Stórur áhugi at sleppa í føðingardag hjá Christian prinsi

Í gjár boðaði Løgmansskrivstovan frá, at 18 ára gamlir føroyingar kunnu skriva seg upp til lutakast um at sleppa í føðingardag hjá Christiani prinsi. Longu nú hava yvir 70 ung skrivað seg upp

Mynd: Franne Voigt

Tann 15. oktober 2023 verður H.K.T. Christian Prinsur 18 ár. Í hesum sambandi skipar Kongshúsið fyri stórari føðingardagsveitslu, Gallataffel, á Christiansborg Slotti.

 

Kongshúsið hevur boðað frá, at tvey 18 ára gomul úr øllum kommunum í Danmark, ein genta og ein drongur, eru boðin í føðingardag. Harumframt er tvey umboð úr Føroyum og Grønlandi eisini boðin.

 

Tað er ymiskt, hvussu kommunurnar í Danmark hava valt út, summar hava skipað fyri lutakasti, aðrar hava valt ung at umboða kommununa.   

 

Av Løgmansskrivstovuni verður sagt, at skipað verður fyri lutakasti, tí tað verður mett mest rættvíst at geva øllum sum hava hug at luttaka ein møguleika. Yvir 70 umsóknir eru komnar, og tað er meira enn tey høvdu væntað.

 

18 ára gamlir føroyingar, sum kunnu hugsa sær at farið í Gallataffel á Christiansborg Slotti, kunnu senda ein teldupost við navni, bústaði og føðingardegi til lms(at)lms.fo.

 

Freistin er 7. september kl. 12.00.  

 

Mynd: Franne Voigt