Thorvald Danielsen dylur ikki fyri, at 3-2 sigurin á Fleyr ger tað munandi stuttligari at fara á jólaveitslu í kvøld. Thorvald Danielsen heldur, at tað er langt síðani, at hann hevur spælt ein so drúgvan [...] ikki nøgdur við, at Mjølnir fall í støði aftaná tvey tey fyrstu settini. Fleyr og Mjølnir møttast í steypakappingini um átta dagar, og Thorvald Danielsen vónar, at Mjølnir kann vinna ein lættari og minni
- Hetta eru sjálvandi nøkur lið, sum vit hava møguliga at vinna móti, men vit hava eisini sæð fyrr, at vit kunnu tapa móti teimum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, við FSF um Nations League lutakastið [...] Føroyar fyrr hava tapt ímóti, 1-0, í einum vinardysti. - Eg havi eitt sindur ilt við at gita, hvussu Kosovo fer at spæla. Teir hava nógvar góðar spælarar í ymiskum feløgum í Evropa, og um teir fáa fatur [...] sigur føroyski landsliðsvenjarin. Hann iðrar seg eisini um, at Føroyar mugu heilt til Aserbadjan, samstundis sum hann minnir fólk á ikki at undirmeta Malta, tí Føroyar hava áður tapt móti teimum, 3-2.
sannroynd, at føroyskir fótbóltsspælarar klára seg betri og betri í altjóða fótbólti. Fleiri taka av møguleikanum og fleiri klára at vinna sær spælitíð. Ein stórur partur av nýmótasfótbólti er at okra at renna [...] renna. Tað verður sagt, at í dag er orka og ferð fyrsta treyt fyri, at stóru feløgini vísa tær ans. Í so máta, so stendur væl til hjá Halli Hansson og Kaj Leo í Bartalsstovu. Teir hava í hvør sínum lag runnið
fantastiskt. Eg skoraði trý mál HB á ólavsøku, og aftur at fáa eit tnú er bara heilt framúr, segi høvuðspersónurin sjálvur eftir dystin. Við at vinna í dag, fluttu tit tykkum eitt gott petti úr botninum. [...] sum tit hugsaðu um í dag, ella hugsaðu tit um, at hetta fyrst og fremst var ein grannauppgerð? - Eitt sindur av báðum haldi eg. Vit søgdu áðrenn dystin, at trý stig kundu flyta okkum úr vanda, og tað merkti [...] Christian Restorff Mouritsen, sum tó ikki vildi staðfesta, at B36 nú hevur bjargað sær tilveruna í Vodafone-deildini. - Ein dyst í senn. So fáa vit at síggja!
og Piotr verður at endurvinna plássið í fremstu røð. Piotr Krakowski er ikki ókendur í 07 Vestur. Tá ið felagið varð stovnað í 2008, varð Piotr settur at vera oddamaður í royndini at vinna sess í fremstu [...] 07 Vestur boðar frá á heimasíðu felagsins, at tað verður Piotr Krakowski, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið vágaliðið eftir ársskiftið fer undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. 07 Vestur flutti [...] aftur venjari í Vágum. Piotr kom til Føroya í 1989, tá ið hann kundi vera høvuðsarkitekturin aftan fyri FM heitið hjá B71. Besta úrslitið higartil sum venjari, rakk hann í 2001, tá ið hann og B36 vunnu
trý árini var VÍF í steypafinaluni, men tað eydnaðist ikki at vinna meira. Formaðurin í VÍF heldur, at vestmenningar hava fingið rætta mannin at taka sær av liðnum. – Vit vildu hava fatur á einum royndum [...] royndum venjara, sum kundi geva liðnum nakað. Tað hevur drigið eitt sindur út at fáa spurningin avgreiddan, men vit halda, at tað hevur verið alla bíðitíðina vert, sigur Niels Joensen, formaður í VÍF. [...] Í tíðindaskrivið í gjárkvøldið kunngjørdi VÍF, at Dia Midjord, sum er av royndastu venjarum og hevur venjaraútbúgving á hægsta stigi í Europa, hevur gjørt eitt árs sáttmála við VÍF. – Hetta er ein spennandi
var Fleyr ført fyri at spæla upp ímóti bæði SÍ og Mjølnir, sum endaðu í FM-finalunum, men sum heild var størsti trupulleikin hjá havnarmonnunum, at teir vóru ov óstøðugir. Ikki er sørt, at tað sama spøkir [...] veruliga flongju. Tað tók minni enn ein tíma hjá SÍ at vinna dystin, og tað bleiv gjørt við góðum spæli og einum heilhugaðum innsatsi. Men av tí at mótstøðan hinu megin netið var linlig, gjørdist tað næstan [...] fýra av sínum seks dystum higartil, tykist eitt sindur leitandi í løtuni, men fyrst og fremst ræður um at finna eitt støðufesti, ið kann geva úrslit. Tað hava teir í SÍ, sum anda fuglfirðingar í nakkan heilt
sigrinum. Fyri Andrias sum av Korona-ávum má halda fjarstøðu var tað veruliga ein líðing at skula uppliva B36 vinna steypakappingina í fjarstøðu. Andrias fer undir skurð nú og verður ikki at síggja á vøllinum [...] 2022, men hann ætlar avgjørt at koma sterkt aftur í 2023. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna FM1 gjørdi við Andrias H. Eriksen fyrr í kvøld. HER ber til at hoyra Trónd Arge, frásøgumann [...] viðmerkjara siga frá hæddarpunktunum og brotssparkskappingini í steypafinaluni á Tórsvølli. HER ber til at hoyra samrøðurnar Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við spælarar, venjarar og formannin
walisar komu ikki til orðanna aftur. Úrslitið var, at Danmark vann stórsigur 4-0. Walisar kunnu tó vera ernir av, at teirra undirtippaði lið megnaði at vinna seg í áttandapartsfinalurnar frammanfyri sterka [...] og so gjørdist talan um ein 0-1 ósigur móti eykaliðnum hjá Italia. Tað sum fólk tó fara at minnast walisar best fyri í hesum EM-endaspælinum eru teirra alternativu uppstillingar til liðmyndir. Nøkur dømi [...] hava teir sum hava mannað waliska landsliðið havt tað sum frægd at stilla alternativt upp til liðmyndir. Tað skal ikki takast frá Wales, at teir hava góðan humor, og eingir fjepparar syngja tjóðsangin betri
Sigurin hjá HB ber við sær, at havnarliðið er átta stig undan næstu liðunum. Men hóast uppgávan er trupul, so metir Jógvan Martin Olsen ikki, at tað er ógjørligt at vinna munin aftur. - Tað er sjálvandi [...] hálvleiki haldi eg, at vit eru greitt omaná, og vit fáa síðurnar hjá okkum væl við. Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, men sum heild var talan um ein sera tættan og intensan dyst. - Men fyri okkara viðkomandi [...] sjálvandi ikki ógjørligt, men tað er nú ikki av tilvild, at HB liggur har, sum teir gera. Teir spæla góðan fótbólt, og so duga teir eisini at gagnnýta sínar møguleikar, og har er Andrew av Fløtum heilt framúr