- Eg veit ikki um annað enn at hava fulla ferð á

Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, hevur siglt eitt langt lív. Fyrstu ferð, hann fór til Grønlands, var hann bert 11 ára gamal. Tey mongu árini á sjónum hevur hann upplivað mangt og hvat, og eitt nú var hann staddur umborð á Fiskanesi á Kappanum í himmalsins ódnarveðri og ísi, tá Hans Hedtoft fórst í 1959. Teir hoyrdu neyðarkallið, men høvdu ongan møguleika at koma skipi og manning til hjálpar. Seinastu árini hevur Mortan verið útróðrarmaður, og her stórtrívist hann

Sigling

 

Eigur tú heilsuna, orkar væl og hevur ein brennandi hug at søkja sjógvin, er seksti fimm ár eingin aldur. Tað heldur Mortan Johannesen, fyrrverandi skipari, skipaeigari, alari og seinastu árini útróðrarmaður, sum fylti seksti fimm mánadagin 17. september.

Mortan er giftur Ruth. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son.

- Tað er gott, at tit skriva um fiskivinnu og fiski-og útróðrarmannin. Alt kann ikki snúgva seg um partabrøv, bankar, flogvallir, tunlar ella politiskt møsn. Vit eru nøkur, sum mugu hava annað at taka okkum fyri, um vit skulu liva og trívast. Nógvir uppilagstir skiparar hava bát, og einki er náttúrligari fyri okkum enn tað. Sjálvur kundi eg í dag ikki hugsað mær nakað annað enn at róð út, nú eg eri farin úr vinnulívinum. Gleðin við at rógva út kemur innanífrá. Hon sprýkir innast úr hjartanum. Tú kastar og heintar, og hvørja ferð er spenningurin, um nakar fiskur man vera at fáa, líka stórur. Kenslan av at føla tað liva millum fingrarnar, tá fiskur, sum komin er dekkið, verður krøktur av húkinum og blóðgaður, kann ikki forklárast. Hon má upplivast.

 

Einsamallur á báti

Hin nú seksti fimm ára gamli og kendi skiparin hevur ongar ætlanir um at gevast við útróðrinum.

- Nei, so leingi eg orki og havi góða heilsu, fari eg at søkja sjógvin við AWI Star bátinum, Tvíburar. Tað er ikki tað sama nú, sum tá eg sum 27 ára gamal byrjaði at føra skip. Men eg kann ikki klaga, tí eg havi tað gott og føli meg væl.

Mortan roynir bara við snellu, og hann er altíð einsamallur á báti.

- Eg havi gjørt fleiri góðar túrar og havi eisini fingið upp í bátin. Tað mesta, eg havi havt í útróðrarbátinum, er 10.000 pund av upsa. Onkuntíð havi eg roynt upp í einar 3-4 dagar í senn, og eg havi eisini verið úti á Føroyabanka eins á Norðhavinum um várarnar.

Sjóvinnusøgan um mannin úr ættarliðnum eftir navnframa og tiltikna skiparan Mortan í Hvannasundi, er drúgv og hendingarrík, bæði í viðgongd og mótgongd. Tað er fáur ella eingin, sum søkir sjógvin og vinnulívið annars, ið bara hevur havt viðgongd.

 

Ungur til skips

Longu sum 11 ára gamal fór Mortan fyrstu ferð til skips. Hetta var ein saltfiskatúrur í Grønlandi við gamla Kalsevni, sum pápi hansara, Andrias í Hvannasundi, førdi.

- Tað var Kymbil hjá Poul Hansen, ið átti skipið, og pápi sigldi hjá hesum felag í mong ár.

Hann ásannar, at tað var óvanligt, at so ungur drongur fór til skips, hóast hetta var um summarið.

- Pápi vildi líka sum hava meg vandan til sjólívið, og umborð á Kalsevni fekk eg eina góða kenslu av, hvussu menn stríðast og strevast á deksvaktini, sum vanliga vardi í 12 tímar. Frívaktin var 6 tímar.

Mortan sigur, at fiskiskapurin í Grønlandi hendan túrin var góður, og teir fingu upp í skipið eftir 20 daga roynd.

