Køtlum, ið 1. januar tekur við starvinum sum forstjóri fyri føroyska sjúkrahúsverkið, ið eisini umfatar at vera stjóri fyri Landssjúkrahúsið. Hóast sjálvt starvið sum forstjóri er eitt nýtt starv, so eru tað [...] tað fá fólk, ið kenna tann fyrisitingarliga partin av føroyska heilsuverkinum eins væl sum Jóanis Erik Køtlum. Komandi forstjórin hevur nevniliga í tveimum førum verið stjóri í Landssjúkrahúsinum, umframt [...] - Hetta er ein heitur stólur at sita í. Men eg kann ikki brúka sum umbering, at eg ikki visti hvat eg bjóðaði meg fram til. Eg veit hvat hetta starvið inniber, og eg hugsaði meg eisini væl um, áðrenn eg
verið, sum tað skal. Korona hevur rakt okkum í lítlan mun, og fá starvsfólk hava verið í sóttarhaldi. Tað hevur ongantíð verið soleiðis, at nakar partur av virkseminum hevur ligið stillur orsakað av koronu [...] príslegan á laksi fyri okkara viðkomandi nú gjørdist sum fyri koronu. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at hann dugir ikki at siga, hvat tað ítøkiliga var, sum hendi kring páskirnar, tí tá herjaði korona framvegis [...] koronu-farsóttin fyri teirra viðkomandi meira ella minni var av, tá páskirnar stundaðu til. - Men, eg veit satt at siga ikki, hvat tað var, sum hendi, endurtekur hann. Spurdur, hvørji útlitini eftir hansara
hann bæði sum fyrsti stýrimaður og av og á sum skipari við Brandi. Í 1972 byggir KGH eina røð av nútímans hekkutrolarum í Fredrikshavn, og Mortani stendur nú í boði at fáa skiparakjans við einum av hesum bátum [...] , um nakar fiskur man vera at fáa, líka stórur. Kenslan av at føla tað liva millum fingrarnar, tá fiskur, sum komin er dekkið, verður krøktur av húkinum og blóðgaður, kann ikki forklárast. Hon má upplivast [...] var um summarið. - Pápi vildi líka sum hava meg vandan til sjólívið, og umborð á Kalsevni fekk eg eina góða kenslu av, hvussu menn stríðast og strevast á deksvaktini, sum vanliga vardi í 12 tímar. Frívaktin
ikki stundir til nógv annað enn kappingina. Eg upplivi altíð nógv fyri tað, men tað er ikki tað sama, sum at fara at ferðast og hava frí. Plagar tú at fara uttanlands í feriu? - Nei, tað er sera langt síðani [...] Europa. Tað er eitt sindur øðrvísi, tá ið eg eri á venjingarlegu, tí tá plaga vit at seta ein hálvan dag av til at royna okkurt, fara í býin ella hyggja okkum um. Tú hevur júst verið í Sheffield í Onglandi og [...] inn í skeivari síðu í bussinum. Seinni í ár fert tú til Suðurafrika at kappast. Hvat væntar tú tær av teirri ferðini? - Tað er fyrstu ferð, at eg sleppi til eitt afrikanskt land, so eg eri sera spent til
- púra ómerktur av øllum hurlivasanum hesar seinastu 14 tímarnar. Í hondini hevur hann tvær stórar bamsur, sum hann hevur fingið frá manningini umborð. Hann fær nú eyga á ommuna, sum er hon ið fyrst rennur [...] enn verri. Men lukkutíð, - eina løtu seinni frættust tíðindi av Smyrli, at har umborð gekk ein drongur, sum eingin tyktist hava ábyrgdina av. Og so var gleði í landi. Serliga fyri ommuna var hetta ein [...] hjá ommuni. Sum omma er fegin um at síggja teg aftur. Hann fær ein stóran og langan muss frá ommuni. - Hvat hevur tú verið, góði? - Eg veri í stóra skipi. Og stóra lastebil, svarar Jónas sum tað mest sjálvsagda
