enn 40 árum síðani, og als ikki ætlað til ta ferðslu, sum fer fram í dag. Tað hevði tí verði áhugavert at vita, um tað krevst myndugleika góðkenning til ta tungu ferðslu, sum dagliga fer fram á hesum vegastrekki [...] fyri, at ikki alt flytur til Havnar, skal vera lív laga. Men taka vit saman um og hyggja frameftir, so ber til at loysa nevnda ferðslutrupuleika, sum er orsøkin til alt hóvastákið. Alternativið er at bergholið [...] Lítið er lamdið, okkum nýtist ikki at gera tað enn minni. Undirritaði skal tí heita á landsstýrismannin í vinnu- og samferðslumálum, Finnboga Arge um at skunda undir, at fáa henda møguleikan, um ikki annað
til hart stríð og tað helst fór at vera vøkkult at vinna fram ella tap var í honum, John var hin sami, tað lá ikki fremst hjá honum, at tað var hann sum mátti veljast, men altíð tað at vinna flokkinum [...] hevði upp á hjartað - tað var harvið, fall tað ikki í góða jørð. Í poltiska hugburði sínum var hann avgjørdur. Ikki tað, at hann í einum og øllum ígekk tað, partamenn søgdu, á sín sermerkta hátt segði hann [...] søk síni - tað hann hugsaði, segði hann beint fram - sama hvør var mótpartur. Hann veik ikki uttanum, um tað so kundi svíða, fals kom honum ikki til hugs; tað var honum í holdið borið at siga tað, hann hevði
sigur hon, at tey ikki hava havt nakran fund um málið, og at hon ikki fer at biða um nakran fund. - Eg haldi, at ein og hvør eigur at sleppa at úttala seg sum hann vil. Men eg havi mína meining og ÓB hevur [...] meining. Og hann umboðar ikki mína meining her. Ov lágt endurgjald Annars er tað, sum harmar Katrina Dahl mest, at endurgjaldið til neyðtiknar kvinnur er so lítið. - Tað, sum harmar meg mest er, at tað skal [...] Eg standi ikki inni fyri tí, sum ÓB sigur. Tað er hansara persónliga meining. Tí eftir stendur, at gentan hevur fingið sítt lív oyðilagt, og hon fer ongantíð at koma burturúr tí. Umboðar ikki flokkin Spurd
fegin fyri at vera við á teimum báðum undanfarnu framsýningunum og sigur, at tað hevur hjálpt øgiliga væl til hjá føroysku listhandverksmentanini. ? Vit sita hvør í sínum lagi og arbeiða, og tað eru verri [...] havt onkra, men hann fjalir ikki, at tað er hugaligari at sýna fram saman við øðrum. ? Eitt annað er, at vit hava fingið eitt stak gott samstarv við t. d. íslendingar, og tað gevur okkum góðar menningarmøguleikar [...] Sjálvandi er tað stuttligt at sýna fram uttan fyri landoddarnar, men tað er minst líka stuttligt, at kenna, at tað er onkur her heima, sum hevur áhugað fyri tí vit takast við, sigur hann, og vísir til f
í huga, at tað alla tíðina skal veða nakað nýtt at koma eftir hjá teimum vitjandi. Hetta var eisini í huganum hjá fyrireikarunum í fjør, og úrslitið var, at Erik Olsen, varð boðin til Føroya at verða við [...] íslendskar kvinnur um at vera gestaframsýnarar á framsýningini, sum nú letur upp, og tær tóku allar av. Og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikararnir hava verið hepnir, tí tað er talan um framúr góðar [...] ferðin, at hon er í Føroyum. Kogga sigur við Sosialin, at hon gleðir seg at vera við á framýningini, serliga tí, at hon altíð hevur havt nógv samband við Føroyar. ? Eg eri fødd á eysturlandinum, og har havi
hesin hug at keypa vøruna, klikkir hann ella hon á hana, og so fer hon í eina grafiska innkeypskurv á heimasíðuni. Tá liðugt er at velja sær vørur, ber til at hyggja í kurvina, og um ætlanin er at keypa vørurnar [...] arbeiði og sostatt eisini starvsfólk. Um tað verður so, at stórur partur av søluni hjá Mega fer at fara fram gjøgnum internetið, verður næstan ikki neyðugt hjá handlinum at pakka vørurnar út og seta tær [...] vørur í at velja. Hetta fevnir ikki um alt úrvalið, ið er í handlinum. Men Mark Joensen sigur tað bera væl til at útbyggja dátugrunnin soleiðis, at til ber at bíleggja fleiri vørur gjøgnum netið, og er ætlanin
sjálvum. Tutl metir hetta vera gott hugskot og ætlandi verður tað fastur táttur framyvir, at listafólk hava møguleika at sýna fram síni verk í handlinum. Men eina tíð framyvir verða tað myndirnar hjá Philippe [...] Philippe Carré, ið einamest eru av Havnini, ið eru at síggja í Fútastovu á Kongabrúnni.
givið fløgur út, og Doky Brothers eru heimskendir. Chris Minh Doky telist millum heimsins bestu bassleikarar, og tey kendu tónleikanøvnini standa í røð, fyri at fáa hann á pall ella á fløgu og hetta er galdandi [...] leika klaver og 15 ára gamal byrjaði hann at spæla el-bass. Tvey ár seinni byrjaði hann at leika akustiskan bass. Tá hann gekk á konservatoriinum í Keypmannahavn, fekk hann fleiri heiðurtekin og viðurkenningar [...] sigur Chris, at sjálvt lagið, melodiurin, er av stórum týdningi, tá hann leikar. Hetta heldur hann koma av, at hann er uppvaksin í Danmark, har sangbókin hevur sett síni spor og enn hevur nakað at siga fyri
kanska tað aftur hesa ferð fer at eydnast at halda støðufesti, og at ganga ímóti tí skeiva rákinum. Og hvør veit ? kanska mjørkin lættir, og sólin aftur fer at skína á hesum oyggjum. Hóast fólk hava búð [...] við, at fáa nakra gávu á hesum øki. Tað nyttar ikki at sita og bíða eftir, at okkurt skal koma. Tað kemur ikki, fyrr enn fólk úr útjaðaranum krevur tað - og kanska heldur ikki tá. Tekniskt ber tað til, [...] samd um, at hóast tað, samart cost-benefitkanningum ikki sær út til at vera lønandi at halda lív í útjaðaranum, so er tað kortini mentanarliga skeivt at lata smáu bygdasamfeløgini doyggja út. Tað vil vera
hjá Kollu, er at undirvísa fólki í at fáa størri sjálvsálit og sjávsvirði. - Vit undirvísa fólki í sjálvsáliti, at fáa framgongd í lívinum, ikki at vera smæðin og afturhaldandi og at vera sterk. Tá eg gangi [...] spoleraðar, og tær eru gløggar. Hetta leggi eg áherðslu á, at tær veruliga skilja orðið nei, og at tær skilja orðið ja. Tær skulu t.d. duga at siga nei til at lata seg úr klæðunum og duga at ansa eftir [...] ríkidøminum her, og læra at selja tað til ferðafólk. Fólk mugu fáa eyguni upp fyri, at tey eru nakað serligt, at tey eru vøkur og at tey kunnu blíva fyrimyndir hjá øðrum. Lítla samfelagið Eg royni at fritta hana