- Manningin umborð á Kalsevni var stak fitt, vinarlig og fryntlig, og eg føldi meg sum eina pisu. Teir skemtaðu, argaðu og hjálptu mær – hvørt um annað, tá okkurt var.

Eina stuttliga søgu minnist Mortan aftur úr Føroyingahavnini so ungur, sum hann var.

- Eg gekk niðri á dekkinum, tá eitt grønlendskt konufólk, sum gongur uppi á bryggjuni, byrjaði at floyta og rópa eftir mær. Eg fari til pápan og sigi sum er. Pápi sigur tá við meg: Nei, góði – far ikki í land til hasa damuna!

 

Hans Hedtoft fórst

Barnaárini hjá Mortani gingu – og helst gingu tey heldur seint fyri hann, tí brennandi hugurin lá til sjógvin.

- Sum 16 ára gamal slapp eg í 1959 umborð á tá størsta og flottasta trolaran í flotanum, Fiskanes, sum pápi mín og brøður hansara áttu saman við Havsbrún. Tað vóru pápabeiggjarnir, Hans Pauli og Pole, sum skiftust um at føra skipið.

Mortan sigur, at teir høvdu fiskað á Kappanum, tá herviligt illveður brast á. Tað var nógvur ísur á leiðini eystur úr Kappanum, og hann skilir ikki tann dag í dag, hvussu tað ber til, at teir komu livandi burtur úr hesum.

- Tað var júst í hesum kavaroksstormi og ísi, at spildurnýggja ferðamanna-og farmaskipið, Hans Hedtoft, gekk burtur við 96 fólkum umborð. Vit vóru staddir einar 20 fjórðingar suður úr Kappanum. Vit sóu ikki skipið, tí tað var so nógv kavarok, men tað lá á somu leið sum vit. Um kvøldið sendu teir út neyðarkall, sum vit eisini hoyrdu. Men vit fingu einki gjørt. Umborð hjá okkum stóð illa til, at hugsingur ikki var um at leita.

 

Stóð illa til

Mortan heldur, at tað var ein hægri makt, sum hendan 31. januar 1959 leiddi Fiskanes við manningini úr hesum illveðri.

- Hans Hedtoft var á sínari jomfrúferð, tá skipið fórst. Hetta var fyrsti túrur á veg úr Grønlandi til Danmarkar. Skipið varð bygt í somu dokk, sum Brandur Sigmundarsson varð bygdur eitt ár seinni.

Hann heldur, at ein orsøk til, at Hans Hedtoft fórst, var, at skipið helt leiðina fram eystureftir, har ísurin gjørdist tjúkri og tjúkri.

- Men tað var ikki lætt hjá teimum heldur, tí Prins Christiansund hevði sagt, at eingin ísur var á leiðini. Á brúnni umborð á Fiskanesi vóru Hans Pauli og Pole Johannesen og hvalbingurin, Dánjal Jákup Berg. Vit hildu í fyrstani somu leið sum Hans Hedtoft, men sóu, at tað versnaði við ísi, og tí hildu vit aftur og andøvdu vestureftir.

Mortan sigur, at sum 16 ára gamal var hann ikki óttafullur, tá harðast leikaði á – helst tí, at hann sum so ungur ikki dugdi nóg væl at meta um støðuna.

- Eg minnist, at Hans Pauli ta einu løtuna rópti av brúnni og niður á dekkið, at nú stendur ikki væl til hjá okkum.

 

Skóru mastrina

Hann sigur, at tveir íslendskir trolarar eisini vóru staddir á Labrador-leiðini og komu í sama illveður sum teir. Tann eini av hesum, ið kallaðist July, gekk burtur við allari manningini. Hin kallaðist Torkil Máni og kom við neyð og deyð burtur úr illveðrinum.

- Tann stóri trupulleikin var ísurin, bæði á sjónum og so yvirísingin av sjóroki og kuldanum, sum var. Umborð á Torkil Mána brendu teir dávid’arnar og mastur av við skeribrennara, og teir koppaðu eisini bjargingarbátarnar í havið. Soleiðis byrgdu teir uppfyri, at skipið koppaði av yvirísing og bjargaðu soleiðis lívinum.

