Í kvøld hevur ein hørð spreinging verið á einari bensinstøð í býnum, Makhatsjkala í Dagestan, har suður í landinum.
Tíðindastovan Reuters visti fyrr í kvøld at siga, at fýra fólk vóru deyð, men sum kvøldið er gingið, er talið av deyðum komið upp á 12.
Sambært guvernørinum í økinum, sum vísir til heilsuverkið í býnum, vóru nú um midnáttarleitið russiska tíð í minsta lagi 12 fólk staðfest deyð og 50 løstað.
Hetta skrivar guvernørurin, Sergej Melikov, sjálvur á sosiala miðlinum, Telegram.
Fyribils er einki sagt um, hvør orsøkin er til spreingingina í Dagestan í kvøld, sum eisini setti eld á bensinstøðina í býnum.
Dagestan er sjálvstýrandi lýðveldi, sum liggur við Kaspiska Havið og er partur av russiska sambandsríkinum.
##med2##
##med3##