færri aðalráðum og ongum Uttanríkisráð. Ein kúvending má sigast! Tí við samgongusamráðingarnar seinast, lá Uttanríkisráðið Edmundi eins nær á hjarta og hjá Jørgeni, sum sá sessin fyri sær. Munurin var bara [...] fyri øðrum neyðugum sparingum. Somuleiðis hevði ein trimmað politisk skipan havt lættari við at tikið røttu og neyðugu avgerðirnar. Teggjan av fólki, sum eftir galdandi skipan stýrir hesum lítla landi, [...] Formaður Javnaðarfloksins hevur tosað fyri ætlanini. Nú er bara Fólkaflokkurin eftir, sum talar ímóti og harvið liggur í buktini. Hetta samsvarar sera illa við útmeldingarnar frá bæði formanni og tingbó
fóru framvið Reykjanes í dag á veg til Føroyar. Eg hoyrdi í dag frá einum manni, sum býr inni í Sarfanguaq, bygdin, sum liggur inni á botni í Amerloqfjøðrinum, at teir sigldu oman á toskinum. Teir sóðu toskin [...] Godthåbsfjørðinum, sum stendur fullur av toski. Myndir 1. Føðingardagsgávur til føroyska stýrimannin á Akamalik 2. Teimum á Akamalik dáma væl harur. Tær útvegar Kári teimum. Her sæst ein grønlendsk hara. [...] 17. november Regina C kom til Manitsoq at landa í morgun. Teir hava gott 530 tons inni, ein góður túrur hjá teimum. Frætt er frá Polar Aassik. Teir vóru á veg inn at landa í Aasiat fyri triðju ferð, síðani
broytingar so hvørt verða gjørdar í byggiætlanunum er tað ikki bilferðslan, sum hevur størstu vekt. Sostatt kann ein byggiætlan, sum upprunaliga hevði eitt gott árin á ferðslumynstrið, enda við einum minni [...] tað ikki var ætlað og at størri parkeringsøkir verða gjørd. Ein ætlan fyri ferðslu má fyrst og fremst hava nøkur rættiliga einføld princippir, sum hædd kann takast fyri í øllum ferðsluætlanum og øðrum by [...] ferðsluna í Havn: Ein tunnil skuldi verið gjørdur frá Eystaru Bryggju út til Norðara Ringveg ella har á leið. Hesin tunnil skuldi einans servicera Eystaru Bryggju, eisini til dømis Norrønu. Sum er, gongur stórur
vera tí, at tey, sum eiga virkini á landi, eiga eisini skipini í stóran mun, annars hevði prísurin ikki kunna fallið so nógv upp á ein dag. Úrslitið av túrinum gjørdist, at frá at fáa ein manningapart upp [...] tá prísurin er so óstøðugur og lágur, sum hann vísir seg at vera. Tey mugu sjálvandi fáa loyvi at avreiða aðrastaðni, so bæði manning og skip fáa tann prísin, sum ein fríur marknaður vil rinda teimum fyri [...] umleið 30 krónur fyri hýsuna, og umleið 25 krónur fyri toskin, sum var prísurin í Íslandi, Noregi, Skottlandi ella í Danmark. – Vágasteinur liggur í løtuni, tí manning fæst ikki umborð aftur, og hetta skilir
SEV hevur keypt nýggjar myllur av slagnum Enercon, sum ikki hóska at brúka saman við Vestasmyllum. Tað var í hesum sambandi, at Vindrøkt hevði ein fyrispurning hjá SEV, um felagið kundi yvirtaka hesa [...] num neisir, so er tað ein vinningur fyri Føroya fólk, hvussu tað so skal skiljast. Hjá Vindrøkt hevði hetta merkt, at felagið kundi framleitt grøna orku við hesi myllu, sum kundi spart 2,2 milliónir [...] milliónir krónur í oljuútreiðslum hjá SEV. Tað kann so ongantíð vera ein fyrimunur fyri Føroya fólk, at hendan myllan liggur niðurpakkað uppi í haganum norðuri á Eiði, heldur enn at hon framleiddi grønan
