Nú fer skal ein kanning setast í verk fyri at vita, hvussu illa tey 12-13 ára gomlu í Føroyum roykja og drekka. Tað er SSP ráðgevingin, sum er samstarv ímillum skúla, løgreglu og sosalar myndugleikar, ið stendur fyri kanningini við tí endamáli at fáa innlit í drekki- og roykivanarnar hjá teimum blaðungu, sigur Skúlablaðið.
Tey siga, at akkurát sum í øðrum londum um okkara leiðir, eru tað nógv í Føroyum, sum eru alt ov ung, tá ið tey fara at smakka sær á.
- Rákið er, at tað ber ikki til at hittast í veitslulagi uttan at rúsdrekka er uppií. Men fyri at broyta hendan hugburðin, og í eini roynd at fyribyrgja, at ung fara at drekka og roykja, verður evnið nú tikið upp í øllum sjeyndu klassunum í landinum, sum tilsamans telja 760 næmingar.
Men átakið vendir sær eisini til foreldrini og teirra leiklut sum uppalarar.
Tað er eisini samtykt, at hvør skúli skal gera ein yviskipaðan rúsdrekkapolitikk og at førleikarnir hjá børnum og ungum at taka røttu avgerðirnar verða mentir.
SSP-samstarvið mælir til, at foreldur hava felags ásetingar fyri klassan tí royndir vísa, at tað eru foreldrini, sum hava størstu fyribyrgjandi ávirkanina á børnini og tey ungu.