Mortan sigur, at Fiskanes og Torkil Máni komu at liggja í Grimsby í senn eftir hendan túrin, og úr landi fingu teir umborð á Fiskanesi at vita, at buglurnar, sum skipið hevði fingið í skrokkin av ísinum, máttu rættast uppaftur beinanvegin.

 

Við nýbygningum

Tað gekk so væl hjá gamla Kalsevni, ið pápi Mortan, Andrias Johannesen, førdi, at felagið í 1959 læt nýggjan trolara, Brand Sigmundarsson, byggja í Fredrikshavn. Hetta var um sama mundið, sum portugál-trolararnir komu til landið.

- Tá ið Brandur Sigmundarsson kom, var eg vorðin hálvvaksin og slapp við hesum skipi.

Hann sigur, at seinni í lívinum plagdi onkur av manningini, sum sigldi nógv ár við Brandi, at spyrja seg, um hann mintist, tá ið hann fylti 18 ár umborð á Brandi úti á Fyllabanka.

- Eg var við Fiskanesi árini 1958 og 1959 og slapp síðan umborð á Brand Sigmundarsson, ið pápi fór at føra.

Í 1961 læt Tórshavnar Trolarafelag trolaran Magnus Heinason byggja í Lissabon í Portugál. Magnus var systurskip til Brand, bygdur eftir somu tekning.

- Eg bað pápa mín spyrja Aksel Hansen, um eg kundi sleppa niður við eftir skipinum. Jú, tað slapp eg, og hetta var heilt ótrúliga spennandi hjá mær sum 18 ára gomlum.

 

Frægastu inntøkur

Hann sigur, at Dávur Poulsen, sum tá hevði verið stýrimaður hjá pápa sínum í eini 10 ár, bæði við Kalsevni og Brandi, fór at føra Magnus Heinason.

- Dávur var ein ógvuliga raskur, dugnaligur og fittur maður, og eg var við Magnusi Heinason í eitt ár.

Mortan sigur, at hesi skipini, sum vóru á saltfiski í Grønlandi og Ný Foundlandi og á ísfiski undir Íslandi um veturin, góvu fiskimonnum frægastu inntøkuna, ið fekst á sjónum fyrst í sekstiárunum.

- Vanligt var, at hesi skipini fóru til Ný Foundlands fyrstu vikuna í januar og royndu har yviri í januar, februar, mars – og kanska út í hálvan apríl. Heimafturkomin fóru skipini til Grønlands, har tey gjørdu einar tveir saltfiskatúrar. Um heystið var liðugt í Grønlandi, og síðan varð farið á ísfisk undir Íslandi tað, ið eftir var av árinum.

Í 1962 fór Mortan av Magnusi Heinasyni og umborð aftur á Brand Sigmundarsson, og um heystið hetta árið fór hann á skiparaskúla.

 

Illa løstaður

Árini 1962-1966, tá hann fekk sína sjóvinnuútbúgving, stríddist Mortan eisini við stóran skaða, sum hann fekk í eini ferðsluvanlukku á motorsúklu sum 20 ára gamal. Málið endaði í rættinum, og Mortan var púrasta fríkendur frá allari skuld í vanlukkuni.

- Eg vil siga, at eg bleiv pettaður sundur og var ikki arbeiðsførur aftur tey fyrstu fýra árini. Serliga var tað vinstra beinið, sum var brotið í fleiri støðum, og soleiðis endaði eg á høkjum í langa tíð.

Í hesi tíðini fekk Mortan so sína sjóvinnuútbúgving og í 1964, meðan hann gekk í skúla, giftust hann Ruth.

- Liðugur við skúlan í 1966 fór eg umborð aftur á Brand Sigmundarsson sum stýrimaður hjá pápa, og vit kunnu siga, at her byrjaði mín ”karriera” sum stýrimaður og seinni skipari.

 

Í skiparastólin

Tað var í juni í 1970, tá hann var 27 ára gamal, at pápin spurdi Mortan, um hann vildi fara ein saltfiskatúr eystur í Barentshavið sum skipari.