- Eg verði forsetavalevnið fyri mín flokk. Hillary Clinton, eitt av tveimum valevnum til at gerast forsetavalevnið hjá demokratiska flokkinum, var ikki í iva, tá hon í gjár tosaði við CNN. Tað er eingin [...] eingin kjansur í hennara eygum, at hon ikki verður valevnið hjá Demokratunum. - Sum so, so er tað longu avgjørt. Tað er eingin kjansur, at eg ikki verði valevnið, sló hon rimmar fast í samrøðuni. Ikki bara [...] vildi kortini ikki svara, tá hon varð spurd, um tað er ein møguleiki at bjóða Bernie Sanders starvið sum varaforseti. Í staðin tosaði hon heldur um tað, ið sameinir hana og Bernie Sanders. - Tað, ið sameinir
Thiago Pinto Borges, sum í farnu viku bleiv uppsagdur av 07 Vestur, kennir seg ikki aftur í søgunum um hansara persón. Hann stríðist nú fyri fótbóltslívinum, tí fortíðin forfylgir honum. Keyp Sosialin [...] kappingarári, tá hann spældi við íslandska felagnum Thrótti, sum fellir brasilska fótbóltsspælaran. Hann hevur skrivað og deilt myndir við eina gentu, sum hann helt var 18 ella eldri, men seinni vísti tað seg
vert fyri tey, sigur Kristian í Stórustovu, sonur Jenny Eliasen, sum doyði orsaka av skeivum heilivág. 23. oktober 2014. Ein dagur, sum stendur rimmar fast í minnunum hjá Kristiani í Stórustovu og familju [...] setur seg fast í kropp og sinn sum ein sorgardagur, so var hesin dagurin øðrvísi enn tað, sum Kristian helt hann fór at vera. Tí hóast Jenny hevði ein truplan kropp, sum stríddist við fleiri sjúkur, ið [...] skjótt hon fekk pláss og slapp av Landssjúkrahúsinum eftir lokna viðgerð. Men tað slapp hon ongantíð. Orsøkin, sum stendur í deyðsattest hennara er, at hon er deyð orsaka av heilivágnum “Veneficium (Leponex
tað, sum skal til fyri at bjarga einum hvali frá grindadrápi. Og tað kann eins væl henda á hesi ferðini í Føroyum og aðrastaðni. Soleiðis sigur amerikanarin, Scott West, ið samskipar arbeiðið, sum fólkini [...] sjálvbodnu fólkunum, sum koma at vera í Føroyum næstu tíðina, tí kann eitt deyðsfall steðga grindadrápið, so halda vit, at tað er tað vert. Orðini eigur tann 55 ára gamli Scott West, sum mánadagin kom til [...] Sea Shepard ímóti grinda drápi til rættis. Amerikan arin, sum er fyrrverandi løgreglumaður, er leiðari hjá teimum umleið 600 fólk unum, sum hetta summarið koma at vera í Føroyum, har tey fara at royna
Eg havi ongantíð verið so væl fyri sum nú, og eg havi tað eisini heilt gott við hitanum, so samanumtikið hava fyrireikingarnar gingið væl, sigur Guðmundur Joensen, sum skal kappast í útvið 40 hitastigum [...] - Eg havi vónir um at røkka eini topp trý plasering. Soleiðis sigur Guðmundur Joensen, sum luttekur í heimsmeistaraskapinum í Ironman í dag. Kappingin fer fram í Las Vegas. Guðmundur Joensen hevur saman [...] Guðmundur Joensen svimja 1,9 kilometrar, súkkla 90 kilometrar og at enda renna eitt hálvt marathon, sum er umleið 21,2 kilometrar. - Eg fari at koyra eftir mínum kjansi, og tað krevur, at eg arbeiði hart