ikki verið gott, men til at liva við. Men í staðin fingu estlendingar tvey mál afturat, og bæði vóru eftir sløsut føroyskt verjuspæl. Fyrst slapp Andres Oper í aðru atløgu at økja til 4-0, tá hann stóð púra [...] nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði [...] Estlendski áleyparin gjørdi eisini sítt til, at dómarin skuldi síggja, at hann bleiv feldur, men brotssparkið kundi ikki diskuterast, og tað kundi reyða kortið til Jens Martin heldur ikki. Føroyingar skuldu
tillukku við sigrinum, men hevði annars ikki hug til at siga tað stóra. ? Eg má bert ásanna, at spælararnir hjá mær ikki vóru til reiðar mentalt til dystin í dag, segði Allan Simonsen og helt fram, at [...] sjálvandi ein mann, men vit høvdu initiativið so at siga frá byrjan til enda, segði Teitur Thordarsson. ? Í byrjanini av seinna hálvleiki fingu vit ikki spælið at koyra, soleiðis sum vit vildu, men sigurin var [...] aftur. ? Tað er kortini heilt greitt, at vit mugu vera betur fyrireikaðir sálarliga, tá vit fara til Bosnia í august mánaði, segði Allan Simonsen og vísti á, at fýra av málunum hjá estlendingum komu av
aðrastaðni í Føroyum, eitt nú til Klaksvíkar. Av og á kundi tað eisini komið uppá tal at leiga flúgvaran, báði innanoyggja, og til grannalond okkara, tí hann kann flúgva báði til Íslands, Skotlands, Danmarkar [...] ferðasambandinum til fjarskotin pláss. Tey flúgva beint omanfyri 300 km. um tíman. Í samstarvi við Cessna-verksmiðjuna fingu fyrireikararnir herfyri ein flúgvara av hesum slagnum til Føroya úr USA at royna [...] samferðsluætlan. T.d. ber til at gera tríggjar ferðir úr Suðuroynni og tríggjar ferðir úr Havnini um dagin mitt í viku, og tvær ferðir hvønn vegin um vikuskiftið. Men stundir verða eisini til tvær ferðir vestur
Føroyingar fingu løgtingsval í úrtíð av tí at tað var órógv í Sambandsflokkinum. Formaðurin Edmund Joensen vildi ikki hava sitandi á sær, at hann ikki hevði fullan uppbakning í egnum flokki og tí útskrivaði [...] fyri framman, skulu vit taka samgonguskjalið fyri fult. Friður í tingbólkinum Men hóast tað sá út til at tað rillaði undir formanninum góðar fimm vikur undan valinum, so var valúrslitið óiva ein sigur [...] í tingbólkinum Skrivarin hjá Sambandsflokkinum, Gunnar Nattestad sigur í eini stuttari viðmerking til søgurnar um keglið í flokkinum, at uppsøgnirnar hjá teimum báðum Peturi og Terja komu tilvildarliga
var maðurin komin umborð á gummibátin hjá Nim. Nim sigldi beina leið til Havnar har maðurin varð lagdur inn á landssjúkrahúsið til kanningar. Hann hevði tíbetur ongan skaða fingið og er sloppin av sjú [...] Báturin, ein seksæringur, var heimahoyrandi í Eysturoynni. Ein maður hevði verið til útróðrar og var á veg aftur til lands, men var sovnaður. Lukkutíð fyri mannin klárnaði hann av brestinum og hann megnaði [...] fyri at koma upp á land. Haðani fekk hann samband við bátin, sum lá stutt úr landi og á tann hátt fingu teir samband við Vaktar- og Bjargingartænastuna og løgregluna. Av løgregluni siga teir annars, at
Beint fyri klokkan tvey sunnunáttina hendi eitt ferðsluóhapp á Tvøroyri. Trý fólk vóru á veg til hús tá tvey teirra vóru yvirkoyrd beint omanfyri krambúðina hjá N. J. Mortensen. Sýnið var vánaligt tá óhappi [...] bilførarin var sera ansin og koyrdi ikki meir enn einar 10-20 km um tíman tá tað brast. Tey yvirkoyrdu fingu nokk so stóran snudd av óhappinum. Kvinnan, sum er 75 ár og situr í koyristóli, breyt lærbeini og [...] gerast á Tvøroyri? ? Tað fái eg ikki sagt tær í løtuni, tíverri. Eg veit ikki, um tað tekniskt ber til bert at sløkkja aðruhvørja lykt, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, at enda.
hjá vágbingum. Á vegnum dróg hann fleiri VB-arar til sín og sendi so inn til Rógva, sum staddur inni í brotsteiginum takklaði seg ígjøgnum og skoraði til 2-1. Við níggju monnum hevði tað eydnast KÍ at fingið [...] júst javnað til 1-1. Vágbingar høvdu spælt verjukent allan dystin og vóru nøgdir við javnleik, men við tveimum monnum í yvirtali sóu teir, at møguleikin fyri einum sigri so avgjørt var til staðar. Men [...] liðfeløgum, men hóast jugoslavin var leysur, bjargaði Bjarni, og so fór bólturin út til málspark. Men tá ein tími var spældur, fingu klaksvíkingar hol á. Rógvi Jacobsen stakk seg framum ein VB-verjuleikara og
kunnu javnleikir ikki brúkast til tað stóra, men tað er kortini ikki langt upp til toppin hjá hvørki LÍF ella B71 eftir dystin leygardagin. Komandi leygardag skal LÍF til Havnar at spæla móti HB, meðan [...] dystinum og hevði verið nær við at økt um leiðsluna, men í seinastu minuttunum javnaði LÍF til 1-1, og sostatt fingu liðini eitt stig í part burtur úr dystinum. Sum heild hendi ikki tað stóra framman fyri [...] fyrr ofta hevur staðið í málinum hjá leirvíkingum, sum eftir innlegg úr vinstru síðu skallaði í netið til 1-1. Annars var dramatikkurin í hæddini, tá LÍF-venjarin fekk reyða kortið eftir at vera lopin framav
svaraði Hannus Olsen aftur fyri vágamenn. Men Ove Nysted og KÍ fingu seinasta orðið og vunnu 4-2. KÍ hevur gott fólk í 2. deild, men útlit eru til, at fleiri av monnunum fara at fella frá. 1. deildarliðið fekk [...] royndi seg langt útifrá, og bólturin sat í netinum. Ein góð byrjan, og eitt korter seinni økti Sørin til 2-0, tá rangstøðufellan hjá vágamonnum miseydnaðist. Leiðslan kundi verið størri í fyrra hálvleiki [...] er vandamikil, tá fríspørk skulu takast, og hesaferð sendi hann bóltin upp um manngarðin og í málið til 2-1. Og nú fór at ganga skjótt millum málini. Tveir minuttir eftir at FS Vágar hevði minkað, legði
beinleiðis til børnini og spurdu, í hvønn skúla tey skuldu, um tey høvdu systkin, og í hvørjum skúla tey gingu. Vit fingu als ikki frænir av, at nakar trupulleiki var. Men ein vika gekk, tá ið vit fingu bræv [...] ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá býráðspolitikarunum at játta pengar til ein graslíkisvøll til dømis, men her eru tey hvørki at høgga ella stinga [...] tengir aðra skúlabygging uppí hetta ítøkiliga málið. Endamál hansara tykist at vera at nýta hetta høvið til at útvega skúlanum víðkaðar umstøður. Tað er at misnýta sína ávirkan at tengja málini saman, men