Eisini verður eitt lítið loft gjørt inni í tí partinum, sum hoyrir høllini til. Hetta fer at verða brúkt í sambandi við skúlan, sigur bygdarráðsformaðurin. Men tað er avmarkað, hvat gerast kann í ár, sigur [...] stoypt, og okkurt rúm verður inni, sum innrættast skal, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði. Kostnaðurin fyri sjálvan bygningin fer helst at liggja um eina hálva millión ella so. Tað er Eiðis Kommuna, sum byggir [...] seinkað í mun til upprunaligu tíðarætlanina, men so er bara at bera so mikið skjótari at, heldur hann. Tað fyrsta, sum gjørt verður liðugt í nýggja bygninginum, verða skúlastovurnar. Talan er um serstovur so
vardi KÍ fyri tað mesta. Í fyrra hálvleiki høvdu bæðini tó sínar royndir. KÍ lá eitt sindur afturi á vøllinum og dúvaði uppá mótálop. Tað eydnaðist fleiri ferðir at fangað ÍF á veg fram, og tá var onkuntíð [...] Eitt frálíkt mál. Tað eydnaðist ÍF at javna einar 10 minuttir seinni. Málið kom eftir hornaspark frá Eyðolvi Petersen, og heilt inni við málið fekk Viggo Johannesen høvdið á, og so var 1-1. KÍ fór tó til [...] økti enntá um leiðsluna. Tað var tá Olgar Danielsen gjørdi kynstrið hjá Torleif Eyðuni eftir og høgdi bóltin í málið frá brotsteigarmarkinum. Enn eitt perlumál. Hesa løtuna var ikki líkt til, at ÍF skuldi
John skeyt níggju mál. Teir vardi annars leingi, áðrenn nakar munur var á liðunum. Tey fylgdust rættuliga væl í fyrra hálvleiki, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum, at ve [...] fram um. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var VÍF á odda við tveimum málum, 27-25, men so kom aftur lív í heimaliðið, sum fekk javnað til 27-27, áðrenn farið var undir seinastu 12 minuttirnar av [...] av dystinum. Eins og í fyrra hálvleiki, so var móti endanum av hálvleikinum, at VÍF fór frá H71. Um tað var orkan hjá hoyvíkingum, sum bilaði, skal verða ósagt, men undir øllum umstøðum, so sorlaðu vestmenningar
Føroyum. Kanningin varð gjørd í fjør, tá heitt varð á 1500 fólk, sum hava verið inni í ALS skipanini styttri ella longri tíðarskeið síðani 2008 og fólk, sum framvegis eru í ALS skipanini, at svara spurningum [...] fara vit eitt sindur meira í dýbdina av kanningini. ------- Rógvi Nybo Tað kann verða trupult hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði. Tað kann eisini verða trupult hjá arbeiðsgevarum at fáa arbeiðsfólk. Og hóast [...] at fingið hesi bæði – arbeiðssøkjandi og arbeiðsgevandi – at funnið saman, er tað ikki altíð so. Ein av orsøkunum til, at tað kann verða trupult at fáa arbeiðssøkjandi og arbeiðsgevarar at finna saman, er
dystin hevur verið til staðar, tí tað skiltist á øllum brøgdum, at Brian Kerr hevði valt at blandað kortini øðrvísi enn vanligt, og kanska var júst tað við til at gera, at tað óvanliga hendi: At Føroyar vunnu [...] nøkrum døgum síðani, at hetta var dysturin, vit skuldu royna at fáa eitt ella trý stig burturúr, men eg veit ikki, um eg hevði skilt, hvussu torført tað fór at verða. Hetta var ein stórur innsatsur yvir alla [...] men hann gjørdi tað óvæntaða, tí har vóru ikki færri enn fimm broytingar, samanborið við Eysturríkistapið. At Jann Ingi Petersen, Jákup á Borg og Jóhan Troest Davidsen komu inn á liðið, var ikki so øgiliga
