vit leggja omaná, er tann veruliga realitetspolitikkurin, og tað er hesin politikkur, sum fullkomiliga er horvin í kjakinum, nú loysing og samband ráða. Men realitetspolitkkurin er sjálvandi ymiskur treytaður [...] realitetspolitikkin. Tað er undrunarvert, at vit altíð byrja kjak við loysing og samband, og síðani grava vit djúpri niður til realitetspolitikk, sum aðrastaðni er nærri skorpuni enn her hjá okkum. Í mun til [...] tað er hetta, sum er tann ekstrema politiska ?ego-dyrkan?, sum flestu føroyskir breyðpolitikkarar bera í sær. Eingin skal koma til oyggjalandi við góðum ráðum, tí vit vita best sjálvi, og hetta er tað
arbeiðsloysið er lítið, og tað er eisini minkandi, og hetta koma vit aftur til í tær komandi greinirnar. Høvuðsvinnan er ferðafólkavitjan, og er tað lætt at skilja, so vakurt sum her er. Almenn umsiting [...] grein. Noble er sannførdur um, at orsøkin til, at tað hevur gingist so væl í Føroyum, er, at føroyingar hava sítt egna mál og egnan samleika, og at hetta eisini er loysnin fyri skotar. Hetta er tann fyrsta [...] Upprunin til Mac Donald Vit hildu til í Sleat, sum er ein hálvoyggj, og sum er tann partur av Isle of Skye, sum er nærmast brúnni yvir á meginlandið. Hetta er kanska eisini tann partur av oynni, har viðurskiftini
settir eftir gólvinum. ? Framsýningin er rólig, harmonisk og hongur væl saman. Her er fitt av nýggjum, og tað dámar mær væl. Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu vísa, hvussu evnarík listafólk, vit eiga [...] Neyðugt er at taka ungu Anniku á Lofti við, tí hon verður helst ársins kjakevni. Hon hevur neglt teyggjur av turrum fiski til eitt lørift og smurt brúnsvarta spillolju omaná. Heitið »Oljan og vinnan« er ein [...] úr helheimi, er einki tú ynskir tær at hava hangandi í spísistovuni. Men tær bera tær boð um okkurt ófrættakent og ókent. Samstundis bera myndirnar boð um, at ársins ólavsøkuframsýning er eitt sindur øðrvísi
til er fríheitin, náttúran og reina umhvørvið sum fyri ein part liggur órørt av mannahond enn. Norðari endi av Eysturoynni, er eitt av teimum vøkru plássunum vit eiga við teimum hægstu fjøllunum her í landinum [...] at møguleikarnir eru nógvir. Vind hava vit í hvussu er nógv av, og tað verður brúkt alla aðrastaðni, so mátti tað eisini kunna tað her. Streymurin er harður rundan um okkum, og sá eg í eini sending hjá [...] eitt sindur meira meining við tí heila. Og so er tað tann stóri spurningurin, sum nógv fólk spyrja seg sjálvan um her í landinum, hvat í allari víðu verð er funktiónin hjá Friðingar- og Yvirfriðingarnevndini
Hetta er óivað eitt torført putlispæli, tí hóast kommunan er stór í vavi, so er ikki alt lendi eins væl egnað til alla nýtslu, og nakað nógv av góðum byggilendi er longu brúkt. Kommunan og oljan Í summar [...] Gongd er allatíðina í slíkum ætlanum, og tí er nógv ferð á húsabyggingini í Havn í dag. Hesi hús seta sín dám á umhvørvið og verða ein partur av Havnar býi í mong, mong ár. Tí er umráðandi, at skil er í [...] tikið soleiðis til um hjartamálini: "Ongantíð er meiri aktuelt enn nú at gera sær hugsanir og leggja ætlanir um framtíðina hjá okkara høvuðsstaði". Hetta er staðfest upp aftur meir síðani. Tí havi eg av
