Aftaná áralongu tøgnina millum Danmark og Føroya, verður nú møguleiki at tosa leyst og fast um ymisk mál. Eisini nøkur, sum higartil hava verið tagd burtur.
Poul Nyrup Rasmussen heldur, at nú er stundin komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað er hansara hugskot at Ríkisfundirnir hereftir verða hildnir skiftivís í Føroyum, Grønlandi og í Danmark.
Atfinningarnar móti at Nyrup Rasmussen kemur til Føroya, júst eina viku áðrenn úrslitið av bankakanningini kemur, eru nógvar.
Vil javnstilla londini í ríkisfelagsskapinum
Sjálvur sigur Nyrup Rasmussen, at Ríkisfundurin var avtalaður fyri hálvum ári síðan, men at tankin um at halda fundin í Føroyum búnaðist, tá hann hitti føroyingar á norðurlandaráðsfundi í Helsinki.
Tann fundurin var eftir hansara tykki sera væl eydnaður. Hann gjørdi tí av at tosa við Edmund Joensen og Jonathan Motzfeldt um nýskipanina.
Við at halda Ríkisfundin í Føroyum, vil eg samstundis rætta føroyingum eina hond, við vón um, at vit kunnu tosa saman, hóast teir trupulleikar, sum eru og hava verið millum okkum seinastu árini, sigur forsætisráðharrin.
Eisini haldi eg, at tíðin er komin at javnseta londini í ríkisfelagsskapinum. Tað kunnu vit gera í virðing fyri hvør øðrum, við at skiftast um at halda hesir fundir, sigur Nyrup Rasmussen.
Sýtir ikki fyri at
tosa við nakran
- Hvat heldur tú um, at teir føroysku politikararnir ikki vilja hitta teg?
Persónliga haldi eg, at um onkur vil hitta meg ella skifta orð við meg um eitthvørt mál, so vil eg ikki nokta fyri tí.
Eg komi til Føroya í tveimum ørindum. Tað eina er nýskipanin við at halda Ríkisfundin í Føroyum hesaferð. Tað haldi eg er ein góð byrjan, sum byggir á felagsábyrgd og virðing hvør fyri øðrum.
Vitjanin skal eisini skiljast sum ein útrætt hond til føroyingar. Um føroyskir politikarar ikki vilja tosa við meg, so noyðist eg at taka tað til eftirtektar, sigur forsætisráðharrin.
Viga ørindini sum ríkisleiðari meira enn tey, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, at vitja Javnaðaflokkin?
- Eg komi til Føroya í sum forsætisráðharri, á fundin við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformann í Grønlandi og Edmund Joensen, løgmann.
Harnæst vil eg fegin sum forsætisráðharri tosa við føroyingar um felags mál.
Nú steðgi eg longur í Føroyum, enn hægst neyðugt er. Tað kemst av, at eg, sum formaður í Sosialdemokratiska flokkinum, fari at vitja Jóannes Eidesgaard, formann, og fólk í Javnaðarflokkinum. Vónandi verða eisini stundir at tosa við fólk annars, sum vilja tosa við meg, sigur Nyrup Rasmussen.
Hvat ætlar forsætisráðharrin at tosa við Javnaðarflokkn um?
- Vit fara at tosa um felags hugskot og politiskt støði. Harnæst ætli eg mær at siga flokkinum, at eg havi virðing fyri floksarbeiði teirra, serliga í teimum truplu kreppuárunum.
Tað er ongantíð takksamt at hava politiska ábyrgd í slíkum krepputíðum, sum vóru í Føroyum fyri nøkrum árum síðan, sigur Nyrup Rasmussen, sum samstundir vónar at partarnir kunnu tosa um framtíðar samstarv.
Forsætisráðharrin gleðir seg ótrúliga nógv at vitja oyggjarnar aftur, og vónar at fáa stundir at síggja meir á ferðini, enn tá hann var her seinast.
Bankamálið hevur ligið í buktini
Hví hevur forsætisráðharrin ikki latið frætta frá sær so leingi?
Tað er einamest av tí, at tað hava verið trupulleikar millum londini bæði, men eg dylji ikki, at eg eisini havi havt trupulleikar at svara spurningum, sum hava havt við bankamálið at gera.
Tí havi eg kent tað sum mína skyldu at bíða til bankakanningin var av, sigur Nyrup Rasmussen og kvikar sær at leggja aftrat, at hóast hann ikki hevur vitjað í Føroyum, so hevur sambandið ikki verið kvett á stokkinum. Nakrar uppgávur av týdningini fyri londini bæði, eru loystar.
Hann nevnir eitt nú málið um at varðveita Framtaksgrunnin, so sum føroyingar ynsktu tað.
Ríkisfundirnir eru
ikki loyniligir
Vanliga verður hildið, at Ríkisfundirnir eru loyniligir, av tí at almenningurin ikki hevur fingið nakað at vita. Hvørji evni verða umrødd á fundinum 6. januar?
