krónur, sum faðir og synir nú hava undirskrivað sáttmála um, er størsta nýíløgan í føroyskt fiskiskip nakrantíð - Hetta er ein stór og spennandi íløga, men vit trúgva upp á, at hetta samstundis er ein skilagóð [...] verður virkað, liggur skipið og brúkar tískil nógv minni olju. Vinningurin av framleiðsluni liggur eftir umborð, sigur Jón. Kvotur hjá Norðborg Umframt at virka sild umborð á nýggja skipinum, eins og gjørt verður [...] Leygardagurin var ein stórur dagur hjá Kristian Martin Rasmussen og synum hansara, Jón, Boga og Eyðuni, sum saman eiga skipini, Christian í Grótinum og Norðborg. Hendan dagin varð sáttmáli undirskrivaður
Sandoy: Hesin møguleikin er bert ein av mongum, sum Kunningarstovan á Sandoynni hevur at bjóða teimum vitjandi. Hevur ein hinvegin hug at leiga seg inn í eini meiri vanlig sethús bæði á Sandoynni ella [...] var at fáa fleiri av húsunum, um ein júst ætlaði sær tað ávísa húsið. Hetta frøast tey á Kunningarstovuni sum vera man um. Men tey hava samstundis tilboð til teirra, sum ynskja aðrar møguleikar fyri gisting [...] Eitt av teimum støðunum, sum fólk hava møguleika at velja sum summarhús, eru hugnaligu húsini “Í Soylu” á Sandi. Her er talan um eini snotulig hús frá 16 - 1700-talinum, og sum altso eru umvæld av nýggjum
í verk, sum skal gerast, hann tosar um hansara tíð sum løgmaður. Tað er ikki talan um persónin Kaj Leo Johannesen, men um løgmansembætið. Hvat ger landsstýrið Vit høvdu ein landsverkfrøðing, sum bleiv so [...] gjalda, tað er í lagið. Úrslitið av kanningunum kenna við sjálvi, ein slutur fyri ein slatur, sum kostar nógvan pening. Nei koyrið tey, sum hava fingið prógv av órøttum, upp til eksamiu, so er tað gjørt. Nei [...] sannleikan, sum um eg ikki hevði hug til at fáa sannleikanum fram. Samstundis vaskaði hann hendur og segði víðari, eg sá helst at 33 atkvøddu fyri at reisa ákæru. Høgni Hoydal skein sum ein sól, nú løgmaður
demokratiskan og menniskjaligan týdning, og fyri ein journalist er tað gevandi at vera partur av. Tá journalistiska fakið sleppur at virka til fulnar, er tað ein hornasteinur í demokratinum, og tí er tað so [...] rættiliga frustrerandi at vera dekkari á skútu, hvørs farleið natúrliga liggur í tíðindameldri og kritiskum sjógvi, tá skiparin hevur handalag sum gravkúgv, við tí avleiðing at skútan gerst kastibløka og dekkarar [...] eftir mínum tykki ikki til at siga, at ein ávísur filmur er tann besti – heldur eiga vit at hyggja at og meta um løtuna, ið vit brúktu til filmin. Hvør bók liggur á náttborðinum? Ævisøgan um danska boksaran
5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan og seinni landsynning. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn. [...] Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s. Um náttina lækkar hann í ein sunnan og útsynning og øtlar í stívt andøvsgul upp [...] 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn. Hitin millum 8 og 11 stig. Leygardagin Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul, 3
Helsinge er eisini sum væntað trygt á odda undan triðja umfari. Seinastu trý árini hevur tað verið luturin hjá Skolernes Skakklub at gerast silvurvinnarar. Í ár verða teir neyvan eins drúgvir, m.a. orsakað [...] Simonsen og Martin Poulsen, sum allir vóru á føroyska landsliðnum í OL-kappingini á Mallorka herfyri. Ætlanin er, at hesir fýra skulu styrkja um liðið, tá á stendur, og tá tað liggur fyri hjá teimum. Í fyrstu [...] stórmeistara, Sune Berg Hansen, og Jacob Aagaard, sum júst hevur ognað sær sín triðja stórmeistaranorm. Honum vantar bert at hála sítt ratingtal uppá 2500, sum er krav fyri at kunna kalla seg stórmeistara.
Útróðrarbátarnir, sum royndu vestur av Mýlingsgrunninum leygarnáttina, fingu nógvan fisk. Hetta er ein leið, sum liggur einar 15 til 20 fjórðingar úr landi, og tí lata slíkir túrar seg bara gera í góðum [...] Gordrúgvin, Barmur, Falkur og Líðhamar, sum vóru á hesi leið, lógu allir um eini 300 pund á línuna og fingu soleiðis millum 12.000 og 13.000 pund á setuna. Líðhamar, sum er ein størri útróðrarbátur, fekk heili [...] framvegis góður. Umleið ein triðingur av veiðini hjá bátunum var hýsa - og restin toskur, stórur og rundur fiskur, spikafeitur, sum menn taka til. Viðheftu myndir eru tiknar, tá Gordrúgvin, sum Sámal Debes á Oyri
rættiliga nógvir sjúklingar, sum verða viðgjørdir og kannaðir. – Allar viðgerðir, og allar kanningar, sum serlæknar meta ikki kunnu bíða, verða gjørdar, so á nógvum øki er virksemið sum vanligt, sigur stjórin [...] stjórin. Men nú verður so ein ætlan løgd fyri, hvussu alt tað virksemið, sum liggur á láni eisini kann takast upp aftur. Akkurat nær tað verður, og í hvørjari raðfylgju, tey ymsu virkisøkini fara at taka fleiri [...] virksemið á sjúkrahúsunum verið munandi skert og allar viðgerðir, sum hava kunnað bíðað, uttan at seta lív og heilsu í vága, eru útsettar. Nú er ein vika farin síðani nakar føroyingur seinast varð funnin við
og gjaldoyrað. – Tað var sera týðiligt fyri meg, at hetta var ein heilt nýggj og spennandi tøkni, sum eg ikki ivaðist í, fór at blíva ein stór success og fáa stóra ávirkan á heimin, fortelur Niklas Nikolajsen [...] vinstru stendur Bodil Cath, sum er kendur danskur journalistur. Anne-Christine Cath Nikolajsen og Niklas Nikolajsen saman við børnum sínum, sum eru tvíburðar. Jóannes Andreasen, sum helt saman við mammu Niklas [...] nógvir pengar fyri meg tá, so summi hildu meg vera øran. Men tað vísti seg at vera ein ótrúliga góð íløga, tí í dag liggur virðið á einari Bitcoin millum 11-12.000 dollarar. Niklas hevði tó ongantíð í lívinum
eitt innslag, sum var so óseriøst og manipulerandi, at eg sum stjóri á TAKS noyðist at tala at. Innslagið í Degi & Viku hóskvøldið, 21. september, byggir á fleiri faktuellar feilir, sum journalisturin [...] Tað, sum ger hetta innslagið serliga óseriøst og manipulerandi, er, at TAKS veit, at tíðindamaðurin hevur røttu upplýsingarnar. Men sannleikin passar eftir øllum at døma ikki inn í søguna, sum Kringvarpið [...] draga 477 milliónir krónur av í 2015, og Kringvarpið hevur skjølini, sum prógva tað. Men Kringvarpið heldur upp á tað øvuta, tí tað er ein betri søga. Fyri at fáa søguna at passa, so noyðist Kringvarpið at