Rógvi ruddaði alla mótstøðu av vegnum

Vágbingurin Rógvi Johansen hevur við hesum sera sannførandi sigrinum í Statoil Kring Føroyar sligið fast, at hann er nógv tann sterkasti súkklarin, sum føroyingar eiga. Hann hevði ikki stórvegis trupulleikar at vinna samanlagt, men Gunnar Dahl-Olsen fekk loyvi at vinna ta seinastu etapuna sunnudagin

Stefan í Skorini


Við tí sterka Shell liðnum aftanfyri seg gjørdi Rógvi Johansen sína skyldu og vann Statoil Kring Føroyar sera sannførandi við fleiri minuttum aftur til næsta mannin, sum var liðfelagin hjá Rógva, Jørgen Andersen. Hinir á Team Shell vóru Janus Jørgensen, Gunnar Dahl-Olsen og Simon Borchmann.


Gunnar slapp

eisini framat

Á seinastu etapuni sunnudagin slapp Gunnar Dahl-Olsen framat. Taktikkurin hjá Team Shell var, at Gunnar skuldi sleppa avstað og vinna etapuna fyri liðið. Taktikkurin eydnaðist eisini til fulnar, og Gunnar tók møguleikan, sum honum varð litin upp í hendi.

Gunnar fór frá høvuðsfeltinum beint áðrenn tunnilin í Kollafirði, og Kenneth Gormsen fór aftaná. Hetta vísti seg at verða gott fyri Gunnar, tí at so var lættari at halda frástøðuna til hinar allan vegin til Havnar, og Gunnar dró longra stráið tá samanumkom.

Onkur misskiljing hendi á málinum, tí at tá Jens Tousgaard, sum endaði á triðja plássi, kom á mál, helt hann seg hava vunnið, men hann hevði eitt umfar eftir. Fleiri aðrir súkklarar vóru eisini úti fyri tí sama sum Tousgaard. Eisini er at fílast á, at fleiri ferðir var nær við at súkklararnir stoyttu saman við áskoðarar, sum gingu á vegnum við máli, og tað átti ikki at komið fyri. Tað er altíð óheppið at slíkt kemur fyri, og tað gevur fyrireikarunum nakað at hugsa um til næsta ár.


Alt avgjørt

eftir fyrstu etapu

Í prologinum í Klaksvík mikudagin fingu vit eina ábending um, hvussu sterkt Shell liðið var, tí at fimm av seks teimum fremstu vóru allir Shell menn. Á tí fyrstu veruligu etapuni í Eysturoynni arbeiddi liðið væl saman, og Rógvi legði veruliga sjógv millum seg og restina av feltinum. Hann var tá fýra minuttir frammanfyri næsta mann, og tá var kappingin í roynd og veru avgjørd. Team Shell skuldi bara hava tann rætta taktikkin, og so kundi Rógvi tryggja sær sigurin, og tær fýra túsund krónurnar, sum fylgdu við sigrinum.

Rógvi vann eisini einkultstartin á Sandoynni og etapuna í Suðuroynni, og hann hevur við hesum staðfest, at hann er okkara besti súkklari í løtuni. Onkur vildi vera við, at Team Shell var sum at skjóta spurv við kanónum. Tað er óivað nakað um tað, tí at hetta vóru teir sterkastu súkklararnir í feltinum, sum høvdu tikið seg saman og skuldu syrgja fyri, at Rógvi koyrdi sigurin heim, og hann sveik heldur ikki álitið.

Gunnar Dahl-Olsen hálaði seg við sigrinum av fi-mta fram á triðja pláss, meðan Jørgen Andersen megnaði at varðveita annað plássið, og Simon Borchmann gjørdist nummar fýra. Fýra teir fremstu vóru á Team Shell, sum veruliga hevur dominerað í ár.

Tá ið virðislønirnar vórðu handaðar var Gunnar Dahl-Olsen á øðrum plássi og Simon Borchmann á triðja, men eitt mistak varð gjørt í uppgerðini, so at Jørgen Andersen varðveitti hóast alt sítt annaðpláss, og hinir báðir duttu so eitt pláss niður.

Annars hava flestu súkklarar sagt, at Statoil Kring Føroyar eydnaðist sera væl, og veðrið hevur eisini skikkað sær avbera væl í ár eins og í fjør, og tað hevur ikki gjørt kappingina verri.


Fyrstu ferð

við liðum

Kaj Leo Johannesen, sum vegna býráðið handaði virðislønirnar, segði, at súkkling hevur í Føroyum ikki verið ein ítróttargrein, har kappast hevur verið í liðum. Tað er nú broytt, tí at sama dag, sum kappingin skuldi fara av bakkastokki, avdúkaðu fimm súkklarar, at teir fóru at koyra saman í einum liði, kallað Team Shell. Hetta hevði við sær, at kappingin næstan var avgjørd, áðrenn hon var byrjað.

Í fjør koyrdu Bogi Kristiansen og aðrir súkklarar eisini saman í einum liði, men hetta kom ikki fram fyrr enn aftaná kappingin var liðug. Teir fimm í Team Shell valdu ikki at halda teirra lið loyniligt, men at gera øllum greitt, at teir koyrdu saman.

Í Statoil Kring Føroyar 2000 var bara eitt lið við, og tað hevði við sær, at aðrir súkklarar ikki høvdu nakran møguleika at gera seg galdandi, men hetta fer væntandi at broytast næsta ár. Roynt varð, at fáa súkklarar úr Ynes Mon og Hetlandi við, men skotbráið var ov stutt, so hetta var av ongum. Næsta ár ætla fyrireikararnir at verða í góðari tíð, so at enn fleiri lond skulu verða umboðað, og tá verða kanska fleiri lið við, so at kappingin gerst meira spennandi.

Statoil Kring Føroyar hevur gjørt sítt til, at føroysk súkkling hevur tikið seg fram, og kappingin í ár vísti, at støðið er hækkað. Eitt súkklufelag er stovnað í Havn, og nøkur venja eisini individuelt runt um í landinum, og tað er at gleðiligt at síggja, at meira ótraditionellar ítróttargreinar taka seg fram í Føroyum.