Ríkisfundirnir eru als ikki loyniligir. Hóast vit ikki hava so fasta dagsskrá, so kann eg siga, at vit viðgera felagsmál. Á hesum fundum er orðið meira frítt, har vit kunna hvønn annan um tey mál, sum hava týdning fyri hvørt landið sær.
Spurningar um fiskivinnuna vilja helst bæði føroyingar og grønlendingar verða áhugaðir at tosa um, og eg vil sjálvur kunna hinar um ES-fundin í Luxemburg. Vit plaga annars eisini at tosa um fíggjarligu viðurskiftini í londunum.Aftaná verður tíðindafundur, og tá kunnu journalistar frætta um innihaldið á fundinum, sigur Nyrup Rasmussen.
- Fara tit at tosa um bankamálið á fundinum?
- Tað eru og verða eingi forboð sett, fyri at tosa um nakað mál yvirhøvur. Um bankamálið kemur upp at venda, so tosa vit eisini um tað. Vit eiga at kunna tosa um alt á ferðini ´Føroyum, sigur ein avgjørdur forsætisráðharri.
Síðani fellur prátið á týdningin í ríkisfelagsskapinum, og um tað bert hongur saman í køldum lógargreinum og fíggjarpolitikki.
Tað menniskjansliga eigur at telja mest
Eisini tosa vit um, hvørt tað menniskjansliga og mentanarliga, eitt nú, at danir, grønlendingar og føroyingar eru so ymskir í hugsunarhátti og tosingarlag, hevur virði fyri ríkisfelagsskapinum, heldur enn bert tað fíggjarliga, sigur forsætisráðharrin:
Tað verður, ið hvussu so er, ongantíð tað búskaparliga einsamalt, sum heldur ríkisfelagsskapinum uppi.Menniskjansligu virðini eru grundarlag undir felagsskapinum.
Eisini skal takst við í umhugsanini, at vit hava felags søgu og mentan. Hóast eg væl veit, at tað hava verið trupulleikar okkara millum gjøgnum tíðirnar, so veit eg kortini eisini, at danska stjórnin hevur hjálpt og stuðlað, tá Føroyar komu í truplastu búskaparligu kreppuna nakrantíð, sigur Nyrup Rasmussen.
Hann heldur persónliga, at tað ongantíð skal verða eitt ivamál, at ríkisfelagskapurin byggir á menniskjanslig og mentanarlig virðir, umframt tað búskaparliga.
Nógvir trupulleikar eru seinastu árini íkomnir, tí danir ikki skilja, hvussu føroyingar hugsa og tosa?
- Persónliga haldi eg tað vera umráðandi, at vit skilja hvat verður sagt. Tað krevur kortini at báðir partar eru opnir fyri hvør øðrum, júst tí at vit eru tvey ymisk fólkasløg.
Tað krevur hinvegin av okkum dønum, at vit noyðast at seta okkum serliga væl inn í føroysk viðurskifti og liviumstøður.
Tað var so nógv eg
ikki visti nóg nógv um
Visti tú nóg mikið um føroysk viðurskifti, tá tú tók við sum forsætisráðharri í 1993?
- Lat meg siga tað soleiðis: Tað vóru so nógv mál, sum eg ikki visti nóg mikið um, tað noyðist eg at viðganga, men eg haldi meg kortini hava lært nógv um føroyingar og viðurskiftini í Føroyum, hesi árini.
Visti tú nóg mikið um viðurskiftini í Føroyum, tá partabrævaumbýtið fór fram. Her hugsi eg serliga um tá sagt verður, at tú segði ósatt fyri føroysku myndugleikunum í hesum máli?
Eg havi fingið nógvar spurningar um bankamálið, og oftani havi eg havt hug at taka lut í hesum orðaskifti, men eg havi mett, at tað loysir ongar trupulleikar, at leggja seg út í málið, áðrenn bankakanningin er liðug, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Hann hevur veruliga gjørt alt hann er mentur fyri at fáa eina so góða nágreiniliga kanning, ið til ber, og sum avdúkar alt, sum er farið fram í málinum.
Tá kanningin er liðug, vóni eg at vit fáa eitt haldgott grundarlag at tosa saman um, og byggja víðari á.
Tú ert ikki bangin fyri úrslitinum av kanningini?
- Nei, heldur hinvegin. Tað verður ein stórur lætti fyri meg, tá úrslitið verður lagt fram, tí tá hava vit eitt grundarlag at halda okkum til, sigur Nyrup Ramsussen.
Forsætisráðharrin veit um SvF sendingarnar um bankamálið, men hann veit ikki, at trupulleikar hava verið av at fáa alment innlit í málinum, tá Poul Schlüther stjórnin samtykti at føroyingar skuldu yvirtaka undirgrundina.
Føroyingar eiga
øll rættindini
Spurdur, um føroyingar eiga allan rættin til undirgrundina, um olja verður funnin, váttar forsætisráðharrin, at bert føroyingar eiga rættindini til tað, sum kemur úr føroysku undirgrundini.
