fólkini, sum vórðu fødd í Havn í 1909 at síggja í myndum og teksti. Av teimum, sum vórðu fødd í 1909, var Martha Mørkøre (g. Matras), tann ið livdi longst. Martha andaðist í januar mánað í ár. Hon hevði annars [...] sítt í hana. Vágsbotnshandilin byrjaði í 1849 at bryggja m.a. »Skibsøl«. Í 1925 keypti Poul Andr. Restorff bryggitólini frá Vágsbotnshandlinum og setti tey upp í kjallaranum í handlinum hjá sær í Sig [...] higartil í ár. Tann 20. februar oysti niður allan dagin, og tann 26. mars var partvís regn og vátakavi allan dagin. Juni mánaði í ár hevur havt 63 fleiri turrar tímar enn juni í fjør, 464 tímar í mun til
at hava útint vinnustuldur í fyritøkuni hann arbeiddi fyri í mai mánaði 2006. Boðini um at fremja henda stuldurin fekk tann tá 17 ára gamli drongurin frá fyrrverandi stjóranum í fyritøkuni, og sum var farin [...] tann ungi maðurin fór innar í teldurúmið við einum eksternum harðdiski. Hann hevði starvast í fyritøkuni í eina ávísa tíð, og hevði bæði lyklar og loyniorð til telduskipanina í fyritøkuni. Hann hevði tó [...] partar í málinum hava longst eftir eini loysn á sakarmálinum, soleiðis at arbeiðsfriður aftur kann fáast. Enn er óvist nær dómur fellur í málinum. Tað varð ikki greitt, áðrenn evstamark okkara í dag. Bæði
»A TAKA« er komin í handlarnar. Tónleikurin á fløguni er í stóran mun improviseraður sangur og tónleikur til nýggjar tekstir á føroyskum, ið Kári Sverrisson skrivaði á ferð í Bulgaria í heyst. Á fløguni [...] Kári Sverrisson spælir akkustiskan gittar og syngur. Upptøkurnar vórðu gjørdar síðst í september mánaði í bygdini Leshko í útsynningspartinum av Bulgaria, har ið Valeri Dimchev hevur eitt studio. Heitið »A [...] út, ið er fyrra fløgan av tveimum, ið vórðu tiknar upp í Bulgaria í heyst. Seinna fløgan, har ið Agnar Lamhauge eisini er við, kemur út einaferð í vár.
tær, tá tú ert álopsspælari í HB, men møguleikin fyri at vinna okkurt er ivaleyst størri í HB enn í nógvum øðrum feløgum, og tað tiltalar meg eisini. Síðst í januar mánaði fer Súni Fríði Johannesen undir [...] men nú er vent í holuni. Ætlanin var, at eg skuldi halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði [...] Ikki í toppformi Eftir fram úr góða árið í 1995, tá Súni Fríði Johannesen var tryggur toppskjútti í 1. deild, var hann úttikin aftur til landsliðið, eftir at hann fyrstu ferð hevði smakkað til tað í 1993
danskari síðu, viðvíkjandi juniavtaluni. Tað er tann tilsøgnin sum eg gav, tá eg var í Føroyum í januar mánaða í ár, og tann tilsøgnin sum Fólkatingið gav um, at bankamálið skuldi loysast á slíkan hátt [...] tað skal gerast upp í okkara søguliga felagsskapi, í vinarlag millum Føroyar og Danmark, og okkara avgerð um, at tað lítla og tað stóra vælferðarsamfeløgini saktans kunnu liva saman í sátt og semju. Vit [...] meirlutin í Fólkatinginum, sum heldur tað. Heldur tú at vit kunnu verða líka stillað lond, við virðing fyri hvør øðrum, um vit fáa ein posa av pengum frá Danmark? Mín ferð í Eysturoy fyrradagin og í Suðuroy
taka støðu til málið um skeinkingarloyvi, sum liggur í Tinganesi. Í fjør heitti Tórshavnar Býráð á landsstýrið um at taka spurnignin um skeinkingarloyvir í Havn, upp til viðgerð. Býráðið fekk svar frá undanfarna [...] málið kært til Kappingarráðið, sum í november 1997 helt, at avgerðin hjá landsstýrismanninum kundi virka avlagandi fyri kappingina millum hotel og matstovur. Í januar 1998 heitti vinnumálastýrið á Kapp [...] Tað er tryggari at fólk hava møguleika at keypa sær eitt glas av víni ella eina øl í skipaðum viðurskiftum. Strangar treytir eru settar teimum, sum hava skeinkingarloyvi. Verða treytirnar ikki yvirhildnar
Landsstýrið ger sáttmálar. Tað er galdandi í hesum máli eins í so nógvum øðrum, sum Landsstýrið ger sáttmálar, sigur Eilif Samuelsen. Í skrivandi løtu seinnapartin í gjár, var einki svar komið frá Nyrup Rasmussen [...] hervið tikið fyrningarfreistini burtur? Tað eru í grundini óverdugt um Føroyar skulu stevna, fyri at fáa sín vilja. Tað stríðir eisini móti andanum í ríkisfelagsskapinum. Vit skulu heldur tosa okkum [...] til at stevna bara Danske Bank. Málið er soleiðis háttað, at so skulu allir partar í málinum stevnast. Eg haldi, at vit í virðing fyri hvør øðrum skulu samráðast til vit koma til eitt úrslit, sigur Eilif
stilla upp aftur til løgtingsvalið komandi. Hetta segði hon sínum valfelag í november mánaða í fjør, og tað hevur verið floksleiðsluni í Javnaðarflokkinum greitt seinastu tríggjar mánaðarnar. Flokkurin vónaði [...] eg fekk møguleika at fáa innlit í hvussu samfelagið er skipað. Tað gevur tær grundarlag at mennast, og kann kanska vera við til at gera teg dugnaligari í arbeiðinum og í samfelagnum, sigur Marita Petersen [...] Petersen. Søgulig hending Hon skrivaði søgu 17. januar 1993, tá hon tók við sum fyrsti kvinnuligur løgmaður í Føroyum. Hennara løgmanstíð varð mest strævna tíðarskeið í nýggjari føroyskari søgu. Tað eydnaðist
dramatiskur, í góðum eins væl og í vánaligum tíðum. Hann heldur kortini, at eingin, sum hevur verið í Føroyum, ivast í, at nógv og sterk bond binda Føroyar og Danmark saman, bæði persónlig- eins væl og í familjum [...] nú er stundin komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað er hansara hugskot at Ríkisfundirnir hereftir verða hildnir skiftivís í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. Atfinningarnar móti at Nyrup Rasmussen [...] enn tey, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, at vitja Javnaðaflokkin? - Eg komi til Føroya í sum forsætisráðharri, á fundin við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandi og Edmund Joensen
koma á Ríkisfundin, sum verður hildin í Føroyum. - Áður hevur hann verið hildin í Danmark, og tá í forsætismálaráðnum. Hesaferð er fundurin í Føroyum, og verður tí í Tinganesi. Annað veit eg ikki um hetta [...] Tað vóru nógvar telefonir sum kimaðu hjá Atla Hansen í Gøtu týsmorgunin. Tingmaðurin tosaði við fleiri fólk í senn, men hann hevði stundir at siga Sosialinum, at hann ikki hevur sagt, at hann ikki vil [...] vil hitta forsætisráðharran, tá hann kemur hendavgein 6. januar. - Eg havi annars ongar ætlanir um at hitta Nyrup, men eg veit ikki, um hann vil hitta meg. Verði eg boðsendur, so fari eg sjálvandi at práta