- Eg hevði bæði verið annar og fyrsti stýrimaður undan hesum, og hetta var ein ógvuliga spennandi uppgáva. Prísirnir á saltfiski vóru uppgangandi um hetta mundið, og í pengum fiskaðu vit hendan túrin størsta virði, sum nakar føroyskur trolari tá hevði ført til lands eftir einum túri. Hetta kom væl við einum einum ungum manni, sum tá bæði hevði fingið konu og børn, sigur Mortan.

Eftir hetta sigldi hann bæði sum fyrsti stýrimaður og av og á sum skipari við Brandi.

Í 1972 byggir KGH eina røð av nútímans hekkutrolarum í Fredrikshavn, og Mortani stendur nú í boði at fáa skiparakjans við einum av hesum bátum.

- Hetta førdi til, at eg flutti yvir til Grønlands at búgva við konu og børnum. Allir yvirmenninir vóru føroyingar og dekkararnir grønlendingar.

Mortan sigur, at tey høvdu eina ógvuliga góð tíð í Grønlandi, har tey eisini komu at kenna menn, sum Simon Olsen, ið seinni gjørdist grønlendskur fiskimálaráðharri, eins og Moses Olsen, ið seinni gjørdist fólkatingslimur.

- Enn er samband okkara millum av og á, sigur hann.

 

Aftur til Føroya

So hvørt, sum børnini vuksu, og skúlin í Grønlandi gjørdist ein ávísur trupulleiki, vendu Mortan og Ruth eygunum heimaftur til Føroya.

- Mær stóð nú í boði skiparakjans við Mýlingi, sum Kymbil hevði leigað úr Noregi, men tá eg var komin heim, vildu norðmenn hava skipið aftur. Nú hevði eg bert tveir møguleikar. Annar var at fáa annan kjans í Føroyum – ella at fara yvir aftur til Grønlands.

Hetta var um tað mundið, tá Jákup í Lopra bygdi polarborgirnar, og Mortan ringdi til hansara og spurdi um kjans.

- Jú, Jákup segði beinanvegin, at kjans skuldi eg fáa .

Mortan sigldi nú hjá Jákupi í hálvt annað ár, og tað gekk ógvuliga væl.

- Jákup var ein góður reiðari, sum eg kann bera alt gott. Hann segði tingini beint út, men tað var ongantíð nakað, sum legði seg ímillum hjá okkum báðum.

Bróður Mortans, Sonni, gjørdist eisini skipari hjá Jákupi í Lopra. Teir førdu nú hvør sína Polarborg.

 

Fyrst Suðringur...

Ein dagin, meðan Mortan sigldi hjá Jákupi, og hann var á veg norður um Suðuroyarfjørð við Smyrli, fór hann upp á brúnna at práta við Óla Hammer, skipara. Teir kendust sum óvitar, og teir gingu eisini á Føroya Sjómansskúla saman.

- Atli P. Dam, táverandi løgmaður, var eisini á brúnni hesa løtu. Hann kemur yvir til mín og spyr meg, hvat eg haldi kann gerast á Tvøroyri, so fiskavirkið har suðuri fær nóg mikið av ráfiski. Eg lovaði honum at hyggja upp á hetta og fara í holt við at kanna málið.

Úrslitið gjørdist, at Mortan og Tvøroyrar kommuna fór undir verkætlanina við djúpvatnstrolaranum Suðringi, ið kom sum nýbygningur til landið í oktober 1977.

- Vit fiskaðu í Íslandi og førdu fiskin heim til Tvøroyrar. Hetta gekk ógvuliga væl. Sonni, bróðir, avloysti meg onkuntíð sum skipari, sigur Mortan, sum var heili átta ár við Suðringi.

 

Síðan Rankin...

Fá ár seinni tosaði Mortan aftur við Tvøroyrar kommunu um møguleikan at byggja eitt skip aftrat, og aftur hesaferð var kommunan ógvuliga positiv.

- Í 1981 kom so Rankin, ið Sonni fór at føra. Rankin hevði ikki íslandsloyvi. Teir fiskaðu tískil undir Føroyum, mest á Munkagrunninum og á leiðunum við Føroyabanka. Hetta gekk eisini óføra væl, og í 1983 fiskaði Rankin yvir 3.000 tons.

