seg illa Sum vit søgdu í blaðnum týsdagn, so hevur tað ikki gingið nakað serligt hjá FCK, síðani Todi Jónsson varð skaddur. Men tað hevur heldur ikki gingið nakað serligt hjá Real Betis, sum FCK skal spæla [...] Alvarez ella Oli, sum hann verður róptur. Aðrar stórar stjørnur eru nigeriumaðurin Finidi George og Robert Jarni úr Kroatia. Størsti veikleikin hjá Real Betis sunnudagin var verjan, sum so at siga hevði [...] at fylgja við á tveimum sjónvarpsrásum, hvussu tað fer at roynast hjá liðnum hjá Toda Jónsson. TVS, sum er nýggja danska ítróttarásin, sendir beinleiðis allar 90 minuttirnar, og klokkan 21.30 verður 2.
halda tætt. Spælarar vóru sera raskir og eg eri vælnøgdur við tað sum eg sá, segði landsliðsvenjarin, sum fylgir U-landsliðnum sum partur av sínum arbeiðið við A-landsliðnum. Rógvi skoraði Í fyrra hálvleiki [...] var móti Estlandi fyrradagin, og tann seinni verður móti Týsklandi í dag. Dysturin móti Estlandi, sum var spældur týsdagin, endaði við javnleiki 1-1. Úrslitið var gott, men føroysku spælararnir vóru eitt [...] Allan Simonsen, venjari hjá A-landsliðnum, fylgir liðnum í Týsklandi, og hann var væl nøgdur við tað, sum hann sá týsdagin. Dreingirnir vóru óførir, teir stríddust sera væl og spældu eisini væl. Eg haldi
um hetta mál. Meiningarnar um undirsjóvartunnil um Leirvíksfjørð eru ymiskar, og tað eru júst tær, sum liggja til grundarlag fyri kjakinum. Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni vitjan av íslendskum gestunum [...] gestunum, og tað er ikki tilvildarligt hvørjir teir eru. Tað eru Gísli Gíslanson og Gunnar Sigurðsson, sum eru ávíkavist borgarstjóri og formaður í býráðnum á Akranesi. Teir kenna til tunnilsgerðina um Hvalsfjørð [...] siga, at fáa undirsjóvartunnil. Skipa fyri tveimum fundum Í gjárkvøldið var fyrri av tveimum fundum, sum verða meðan íslendararnir eru í Føroyum. Fundurin í gjárkvøldið var fyri innbondum vinnulívsfólki,
Japanararnir, sum fiska tunfisk undir Føroyum, eru sera væl útgjørdir og sera effektivir, sigur Trygvi Kallsoy, sum í nakrar dagar hevur verið við øðrum japanska tunfiskaskipinum, sum roynir í føroyskum [...] minnast til, at her er tað úrtøkan, sum telur, og ikki sum hjá føroyingum, mest bara nøgdin. Hesir fiskarnir viga eini 80 kg í meðal, og fæst tann prísurin fyri teir, sum látið verður at, so er ikki so galið [...] annað enn tað, sum fæst fyri hálvtfjórða kilog av tunfiski við teimum prísum, tosað verður um,« sigur Tryggvi. Og umstøðurnar annars vóru ikki soleiðis, at tað bar til at slappa av. Línan, sum sett varð, rakk
hesar myndir, sigur Finn Ougaard, varafúti. Slíkar myndir kunnu sum onki annað fáa sinnini at kóka hjá fólki. Tað er ikki lukkuligt, sum fólk kunnu øsa seg, um tey í sjónvarpi ella á filmi síggja eina [...] keldan, sum ikki heldur, at vit eiga at bannað slíku feløgum at virka, hóast lóg verður gjørd á økinum. Hvørki fjarskiftisstjórin, Jógvan Thomsen, ella Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sum umsitir [...] Tað er einki, sum forðar føroyingum at síggja pornofilmar í sjónvarpi, um bert teir verða vístir á kaðalsjónvarpi. So greið er niðurstøðan hjá løgfrøðingum, Sosialurin hevur tosað við. Aðrastaðni í blaðnum
Bjørn á Heygum sigur, at eitt tað sum ger, at so tungt er at arbeiða við politikki er, at tað eru so nógvar kreftir, sum ikki vilja broytingar. ? Tey eru so mong, sum vilja hava status quo - tey fáa fyrimunir [...] og fremst Edmund Joensen, men eisini Atli Hansen, sum er formaður floksins á tingi. ? Tað er altíð leiðslan, sum hevur ábyrgdina av, at tingini virka, sum tey skulu. Men vegna tvørrandi samskifti og vantandi [...] eingin loyna, at rættuligt umskifti var í Sambandsflokkinum eftir seinasta val. Menn, sum ikki vóru sambandsmenn, og menn, sum ikki høvdu sínar røtur í flokkinum, vórðu valdir á ting. Við valið í 1990 varð Finnbogi
Bilaframleiðarar leggja seg alt meira eftir at framleiða bilar, sum nýta so lítla orku, sum gjørligt. Í Føroyum hevur innflutningurin av diesel-bilum vundið nógv upp á seg seinastu árini. Hetta er partvís [...] og fleiri dieselmotorar verða framleiddir, og tí verður støðugt roynt at framleiða bensinmotorar, sum í rakstri eru meira orkusparandi, enn dieselmotorarnir. Ein av hesum motorum er tann nýggi hjá Opel [...] meðan Swing-útgávan kostar 118.000 krónur við trimum hurðum. Tann bíligasti Opel Corsa er 1.2 ECO, sum við trimum hurðum kostar 110.000 krónur. Tá hevur hann 45 hk. Opel Corsa fæst í nógvum útgávum: Opel
Landsverkfrøðingurin sett teljarar upp á ávís vegastrekki. Nógv tann mesta ferðslan er á vegastrekkinum, sum er innkoyringin til Havnina. Har teljarin er settur upp á Hvítanesvegin í Havn - við Hoydalsá, har [...] in til Studentaskúlan er, verða í miðal taldir ikki færri enn 5.925 bilar um dagin. Taka vit 1990 sum útgangsstøði, so er talan um ein vøkstur upp á heili 41% - so at siga ein støðugur vøkstur øll árini
lond komin afturat á listan, samstundis sum fólk úr ymsum londum tekna seg sum internet-haldarar, og harvið fáa ein e-mail sendandi, tá blaðið verður dagført. Sum vera man, er tann størsti bólkurin av lesarunum [...] Áhugin fyri Sosialinum á Internetinum bara økist, so hvørt sum tað frættist úti í heimi, at Sosialurin er at síggja á internetinum. Í síðstu viku vístu vit, úr hvørjum londum vit kundu spora lesarar blaðsins
bensini, líka sum vit hava havt kapping um søluna av olju. Kapping er góð, og hon kann bara tæna brúkarunum, tí kappingin hevur við sær, at prísirnir kunnu fara niður, sigur Sjúrður Gorm Petersen, sum heldur [...] munurin er nú á prísinum á teimum báðum bensinsløgunum. Annars verða tað nú fleiri og fleiri bilar, sum brúka diesel í staðin fyri bensin.