gentir, út at tæna. Tað ið hon mest hevur tosa um, er tann tíðin,ið hon var arbeiðsgenta hjá Jenny Gaard. Hjá Jenny, lærdi Helena tað, ið hon metir,at ein ung genta eigur at læra. Eisini var hon í Norðadali [...] teimum búgva á Húsum. Tað ið eyðkennir Helenu, er hennara tolsemið, serliga tá tað kemur til børnini. Tað sæst, tá ið man kemur inn til hennara, næstan altíð okkurt ommubarn inni á gólvinum. Og ikki at [...] børnini siga,"so er tað onki stuttligt, um ikki omma er við í Svínoy". Í fleiri ár, var Helena heimahjálp, bæði á Syðradali og á Húsum. Eisini arbeiddi hon eina tíð á Leypi, tað var eitt virkið, ið framleiddi
eydnast at fáa mál, og tá tað var komið til hálvleik, og einki mál var komið, vóru tað onkrir av áskoðarunum, sum stúrdu fyri, at tað fór at enda soleiðis, sum tað onkuntíð hevur gjørt, altso at útiliðið fór [...] fuglfirðingum, og tað myndaðist soleiðis, sum tað varð roknað við frammanundan. KÍ hevði bóltin nógv meiri, og tað mesta gekk fyri seg á hálvuni hjá fuglfirðingum. Spurningurin var, um tað fór at eydnast [...] fáa ferð á. Kanska var ein av orsøkunum, at hetta var fyrsta ferðin, at teir royndu seg á nýggja undirlagnum, sum tað fríggjadagin og leygardagin var gjørt nógv fyri at fáa klárt, men tað tóktist heldur ikki
leiðina framvið Giza-slættanum, har pyramidurnar og sfinxurin lokkaðu. Her var tað serliga spennandi hjá børnunum at sleppa inn í tað allar heilagasta í heimsins størstu pyramidu, Keops. Meðan børnini lupu [...] stig. Desember er næstkaldastur við 25 stigum í miðal – perfekt! Jólaaftan var millum hesar seinastu fýra dagarnar, og tað var bara hugna¬ligt at halda bretsk jól á einum fínum hotelli saman við fólki úr [...] , vóru tey vakurt pyntað á jólum. Annars var ongin jólahýrur í muslimska landinum, har rópt verður til bøn í moskuni klokkan onki hvønn morgun. Eisini tað var sera áhugavert og øðrvísi enn kirkjuklokkurnar
hann frá. Tað var ein serlig hending, sum leiddi til, at Manuel James Delgado ynskti broyting í lívi sínum. Hann greiðir frá, at hann saman við einum vinmanni hevði stolið ein bil. Klokkan var tvey um náttina [...] hann til Danmarkar. Hann var vísur í, at arbeiði hansara einamest fór at snúgva seg um at hjálpa rúsevnis misnýtarum. Tað hevur tað ikki gjørt. Hóast hann fleiri ferðir hevur hjálpt fólki, sum vóru í líknandi [...] sjónarmiðini, ið skija okkum, men heldur á sjónarmiðini, ið sameina okkum. - Tað er gagnligt at arbeiða saman og harvið brúka tað tilfeingi, sum hvør okkara hevur. Hetta bæði í samkomu høpi og í samfelagsligum
eitt sindur, tó at sølan gongur skjótari nú enn í mun til fyri einum ári síðani. Tað vil siga, at tað tekur longri tíð at selja. Stundum verður boðið undir útboðsprísin, hóast endaligi søluprísurin [...] eftir at rentan og inflasjónin er økt, og tað hevur millum annað havt við sær, at eftirspurningurin eftir sethúsum úti á bygd er øktur. Í árunum 2019 – 2021 var ikki óvanligt, at sethúsini vóru seld [...] hevur minkað um frástøðuna til miðstaðarøkið. Í smærri bygdunum var miðalprísurin á sethúsum góð 8% hægri, enn í 2023, meðan hann var lækkaður við umleið 20% í Sandoy/Suðuroy í sama tíðarskeiði