama og djúpa leiðslukreppu í Tjóðveldisflokkinum. Tað er einki at taka [...] seg ivaleyst meira um formansins dagliga atburð og stíl sum heild enn um eitt ávist politiskt trætumál. Formaðurin hevur ein trupulleika, og tá formaðurin hevur ein trupulleika, so hevur flokkurin ein
á donskum. Nú eru føroyskar bókmentir so at siga einmæltar. Summi skriva tó á donskum – eitt nú Ole Wich, sum má sigast at vera føroyingur, um ikki av uppruna so eins og fleiri onnur, tí hann hevur valt [...] vera um, at tjóðskapur hevur verið ein øgiliga sterk megi í føroyskari mentan. Tjóðskapur sum hugsanin um, at Føroyar eru nakað serligt, og at føroyska málið er nakað heilt serligt. Hugsi bara um fost [...] koloni og heldur fram eftir at tað er blivið sjálvstøðugt). Føroyskar konur royndu í 1899 at taka orðið og skapa eina kvinnuliga talu um tjóðskap, men tær vórðu skjótt teptar við ákærum um at spilla føroyska
aftur. Hetta er spell, men er treytin í so smáum samfeløgum, har ikki so nógvir leikarar eru at taka av. Um tað fer at eydnast Drátti, at smoggja seg fram í oddin ella um tær fara at líða undir somu sjúkum [...] smoyggja sær fram um ÍF b, men tað eru fuglfirðingar kanska fegnastir fyri í dag. Sørvingar hava ikki havt bestu umstøðurnar, men um eitt nú Suni Hansen, sum býr í Miðvági fer at spæla við teimum, so skuldi [...] men havandi í huga, at Fleyr vann FK-kappingina seinasta vikuskifti, so sær ikki so heilt galið út. Í finaluni spældu teir móti Fram og tann dystin vunnu teir uttan stórvegis trupulleikar. Men tað var kanska
vóru tíverr ikki so nógvir í Havn, tann einasti vesturin hann annars visti um umframt grøna, var ein appelsingulur, sum búði úti á Hvarvinum, men hann hevði verið so ringur av krími, so hann hevði hildið [...] hvílistøðan yvirstaðin. Hann varð í heilum tikin fram og brúktur. Hevði ikki meira enn fingið hitan, so var hann aftur tikin fram, hongdur uttaná jakkan og so avstað við sjógv á baki. Ikki tí, tað var nú sera [...] ungling og hevði ongar ætlanir um at leggja frá sær. Enn vóru nógvir góðir gongutúrar fyri framman - tað visti hann. Og bleiv ljóst um dagin, var myrkt um kvøldið heilt fram til flaggdagin. Og nú skuldi