toski. - Trolarin, sum fiskar svartkalva, landar møguliga síðst í hesi vikuni, og hin landar neyvan fyrr enn í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi, og ein liggur við bryggju. Á [...] og ein trolari fiskar við lemmum. - Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, og ein er [...] fiskiskap í løtuni, og væntandi fer onkur aftrat út í næstum. - Væntandi koma allir trolbátarnir, sum eru úti, inn at landa síðst í hesi vikuni. Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski
physalus) fyrr hevur hoyrt til døglingin, og ikki sum nú, til tann hval sum danir kalla finhval. Hetta kann sýnast rímiligt, tí døglingurin hevur týðiligt nev, sum liðurin nebba- uttan iva skilar til. Tað løgna [...] Føðin, sum hvalurin leggur seg eftir er høgguslokkur og smáfiskur. Mangt er gestsins navn Á enskum nevnist døglingur northern bottlenose whale. Hann fær sostatt navn eftir eyðkenda nevinum, eins og á norskum [...] døglingur. Dǫglingr er gamalt norrønt orð, sum merkir kongur ella høvdingi. Hetta er eisini eitt av mongu hjánevni Óðins ásakongs. Nú kann mann spyrja seg sjálvan, hví ein miðalvaksin hvalur fær navn eftir fremsta
so landsliðsvenjarin hjá monnunum fær næstan átta ferðir so nógv í løn sum landsliðsvenjarin hjá kvinnum. So tað liggur eisini ein stór lønarhækkan í luftini um Sarina Wiegman fer at venja enska manslandsliðið [...] besti maðurin til arbeiðið". Hví skal tað vera ein maður? Okkara svar verður altíð: "Tað er best egnaði persónurin til starvið", staðfestir Mark Bullingham. Sum er fær Gareth Southgate eina ársløn upp á tríggjar [...] Niðurlendska Sarina Wiegman hevur gjørt tað framúr sum landsliðsvenjari hjá enska kvinnulandsliðnum. Í fjør vann hon EM á heimavølli við Onglandi, og hesaferð hevur hon saman við Onglandi vunnið seg í
týskaran Jorg Schmadtke sum fyribils ítróttarstjóra. Hann hevur ein fortíð í Bundesliguni og søgan sigur, at hetta er hansara keyp. Wataru Endo fær góð skotsmál úr Týsklandi, sum ein stríðssinnaður miðvallarin [...] japanska miðvallaran Wataru Endo frá týska Stuttgart. Prísurin liggur um tær 130 milliónirnar. Tað kemur ikki óvast á, at Liverpool keypir ein verjukendan miðvallara, men ongin hevði roknað við at svarið [...] til ein kollvelting á miðvøllinum hjá Liverpool. Hann endaði í Real Madrid. Síðani skuldi tað verða Moisés Caicedo úr Brighton, men eftir eitt sindur av stíði endaði hann í Chelsea. Nú var bara ein eftir
Sheriff í Moldova, sum hevur heimstað í Tiraspol, høvuðsstaðnum í útbrótararepublikkini, Transnistria, sum altjóða samfelagið ikki góðtekur sum sjálvstøðugan landslut. Hetta er ein russiskt stuðlaður [...] landslutur í Moldova. Býurin liggur á markinum til Ukraina og 200 kilometrar frá ukrainska havnarbýnum, Odessa, sum Russland áhaldandi leypir á við rakettum. Eftir russisku innrásina, sýtti UEFA liðnum [...] hesum, trúgvi eg ikki, at KÍ úr Føroyum megnar at flyta dystin. Tað er væl danska uttanríkisráðið, sum noyðist at gera arbeiðið, um dysturin skal flytast, sigur KÍ-venjarin eitt nú við Dagbladet. Norska
hvør orsøkin er til spreingingina í Dagestan í kvøld, sum eisini setti eld á bensinstøðina í býnum. Dagestan er sjálvstýrandi lýðveldi, sum liggur við Kaspiska Havið og er partur av russiska sambandsríkinum [...] kvøld hevur ein hørð spreinging verið á einari bensinstøð í býnum, Makhatsjkala í Dagestan, har suður í landinum. Tíðindastovan Reuters visti fyrr í kvøld at siga, at fýra fólk vóru deyð, men sum kvøldið er [...] er gingið, er talið av deyðum komið upp á 12. Sambært guvernørinum í økinum, sum vísir til heilsuverkið í býnum, vóru nú um midnáttarleitið russiska tíð í minsta lagi 12 fólk staðfest deyð og 50 løstað
forsetavalið, upplýsir ein dómstólur sambært tíðindastovuni Reuters. Tíðindastovan dregur tó ein part í land aftur í mun til fyrstu boðini beint frammanundan, um at ein ákæra liggur klár ímóti republikanaranum [...] republikanaranum Donald Trump. Dómstólurin í Fulton County, sum Reuters í fyrstu syftu vísti til, hevur er ikki komin við nakrari viðmerking. Og boðini um, at sak verður løgd ímóti Trump, er sambært Reuters tikin
diskutera í eina óendaligheit. Her verður handlað - tí um ein góð idé, verður verandi ein idé, so er tað ikki ein góð idé … Ovastevnan er ein øtuliga góð idé …. Men at samla pengar saman til svimjihylin [...] Nei - so í fjør var ein nýggjur sangleikur eisini settur upp. Ein sangleikur um Kongsdótturina í Korndali, sum netupp er á skrá í ár. So eg eri farin at hugsa: Hvat verður tað næsta, sum nólsoyingar fara [...] hevur spælt við, so hava ein 5000 fólk vitja oynna - og fólkatali í oynni er hækkað við einum 2000 %. Ovastevnan er blivin eitt gott brand hjá okkum, og sum tit síggja, so liggur eitt belgisks seglskip og
- eitt andarhol frá krígnum, sum Russland framvegis og áhaldandi fremur í Ukraina. - Eg havi droymt um at fara á strondina og anda í meg sjóluftina. Hetta hevur verið ein stórur saknur. Men, tryggleikin [...] tryggleikin hevur fyrstu raðfesting, sigur ein av íbúgvunum í Odessa. Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraiina í morgun. [...] hálvum øðrum ári síðan, latið upp baðistrendurnar. Odessa er størsti havnarbýur í Ukraina. Býurin liggur við Svartahavið og hevur herflotastøð. Býurin er álopin ferð eftir ferð av russum, bæði við rakettum
Jacobsen, at ein nýbygningur úr Onglandi, sum er væl størri enn gamli Ziska, helst hevði kostað einar 30 miljónir krónur. - Vit eru sera væl nøgdir við keypið, sum vit nú hava gjørt. Vit hava fingið ein góðan [...] lag hevur fingið ein nýggjan Ziska til bjarging, sleip og sjúkraflutning. Báturin, sum er bygdur í Noregi í 1986, hevði navnið Skomvær III, og tað var Redningsselskapet í Noregi, sum átti bátin. Hóast [...] tískil er báturin eisini vælegnaður til sleip, sum er ein vanligur partur av uppgávunum hjá bjargingarfelagnum. - Vit eru ógvuliga væl nøgdir við bátin, sum longu nú hevur verið brúktur til onkran sjúkraflutning