eru lið í tvínavni. Føroyskum foreldrum dámdi eisini væl í fjør at kalla síni børn Jónas, Martin og Rebekka. Eisini sæst at lesa í nýggju árbókini, at munandi færri fólk fluttu til Føroya í fjør. Í 2003 fluttu [...] ið taka støði í at arbeiða við tølum í árbókini. Kaga vit á nakrar av teimum mongu síðunum, so kunnu vit millum annað nevna, at hin 1. januar 2004 vóru 2.665 fólk við eftirnavninum Joensen í Føroyum, og [...] afturgongd síðani í fjør. Fráflytingin hevur verið rættiliga støðug seinastu fýra árini, men tilflytingin minkaði við 189 fólkum í fjør í mun til 2002. Tað er Føroya skúlabókagrunnur, ið gevur í samsarvi við
tað gjørdu teir sanniliga. Venjingin hevði við sær, at í september mánaði var greitt at fara undir upptøkurnar í LT-studio í Havn. ? Tá vit fóru í studio, høvdu vit vant og lagt til rættis allar sangirnar [...] sindur um, hvussu nógv vit løgdu í arbeiðið í studionum. Verðin uttanfyri var als ikki til fyri okkum. Fløgan stóð ikki mát Føstufressar vóru á gøtuni í februar mánaði í 1990, og eina viku eftir útgávuna [...] svanan. Sølan togaði seg upp um 4000 eintøk, og í síðstu viku segði ein atkvøðugreiðsla í Sosialinum greitt, at útgávan hjá Terja og Føstufressum er tann besta í føroyskum tónleiki til dags dato. Harafturat
ára gamli bóndin situr nú aftur í hugnaliga heimi sínum í Kongsstovu í Nólsoy. ? Eg havi upplivað nógv, síðan vit fóru úr Føroyum, 18. desember og komu heimaftur, 3. januar. Richard fór niður og kom heimaftur [...] við flogfarinum hjá Atlantsflogi, og í Danmark koyrdi hann í toki til og úr Slagelse, har hann helt jól saman við Rúna, damuni og børnunum. ? Eg hevði hvørki verið í flogfari ella toki áður. Richard sigur [...] Rúna, sum lesur til sjúkrasystir í Danmark og børnunum. Richard sigur, at hann og Rúni vóru í kirkju, 2. jóladag. ? Hetta var ein stór kirkja, men har vóru bert 30 fólk í kirkju hendan dagin ? og øll fóru
varð borin í heim í 1939 í einum húsum hjá fastir sínari á Oyrarbakka. Men hesi 66 árini, sum liðin eru síðani tá, hevur hann búð í Nesvík. Skúlabygningur var ikki í bygdini, men undirvíst varð í teimum svørtu [...] svørtu húsunum, sum ein í dag sær sunnan fyri leguhúsið. Hann gekk eisini okkurt árið í skúla norðuri í Tjørnuvík, hagani foreldur hansara vóru flutt í tríati-árunum. Hugurin var í fyrstu syftu til sjógvin [...] niðanfyri húsini í Nesvík. Alivinnan hevði síni góðu ár og síni ringu ár, men teir í Sundafisk komu ongatíð rættiliga í gongd, og góvust tí aftur í 1992. Árni settist tó ikki hendur í favn, tí nú vóru
er nóg mikið í býráðsarbeðinum í Havn. ? So leingi tú hevur hevur nakað at bjóða, og so leingi tú hevur orkuna, so skalt tú ikki gevast, sigur Heðin Mortensen, sum hevur sitið í býráðnum í Havn síðani 1 [...] 1. januar 1973. Tann tá 26 ára gamli Heðin Mortensen varð valdur í býráðið á listanum hjá Petur í Gong á kommunuvalinum í 1972. Fram til 1988 umboðið hann hendan listan saman við m. a. Inga Mohr og Peturi [...] Peturi í Gongd. Nakað fyri 1988 hevði Heðin Mortensen limað seg inn í Sambandsflokkin, og stillaði hann upp til fólkatings- og løgtingsvalini í 1988 - og varð valdur í býráðið umboðandi Sambandsflokkin.
