dómarunum var, at image’ið hjá Nimbus Tópus var gjøgnumført. Tað var ein trygg og sikkur framførsla. Ein tann besta konsertin, sum ein av dómarunum nakrantíð hevur hoyrt á Sement. Tey megnaðu at hypnotisera [...] gjárkvøldið vóru: deiDei, Ása Helena Brynjarsdóttir, Nimbus Tópus, Eimyrja og Adrenaline at Tað var ein hárfín grensa millum bólkarnar, og dómararnir høvdu eina torføra uppgávu, men tá alt kom til alt, so
kvøld. Runar vann ein greiðan 42-33 sigur. Í steðginum var Runar á odda 21-16. Farna hóskvøld gav Kristiansand Runar ein skarpan gang á útivølli, men Runar megnaði at knógva heim ein 35-32 (15-17) sigur [...] sigur. Sostatt vinnur Runar ein samlaðan fjórðingsfinalusigur upp á 2-0. Helgi skoraði fýra mál og vann liðnum tvey brotskøst. Pauli skoraði trý mál og legði upp til fimm mál. Pauli fer komandi kappingarár
og kitla tínar sansir á ein hátt, tú ikki visti, at tær dámdi. Ein av stigtakarunum er Sunneva Háberg Eysturstein, og hon segði herfyri í samrøðu við Kringvarpið, at hon helt, ein festivalur manglar í Havn [...] Stigtakararnir lýsa festivalin soleiðis: – Skrapt er nýggjasta ískoytið til føroyska mentanarpallin. Ein miðdepil fyri nýggjasta ljóðið, heitastu nøvnini og livandi veitstluhýri. Skrapt liggur í hjartanum
Tiraspol hevur lagt ein fimm minuttirs samandrátt út frá dystinum, har teir ikki vísa støðuna sum førdi til brotssparkið, ið gav Sheriff eina 1-0 leiðslu. Hví tað er kann ein bara gita um? Um ein sær burturfrá [...] burturfrá tí er talan um ein dygdargóðan samandrátt: ##med2##
havnarlagnum leygardagin 26. august kl. 16. Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arb [...] verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum. Aftan á Faroe Express Stafettina verður skipað fyri afterparty [...] til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við. Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina – og set tíð av til afterparty
Christiansborg Slotti. Kongshúsið hevur boðað frá, at tvey 18 ára gomul úr øllum kommunum í Danmark, ein genta og ein drongur, eru boðin í føðingardag. Harumframt er tvey umboð úr Føroyum og Grønlandi eisini boðin [...] luttaka ein møguleika. Yvir 70 umsóknir eru komnar, og tað er meira enn tey høvdu væntað. 18 ára gamlir føroyingar, sum kunnu hugsa sær at farið í Gallataffel á Christiansborg Slotti, kunnu senda ein teldupost
nakran møguleika til mál. Ein tann størsti møguleikin higartil var, tá ið Jóannes Bjartalíð, sum í útgangsstøðu er ytstur á miðvøllinum í vinstru, sneiddi seg framvið ein og so ein aftrat, men tá ið hann [...] hann ætlaði at smekka til, fór bólturin eitt vet ov langt frá honum, og so blokeraði ein av heimamonnunum. Mattias H. Lamhauge verjir føroyska málið, og hann hevur verið sera sannførandi bæði á málstrikuni
Størsta áskoðarafjøldin sum nakrantíð hevur verið til ein hondbóltsdyst eru 44.189 áskoðarar til ein bundesligadyst millum Rhein-Neckar Löwen og HSV Hamburg. Hetta heimsmetið var sett á Frankfurt Arena [...] væntast eisini nógvir áskoðarar til teir dystirnar. Merkur Spiel Arena er ein fótbóltsleikvøllur, ið verður umgjørdur til ein hondbóltsvøll meðan EM í hondbólti fer fram. Myndin omanfyri sýnir ætlanina
Ein 23 ára gamal maður varð mánakvøldið handtikin í Havn, tí hann hevði hótt ein annan mann við knívi. Men tað hendi meira enn so. Tað var umleið kl. 16 mánadagin í Gundadali. Ein bilur við fýra fólkum [...] førarin bleiv illur, spýtti hann aftur, og tá so førarin fór út úr bilinum og yvir til mannin, tók hesin ein dálk fram og setti hann móti hálsinum á bilføraranum. Bilførarin var illa við, fór avstað og kom aftur
í Vágum, at tað veruliga bar til. Ein grind varð rikin inn móti Vestmanna fríggjadagin, men har kom einki burtur úr, tí tað var illveður. Leygarmorgunin varð aftur ein grind út fyri Leynum, men hon fór [...] sandinum. Fýra av hvalunum fóru til Landssjúkrahúsið og aðrar stovnar. Sunnudagin seinnapartin varð ein grind funni hálvan fjórðing úr Presttanga. Grindin varð rikin inn á Miðvág, har hon varð goymd í nakrar [...] heimapartar til alt grindaøkið, Vágoynna, Vestmanna og Kvívíkar kommunu og til Saksunar. Ætlanin er, at ein grind, sum kemur á Miðvág, skal merkjast og rekast útaftur. Tað varð ikki gjørt við hesa grindina,