og meirilutin í fíggjarnevndini um at seta hesa útreiðsluhækking á fíggjarlógaruppskotið fyri 2000. Undir 3. viðgerð av uppskotinum í løgtinginum vóru harafturat samtyktar uml. 6 mio í rakstrarhækkingum [...] áðrenn møguligar eykajáttanir í 2000 og uttan reguleringar orsakað av semjuni í landsstýrinum um íløgustuðilin. Heldur ikki eru tær 31 mio kr, sum fíggjarlógaruppskotið hækkaði við í løgtinginum, taldar við [...] komandi fíggjarlógum (kap. 6 í Búskaparbindinum). Tí er avgerandi neyðugt, at landsstýrið fyrireikar tillagingar í samsvar við samgongugrundarlagið, men sum kunnugt er einki komið í ljósmála haðani - higartil
eru »rødruss«. Tær norsku pisurnar ganga ikki í hattum eftir at tær hava lokið prógv, men í reyðum ella bláðum ketildraktum ella smekkubuksum og keppum í nakrar vikur fram til 17. mai, sum er tjóðardagur [...] knútar og ting fest í keppin. Eitt av tingunum, pisurnar kunnu fáa í keppin, er ein proppur frá einum uppvaskidunki. Proppurin vísur til, at viðkomandi hevur svomið, ella baðað, í einum springvatni við [...] stendur skrivað, hvørjum skúla næmingarnir koma frá, onkur vísdómsorð, autografurin frá onkrum klassavini og kanska hondavtrikkið frá eini unnustu. Pisurnar ganga soleiðis ílætnar í einar tvær vikur fram
verið í Aberdeen tvey ár umframt árið í London. Hann er sonur føroyska oljuminastaran og eigur eina ikki minni kenda konu í Tóru við Keldu. Hon býr í løtuni íFøroyum, men hon hevur eisini verið í bæði London [...] Hetta er triðja árið hjá honum í Aberdeen og hjá Robert Gordon University. Heitið og útbúgvingin, ið Eystein í hesum døgum strembar eftir, er honours degree í Business Studies. Í orðabókini stendur at lesa [...] einari samkomu í Aberdeen, har hittir hann eisini nógv fólk, og teir, hann lesur saman við, eru eisini óføra fittir at vera saman við. Kostnaðarmikið Tað er ikki ókeypist at ganga í skúla í Bretlandi. Sum
heima í Føroyum. Barnaskúlar komu um landið um hesa tíðina: Símun av Skarði gekk í skúla í heimbygdini, lærarinna var Bergitha Eliasen norðan úr Vági. Hon hevði ikki læraraprógv. Hon var lærarinna í Kunoy [...] stovnaður í 1870; tá sum sum mangan seinni, tá ið tað hevur snúð seg um skúla og mentan, spurdu teir ráðandi, um tað nú loysti seg og um tað ikki var betri og lættari at senda føroyingar í læraraskúla í Danmark; [...] gekk Símun í Læraraskúla í Havn. Av tí valaliði, sum gekk saman við honum og fekk stóran týdning fyri hann, er fyrst er at nevna Sonnu á Húsum í Havn, sum hann trúlovaðist við, meðan tey gingu í Læraraskúla
støðuni í fiskivinnuni. Seinnu árini er tað gleðiliga tó hent, at vit á fiskivinnuøkinum hava fingið enn eitt bein at standa á, og tað er alivinnan. Eins og í fiskivinnuni hava føroyingar eisini í alivinnuni [...] vinnur í dag eru berandi súlurnar í búskapinum. Men vit skulu kortini ikki gloyma tær kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og [...] eina meira fjøltáttaða vinnu, sum hevur meira enn eitt bein at standa á, tað vísa sjómenn okkara í verki í gerandisdegnum. Og hendingarnar, sum sipað verður til omanfyri, eru nettupp dømi um, at tað ikki
og ikki minst royndir og dugnasemi okkara sum sjófólk í eini frálandavinnu er rætta leiðin at ganga skulu vit byggja brúgv millum teori og praksis í framtíðar vinnu- og búskaparhøpi. Initiativinum bagir [...] samferðsla, sjúkrahúsverk, eitt nútímans skúla- og granskingarverk osfr. Tíanverri boða signalini úr Tinganesi frá teimum, sum hava sett seg á kassan, ikki frá góðum í so máta. At tosa um størri sjálvbjargni [...] kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og Viku týskvøldið eisini varð eitt so talandi dømi um. Hvør mundi havt torað fyri bert fáum árum
at standa í lógini, at nýggi skúlin skal liggja í Hoydølum, og í viðmerkingunum siga teir, at støðið skal takast í ætlanunum, sum vóru frammi í samband við arkitektakappingina. - Vit tosa í hesum føri [...] Ætlanin um at byggja ein nýggjan studentaskúla í Havn er løgd í skuffuna í nøkur ár afturat. Landsstýrið ætlar ikki at fara undir byggingina fyrrenn í fyrsta lagi í 2003. Hetta hevur fingið nakrar tingmenn at [...] at taka spurningin upp til viðgerðar í Løgtinginum. Teir fara á tingfundinum í dag at leggja fram uppskot um at loyva landsstýrismanninum at byggja nýggjan skúla í Hoydølum, eins og ætlanin upprunaliga
Foreldur í Sankta Frans skúla arbeiða íðin fyri at vinna politiskt ljóð fyri framhaldsdeild í Sankta Frans skúla. Undir yvirskriftini: »Tá treiskni vigar upp ímóti vón« hevur Foreldrabólkurin fyri [...] fyri Framhaldsdeild í Sankta Frans skúla sent okkum hesa viðmerking í sambandi við tað, sum hevur verið frammi í almenna kjakinum: Foreldrini skriva soleiðis: Mikukvøldið 26. oktober høvdu vit foreldur,
Nú fer skal ein kanning setast í verk fyri at vita, hvussu illa tey 12-13 ára gomlu í Føroyum roykja og drekka. Tað er SSP ráðgevingin, sum er samstarv ímillum skúla, løgreglu og sosalar myndugleikar, [...] við tí endamáli at fáa innlit í drekki- og roykivanarnar hjá teimum blaðungu, sigur Skúlablaðið. Tey siga, at akkurát sum í øðrum londum um okkara leiðir, eru tað nógv í Føroyum, sum eru alt ov ung, tá [...] til at hittast í veitslulagi uttan at rúsdrekka er uppií. Men fyri at broyta hendan hugburðin, og í eini roynd at fyribyrgja, at ung fara at drekka og roykja, verður evnið nú tikið upp í øllum sjeyndu klassunum
verður í Gamla Skúla í Sandavági fríggjakvøldið 11. juni klokkan 19.00. Síðan verður ein fundur í kommunuhúsinum í Sørvági mikukvøldið 16. juni klokkan 20.00, og tann triðji verður í kommunuhúsinum í Miðvági [...] Kvinnubólkurin í Vágum, hevur tikið stig til eina fundarrøð í oynni, har dentur verður lagdur á, at kvinnur tosa um kommunalpolitikk. Fundirnir verða hildnir í øllum teimum størru bygdunum í Vágum, og fyrsti [...] 23. juni klokkan 20.00. Marjun í Kálvalíð í Miðvági er ein teirra, sum hevur tikið stig til hetta tiltakið. Hon sigur, at ætlanin er at fáa kvinnur, sum hava luttikið í kommunalpolitikki, at siga frá hesum