Í samband við marknastríðið við Bretland, er tíðarfreist sett til 15. januar 1998. Tá skal gerast av, um málið skal fáa politiska viðgerð ella um tað skal leggjast fyri dómstólin í Haag at gera av, hvat markið skal vera.
Fara danir at luttka aktivt í hesum samráðingum?
Eftir hvat eg havi skilt, so er endalig tíðarfreist ikki avtalað, men rætt er, at partarnir á seinasta fundi í juli í ár, vildu hava málið avgreitt innan eitt hálvt ár. 15. januar er sostatt ikki seinasta freist, sigur Nyrup Rasmussen.
Føroyingar taka støðu - vit lurta eftir tykkum
Hann leggur dent á, at tað avgerandi í hesum máli er, hvørja avgerð føroyingar taka. Síðani vil danska stjórnin og Nyrup Rasmussen persónliga, lurta ógvuliga væl eftir, hvat føroyingar hava at bera fram.
- Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at danir og føroyingar, í hesum føri, semjast um at tosa sama mál.
- Higartil hevur tað verið striltið at samráðast við bretar, men sum eg skilji á føroyingum, so hevur samstarvið okkara millum riggað væl. Eg havi eisini lagt til merkis, at Landsstýrið hevur kent seg at hava fingið tann stuðul frá Danmark, sum brúk hevur verið fyri.
- Men sjálvandi. Tá samanum kemur, so eigur tað at vera tann føroyski politiski meirlutin, sum ger av, hvussu marknamálið skal avgreiðast, og í Danmark fara vit at taka tað til eftirtektar, sum føroyingar vilja sigur Nyrup Rasmussen.Føroyska uttanlandsskuldin er umleið 6 mia. krónur. Okkurt klókt høvd hevur roknað út, at um møguligt yvirskot á fíggjarlógini til støddar 100 mió. krónur, verður nýtt sum afturbering árliga, so verða tey børn, ið vóru fødd í kreppuárunum pensionistar, áðrenn skuldin er afturgoldin.
Samráðingar um uttanlandsskuldina
- Hevur forsætisráðharrin gjørt sær nakrar tankar um, undir hvørjum treytum og hvussu nógv skal falla til gjaldingar í senn, og yvir hvussu langt áramál?
- Sambært avtaluni er ein skipan gjørd, hvussu skuldin skal gjaldast aftur. Um stutta tíð fara vit at tosa við Landsstýrið. Eftir avtaluni frá 1995 skuldi hetta verið gjørt í ár, men verður nú útsett til á vári 1998.
Forsætisráðharrin sigur í politiskum vendingum, at danska stjórnin vil vísa ein góðan vilja, so vit í felag kunnu røkka málinum. Fyribils er tað upp til Landsstýrið at siga sína hugsan, áðrenn farið verður til samráðingarborðið, at tosa um skuldina.
Poul Nyrup Rasmussen hevur eisini sæð filmin ?Barbara³, og hann var eins hugtikin av náttúrulýsingunum, sum hann helt seg kenna aftur frá sínum egnu upplivingum, tá hann vitjaði seinast.
- Heldur tú at filmurin lýsti føroysku fólkasálina?
- Jú, eg haldi, at hon hómaðist, tó at filmurin ikki er so djúpur í síni søgugongd, sum eg minnist søguna, tá eg læs bókina, sigur Nyrup Rasmussen.
Hann heldur kortini, at teir føroysku sjónleikararnir spældu væl, og at teir saman við vøkru náttúrumyndunum, settu føroyskan dám á filmin.
Brúk fyri hvør øðrum
Hvørjar hugsanir gert tú tær um, at føroyingar nú tosa um loysing, ella broyting av heimastýrislógini?
Sum áður sagt, so haldi eg at londini í Ríkisfelagsskapinum mentanarliga og menniskjansliga eru tengd nær saman.
Tað hevur týdning, ikki minst í einum altjóða umskiftiligum heimi, har kappingin er hørð. Tað ger, at vit hava brúk fyri hvør øðrum í felagsskapinum. Harnæst haldi eg, at vit hava so nógv, sum virka ríkandi millum ríkispartarnar.
Broytingar í framtíðini
Poul Nyrup Rasmusen sigur, at hann veit væl - og tað vita føroyingar eisini, at felagsskapurin gjøgnum søguna hevur verið ógvuliga dramatiskur, í góðum eins væl og í vánaligum tíðum. Hann heldur kortini, at eingin, sum hevur verið í Føroyum, ivast í, at nógv og sterk bond binda Føroyar og Danmark saman, bæði persónlig- eins væl og í familjum.
Tá eg komi til Føroya, fari eg at lurta væl eftir, hvørji ynski føroyingar hava til møguligan framtíðar felagsskap.
Í mínum huga er tað heilt náttúrligt at fólkið í Føroyum skal hava seinasta orðið í hesum máli, sigur Poul Nyrup Rasmussen.