Mortan sigur, at munurin millum skipini var, at hann við Suðringi fiskaði tosk undir Íslandi, meðan Sonni serliga fiskaði kongafisk, blálongu og svartkalva undir Føroyum. Sum árini gingu, fór Suðringur eisini í størri mun at royna undir Føroyum, tí nógv var at fáa av djúpvatnsfiski.

- Tað gekk óføra væl hjá báðum skipunum, og fiskavirkið á Tvøroyri mundi tá teljast millum tey virkir í landinum, sum høvdu mest støðuga ráfiskatilgongd. Ja, vit kunnu siga, at í samfull 30 ár hevur fyrst Suðringur og síðan Suðringur og Rankin verið høvuðsgrundarlagið undir ráfiskatilgongini á Tvøroyri.

Bæði skipini eru bygd á Skála, og sigast kann ikki annað enn, at hesi hava roynst óføra væl.

 

Klandur kom í

- Í 1985 hendir tað keðiliga, at klandur kemur í millum partarnar á Tvøroyri. Hetta førdi til, at Sonni trekti seg fyrst til bakar – og síðan eg sjálvur. Eg var ógvuliga keddur um hetta, tí tað hevur gingið so óføra væl hjá báðum skipunum.

Mortan leggur dent á, at besta fólkið, hann nakrantíð hevur havt umborð hjá sær, vóru tvørámenninir, hann hevði umborð á Suðringi.

- Vit drivu tað ógvuliga hart. Løgdu til brots 2. januar og helmaðu ikki í aftur fyrr enn tveir dagar fyri jólaaftan. Síðan lógu vit um jóla-og nýggjárshøgtíðina.

Eftir tíðina á Tvøroyri, fóru Mortan og Sonni undir eina verkætlan við svartkjafti til matna, har teir lótu nýtt og snotuligt skip byggja á Langstein skipasmiðjuni í Noregi.

 

Andrias í Hvannasundi

- Vit sóu ógvuliga ljóst upp á hesa verkætlan, og á vári 1986 fingu vit Andrias í Hvannasundi. Eg vil siga, at tað gekk væl í eini tvey ár. Vit høvdu onkrar byrjunartrupulleikar, men teir komu vit skjótt yvir.

Mortan sigur, at yvir eina nátt í 1987 hendi nakað, sum gjørdist byrjanin til endan av hesum ætlaða ævintýri.

- Hetta var, tá hin nógv umrøddi filmurin um sandmaðk í svartkjaftaflaki varð vístur í týskum sjónvarpi, har myndir av sandmaðki vórðu vaksnar upp nógvar ferðir, og sandmaðkurin sást bæði at hava horn, klógvar og kjaft.

Spurdur, um hann iðrar seg um verkætlanina við Andriasi í Hvannasundi, sigur Mortan, at tað ger hann ikki.

- Vit trúðu upp á hetta, og vit vildu royna, um hetta bar til.

Hann ásannar, at hann hevur fingið nógv skot fyri bógvin um hesa royndina, men sum hann tekur til:

- Tá ið tað gongur minni væl, hoyrist tað, men tá tað gongur væl, hoyrist einki.

 

Aling og útróður

Tá Mortan gavst at sigla í 1986, fór hann undir aling, kryvjing og sølu av fiski, men í ár 2000 fór at kalla øll tann føroyska alivinnan fyri bakka.

Í 2001 læt hann útróðrarbátin Tvíburar byggja hjá AWI-Boats í Runavík, og síðan báturin varð flotaður og klárur til fiskiskap, hevur hann roynt seg sum útróðrarmann.

- Mær dámar ógvuliga væl lívið sum útróðrarmaður, og eg kundi ikki droymt um nakað annað. Hetta er ógvuliga spennandi og eitt óføra gott ítrív hjá okkum, sum hava balst á havinum alt okkara góða lív. Eg veit ikki um annað enn at hava fulla ferð á alla tíðina. Hetta er tað, tú ert vanur við, og tað gongur so leingi, heilsan er góð, og tú orkar tað, tú gert, sigur Mortan Johannesen at enda.