heldur ikki so løgið, tí torført er hjá okkum føroyingum at fyrihalda okkum og hava eina støðu til nakað, sum er so nýtt og fremmant fyri okkum, sum altjóða oljuverðin er tað. Upprunaliga ætlanin við hesum [...] Eftir Jan Müller blaðstjóra Blaðið tú her hevur í hondini ella liggjandi á borðinum framman fyri teg er ein roynd hjá Sosialinum at viðgera eitt stórt álvarsmál frá fleiri ymsum sjónarvinklum. Komandi [...] lovandi sum ræðandi oljuvinnuna! Nú er hetta so við at gerast veruleiki. Fleiri av heimsins størstu oljufeløgunum hava latið ella skulu til at lata upp skrivstovur her, og starvsfólk teirra leita sær innivist
Brotnir rútar og tílíkt. Tað batnaði, tá smáttan var latin óstongd. Her hava so fólk verið inni og hava kynt við tí olju, sum inni var. Tá oljan var uppi, varð roynt við føstum brenni, sum grillkoli og timbri [...] timbri. Men tað kláraði ovnurin ikki, og allur norðari endin er brendur úr húsinum. Skaðin er hendur tíðliga sunnumorgunin, meðan fólk var í húsinum. Boðað varð frá, og sløkkiliðini úr Kvívík, Kollafirði og [...] staðið. Tað tók tveir tímar at sløkkja. Smáttan var ikki tryggjað, so tað er ein ordiligur smeitur fyri skótafylkið, nú hon er brunnin. Kassameistarin hjá skótunum veit ikki at siga í løtuni, hvussu verður
Sjálvur er hann framvegis bjartskygdur og heldur, at fyrr ella seinni verður troffið við lønandi oljufund á landgrunninum. Hann ivast onga løtu í, at oljan finst í okkara undirgrund. Spurningurin er bara [...] at ráðharrar skulu leggja frá sær. -Er tað ikki eitt stórt vónbrot, at hesin 4. brunnurin ikki gav veruligt úrslit? -Tað er altíð eitt vónbrot, at ein brunnur er turrur. Men eg haldi ikki vit vera skulu [...] ki. -Er tað ikki í so bjartskygt, tá hugsað verður um úrslitið higartil? -Tað haldi eg ikki. Samanbera vit við onnur leitiøki, so tekur tað eisini tíð at raka við olju, og nú olja er staðfest her, nýtist
undan smáum ósemjum. Er tað nakað, sum oljufeløgini ræðast, so er tað klandur, og ein hevur varhugan av, at er talan um klandur í einum øki, so halda oljufeløgini seg bara vekk. Her eru nevniliga so nógvir [...] pumpa olju upp á land í Føroyum er greitt, at vit skulu hava velduga stór skip nær landi, og tað er ikki vandaleyst at fáa so stór skip at sigla millum sker og hólmar. Her er so eisini óvanliga harður streymur [...] hesum døgum er ein løgtingsnevnd á vitjan í Noregi. Tað er Vinnunevndin, sum kunnar seg við norsku oljuvinnuna nú undan tingviðgerðini av oljulóggávuni. Millum limirnar í Vinnunevndini er eisini Henrik
áhugavert er eisini á skránni. Ikki er neyðugt her at reksa upp, hvat er hent og hvør støðan er í løtuni. Niðurstøðan í løtuni er tann, at tað tekur tíð at finna olju. Tað krevur tol. Hetta er læran vit [...] Hetta er 3. ferð, at tað verður skipað fyri slíkari ráðstevnu í Føroyum. Gott tað sama. Tá tað snýr seg um okkara landgrunn og framtíðina her so er rætt, at vit sjálvi skipa fyri ráðstevnu her heima. [...] í landinum. Eftir øllum at døma er hesin siður at skipa fyri ráðstevnum innan allar hugsandi greinar vorðin ein fastur táttur, nakað, sum er komið fyri at vera. Tað er sjálvandi skilagott, at vit eisini