setanarnevndina, er tað formaðurin í nevndini, sum hevur ábyrgdina av mannagongdini. Í hesum førinum er formaðurin fyri setanarnevndina og aðalstjórin ein og sami persónur ? Petur Petersen. Aðalstjórin [...] sambandi við eina starvssetan, so liggur mesta ábyrgdina á sjálvan aðalstjóranum, Petur Petersen. Hann hevur ábyrgdina av lðsingini, og tað er somuleiðis aðalstjórin, sum setir eina setanarnevnd at viðgera [...] og at gera eina innstilling. Setanarnevndin var í hesum førinum mannað við Petur Petersen sjálvum sum formanni, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúa, og Andras M. Mortensen
so at tann hvíti liturin samstundis verður smalari. Ella sum onkur tók til í skemti: Tey hava hála buksurnar á Smyrli longri upp!!!. Tað liggur ongin serligur týdningur í tí bláa litinum, men snotilig [...] mansaldrar, gjørdi Strandferðslan fyri nøkrum árum síðani av at skifta lit.Síðani hava øll skipini fingið ein meiri nýmótans myrkabláan lit ístaðin fyri tann svarta, og nú Smyril eisini er málaður, eru øll skipini [...] hann lá í dokkini á Skála, varnaðust tey, at tær báðar finnurnar - stabilisatorararnir- ikki virka, sum ætlanin er. Finnurnar gera, at skipið ikki rullar so illa í aldusjógvi og hava tískil stóran týdning
norska oljugrunnin. Ein útrokning vísir, at virðið á partabrøvum og virðisbrøvum hjá grunninum er fallið 3,5 prosent teir seinastu tríggjar mánaðarnar. Hetta er ikki í samsvari við tað, sum fíggjarmálaráðið [...] prosenti. Fiskurin spillist Vandi er nú fyri, at 335 tons av fiski umborð á einum russiskum trolara, sum liggur í havnini í Rønne á Bornholm, fara at spillast. Russiska skipið hevur ligið í Rønne síðani í oktober [...] hon 1,9 prosent. Hon var 2,2 prosent í apríl. Prísvøksturin í síðsta mánað var størstur í Írlandi, sum umroknað til árstøl svaraði til eina inflasjón uppá fimm prosent í ár. Í Grikkalandi og Niðurlondum
kondi, og tá bilar ikki, um kavin liggur, greiðir Kurt frá. Kommunan gjørt alt teir kunnu Men í vikuskiftinum hevði kommunan lænt eina maskinu frá Landsverkfrøðinginum, sum blæsir kavan burtur. Og hon bleiv [...] stórur, og er kavin tí sloppin at liggja, greiðir Heri frá. - Hetta er so sera stórar mongdir av kava, sum talan er um, hevði ivaleyst fylt eini tvey ? trý hundrað bingjur. - Vit kunnu ikki bert rudda kavan [...] fótbólturin hevur eina stirvna byrjan í ár. Venja kortini úti Hóast alt hetta, so hava KÍ-leikararnir, sum sagt, vant á vøllinum. - Vit vóru á vøllinum í gjárkvøldið, sigur Kurt Mørkøre. - Tað var trupult at
um nógv fólk longu farin úr økinum. Bretska fregnartænastan sigur í sínari dagføring, at ein slík ásannan, sum herleiðarin kemur við, er rættiliga óvanlig, og hon kann merkja, at russar umhugsa eina afturtøku [...] um Dnipro-ánna í øllum góðum. Allar permanentar brýr, sum ganga um ánna, hava fingið skaða, men her fara russar helst at brúka eina fyribilsbrúgv, sum teir hava bygt nærindis Kherson, umframt at hernaðarligar [...] at døma er byrjað at flýggja úr býnum, Enerhodar, har størsta kjarnorkuverk í Evropa, Zaporizjzja, liggur. Tað skrivar Energoatom á Telegram. - Skelkur, ræðsla og útlitini til tap merkja hersetingarvaldið
dystin ímóti Drátti, sum ikki hevur annað enn æruna at spæla fyri. Skuldi Ternan vunnið 3-2, so eru Ternan og Mjølnir jøvn við fýra stigum og minus eitt í settmuni, og bæði liðini hava tá ein dyst eftir ímóti [...] dystirnar, so verður tað Ternan sum tekur hálvfinaluplássið, tí hon vann dystin ímóti Mjølni fyrr í kappingini. Tapir Ternan hinvegin dystin í dag ímóti Drátti 3-2 ella meira, so liggur Mjølnir til at koma í h [...] dystinum millum Fleyr og TB 21. januar. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalunar, sum verða leiktar í Badmintonhøllini í Klaksvík á stóra hálvfinaludegnum leygardagin 18. februar. Báðir
Lendið liggur oman fyri bústaðarøkið Klingurstjørn, Skúlan á Argjahamri, Dagstovnin á Hamrinum og bústaðarøkið á Argjahamri. Tað er týdningarmikið sambært heildarætlanini, at økið kemur at umboða ein breiðan [...] útvent virksemi, so sum einstaklingavirkir, smásølu og tænastur innan heilsuøkið. Nakað av lendinum verður boðið út til privatar arbeiðstakarar at menna, og nakað verður boðið út sum kommunalar útstykkingar [...] útboðstilfarinum skrivar Tórshavnar kommuna millum annað, at lendið oman fyri Argjahamar er flokkað sum eitt øki, ið hóskar væl til býarvøkstur. Økið er í kommunuætlanini lagt av til framtíðar býarvøkstur
karmur um eitt sera stórt og virkið vinnulív, sum hevur nógva og tunga ferðslu við sær. - Eisini er Fuglafjarðarvegurin einasti vegur til og úr Fuglafirði, sum umframt sínar fleiri enn 1600 íbúgvar eisini [...] verið tess størri til at fáa framt hesa verkætlan, heldur løgtingsmaðurin, sum setir landsstýrismanninum hesar spurningar: 1. Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali? 2. Um so [...] kanska serliga á strekkinum við Kambsdal í mun til á øðrum vegastrekkjum í landinum? 5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á vegastrekkinum?
kolanáminum. Hann búsettist her og bleiv tað byrjanin til Nattestad familjuna í Føroyum, sum nú er at finna um alt landið. Ein av hansara eftirkomarum, Niels Nattestad, skipaði í fjør summar fyri einum túri til [...] og við ferðaliðinum var sostatt ein gáva frá Hvalbiar kommunu, ið bleiv handað norsku kommununi. - Vit hildu tað var hóskandi at geva teimum eitt stykki av kol eftir sum kolanámið var orsøkin til, at Thor [...] Fríggjakvøldið samtykti bygdaráðið nevniliga eina avtalu um vinabýarsamstarv við Rollag kommune, ið liggur í Buskerud landspartinum í Norra. Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, fegnast um nýggja
politikarar úr øllum heiminum eru komnir við almennum viðmerkingum um tragediuna við Notre-Dame í París, sum hevur staðið í ljósum loga seinastu tveir tímarnar. Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur [...] samkenslu á Twitter í kvøld. Hon skrivar: "Mínir tankar eru við franska fólkinum og tilbúgvingini, sum stríðist við ræðuligu flammunum á Notre-Dame dómkirkjuni." Donald Tusk, formaður fyri Evropeiska Ráðið [...] París í dag". Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, hevur sagt: "Hetta er veruliga skakandi. Ein mentanarlig tragedia - ikki bara fyri París og Frakland, men fyri allan heimin #NotreDame." Donald