uppgávu á seg í hesum árinum. Hon skal samskipa stóra tónleikatiltakið G! festivalinum, sum verður hildin í Gøtu á triðja sinni í juli mánaði. ? Eg eri komin at kenna tónleikaumhvørvi í Gøtu gjøgnum Free [...] tiltøkini, sum eg var við til at skipa fyri, og gjøgnum G! festivalin í fjør, tá ið eg hjálpti til, sigur Annlis Bjarkhamar. Í fjør kom hon upp í leikin stutt áðrenn festivalin at hjálpa til við vaktarhaldinum [...] verður hildin í døgunum frá 16. til 18. juli, og arbeitt verður støðugt við at finna tónleikanøvn, sum skulu verða við . Enn er einki navn almannakunngjørt, men formaðurin í Grót segði við blaðið í gjár, at
hava ein trupulleika, tá tey í veruleikanum skava yvir tann veruliga trupulleikan, sum eitt nú kann vera kynsmisnýtsla. - Vit hava varhugan av, at kynsmisbrúk vísir seg í einum øðrum bílæti. Tey kæra seg [...] tað seg at vera eitt heilt komplekst bílæt av trupulleikum, sum barnið livur í. Tá er altíð umráðandi, at vit taka trupulleikan í álvara og at tann sum ringir følir, at viðkomandi kann hava álit á okkum og [...] inn á trupulleikar sum kynsmisbrúk í eini telefon. Tú kanst hjálpa teimum at sleppa av við nøkur ting. Er trupulleikin so mikið stórur, at onkur annar eigur at koma inn í myndina, heita vit á tey um at venda
og hesaferð skuldi beinið verða í gipsi í 10 vikur. Óhepni fótbóltspælarin hevði tí gingið í gipsi í nærum 18 vikur út í eitt, tá hann slapp av við tað í mars mánaði í ár. ? Tá hevði eg mist mótið um at [...] Allan í august mánaði ein knykil í fótliðin. Enn einaferð varð skorið í fótin, og ein stórur knykil við vesku varð tikin burtur. Og sum um tað ikki var nóg mikið, kom bruni í skurðin, og fyrst í september [...] Allan Joensen smakkaði fyrstu ferð til 1. deildarfótbólt í 1990. Hann var við í hópinum ? men spældi sjáldan ? tá KÍ vann meistaraskapin í 1991. Í 1992 beit hann seg fastan á 1. deildarliðnum, og eftir tað
ár í Adventistaskúlanum; Framhaldsdeild í Tórshavnar Kommunuskúla; FHS-prógv á Føroya Handilsskúla í Havn í 1985. Starv: Útbúgvin handilslærlingur í Grifflinum í 1988; arbeiddi eftir tað eitt ár í Nýggja [...] av, hvussu ringt eg hevði við at brúka stavin í Havn. Her kenna øll meg og eg kenni nógv, men í Danmark var øðrvísi. Græt míni mødigu tár Í november mánaði 2002 fór Ruth so til Danmarkar. Tað var eitt øgiliga [...] hósmorgun í Jansstovugøtu 26 í Havn. Inni angar av nýgjørdum kaffi og á borðinum standa nýbakaðir sniglar. Oman gjøgnum trappurnar av loftinum kemur Ruth Thomsen gangandi. Gongin er meinlík gongdum í øðrum
kring landið. Seinni í summar skal hann spæla á onkrum festivalum, og í heyst ætlar hann sær at spæla á ymsum spælistøðum í Danmark. Hann ger eisini eitt rend til Føroya síðst í mai mánaði, og tá fáa føroyingar [...] sleppur hann í summar. Fyrsta fløgan hjá honum kemur í plátubúðirnar, hann hevur gjørt eitt sjónbandalag til sangin »Haunted Honeymoon«, og seinni í hesum mánaðinum fer hann á útvarpsturné í Danmark, har [...] Mikkelsen út. Hann hevur verið í upptøkuhølunum í tveir mánaðir, og allur tónleikurin er nú spældur inn og klárur at geva út. Hetta verður ikki ein vanlig fløga hjá einum vinnara í einari danskari sangkapping