at Poul Michelsen er tann einasti í Fólkaflokinum á tingi, sum umboðar veruligan fólkaflokspolitikk í tjóðskaparmálinum. Hann sigur tað, sum øll vita, at einasta endamálið hjá hesari samgonguni er at [...] fegin flagga við Merkinum, men...men..., og aftur men... Poul Mohr (liggur tað til navnið Poul?) segði tað so beinrakið: “Um hann er ein maður, so...”. “Primitivt”, helt onkur um tað, Poul Mohr segði. Men [...] hoyggið. Um løgmaður er ein maður (les statsmaður!), so tekur hann stig fyri tað føroyska fólkið í staðin fyri at goyma seg aftan fyri okkurt nýliga undirskrivað skjal. Ein sáttmáli, har annar parturin
Dúgvan, sum hevur røkt siglingina um Leirvíksfjørð í mong ár nú, liggur í dokk. Ternan er so sett inn í sigling fyri hana. Hetta hevur fingið fleiri søgur at ganga um, at Ternan framyvir fer at sigla eftir [...] aftur seinni um kvøldið fer Dúgvan aftur í ferðaætlan og Ternan siglir ein hjálpartúr við møguleika fyri einum eykatúri afturat, sum tó ikki er endaliga lagdur í ferðaætlanina enn. Hetta tí at Strandferðslan [...] ð. Formaður í bólkinum er Rani Nolsøe, og hann sigur, at um ein ikki hyggur at tveimum smálutum í ferðaætlanini, so er hetta so avgjørt ein munandi øking í tænastustøðinum um Leirvíksfjørð. ? Vit fegnast
inum. Hann er gamal í garði, og sambært leiðsluni hevði tað stóran týdning, at tað var ein sum kendi felagið, sum nú tók við róðrinum. Eisini vísti leiðslan í HB á, at Kári er vællýddur, og at spælararnir [...] tað hesaferð, vildi leiðslan í HB ikki rættiliga svara uppá, men svaraði bert, at hetta var ein avgerð, sum leiðslan hevði tikið, og at bert einstakir spælarar á 1.liðið vórðu tiknir til ráðs. Hvat nú [...] ikki sørt tí, sum Brøndby nýtti fyrr í vár. Hóast liðið lá væl fyri, so varð eisini nýggjur venjari settur í úrtíð, og nú fer bara framtíðin at vísa um, tað fer gangast líka væl hjá HB, sum tað gjørdi hjá
harðari ferðslu merkja, at børn og ung á veg í skúla og støðugt eru í vanda í tí nógvu ferðsluni. Tað liggur ein sera stór ábyrgd á øllum pørtum í sambandi við ferðslutrygdina hjá børnum og ungum. Skúli og heim [...] at ansa eftir við teir mest vandafult staðsettu skúlarnar ávísar tíðir á degnum. Ein serstakur vandabólkur eru tey, sum nýta súklu. Bert fáar súklubreytir eru í landinum, og hetta er stórt spell. Hetta [...] Fleiri hundrað børn og ung fara út aftur í ferðsluna. Nøkur av hesum fara í skúla fyri fyrstu ferð. Sum øllum kunnugt er ferðslan í Føroyum stór og sera nógvir bilar eru á vegunum. Við skúlaársbyrjan veksur
ferjurnar, sum skulu byggjast, er ein nýggj nólsoyarferja fyri 90 – 100 milliónir, ein nýggj kalsoyarferja fyri 90 – 100 milliónir, ein nýggj skúvoyarferja fyri 45-50 milliónir, umframt ein nýggj ferja [...] Umframt at byggja fýra nýggjar ferjur, skal ein av verandi ferjunum hjá Strandferðsluni eisini byggjast um. Tjóðveldi sigur, at tilsamans er talan um eina verkætlan, sum í mesta lagi skal kosta 330 milliónir [...] Fugloyar fyri 45 – 50 milliónir. Harumframt liggur tað í ætlanini, at Sam skal byggjast um fyri 25 – 30 milliónir, so at hann kann verða tað farmaskipið, sum Strandferðslan manglar til tær smærru oyggjarnar