Tað er rættiliga dýrt at fiska tunfisk

Tað krevur íløgur fyri fleiri milliónir krónur, um vit ætla okkum at veiða tunfisk í føroyskum øki á sama hátt, sum japansku skipini, sum hava verið her í heyst, sigur ein teirra, sum hevur verið við japanarum

Japanararnir, sum fiska tunfisk undir Føroyum, eru sera væl útgjørdir og sera effektivir, sigur Trygvi Kallsoy, sum í nakrar dagar hevur verið við øðrum japanska tunfiskaskipinum, sum roynir í føroyskum sjógvi.

Og tað krevur rættiliga stórar íløgur, um føroyingar ætla sær at fara undir slíka veiðu, sigur hann. Bæði til reiðskap og til frystiútgerð umborð.

Trygvi Kallsoy av Eiði er nú ikki heilt óvanur við óvanligan fiskiskap kortini. Hann hevur seinastu árini roynt eftir hemara og øðrum hávasløgum við Skútunesi, sum hann eigur.


Ørðvísi umstøður

Men tá ein hevur fingist við slíkan fiskiskap, er áhugavert at kanna, hvussu hesin, fyri okkum, nýggi fiskiskapurin, fer fram.

Trygvi Kallsoy sigur, at hann av berum áhuga bað lova sær við japanska skipinum. Og tað slapp hann.

Hetta lívið var annað enn tað, føroyingar eru vanir við, sigur Tryggvi Kallsoy.

Umstøðurnar hjá manningini vóru slíkar, sum hvørki Óli Jacobsen ella Ingeborg Winther á nakran hátt høvdu góðtikið.

Han vóru flest japanarar við. Men eisini nakrir indonesar. Og teir fingu lítla løn í mun til okkara viðurskifti, sigur Trygvi.

Teir høvdu gjørt tvey - trý ára sáttmála við reiðaríið. Og lønin var 200 $ um mánaðan. Japanararnir fáa kanska tað dupulta.

»Tað er ikki annað enn tað, sum fæst fyri hálvtfjórða kilog av tunfiski við teimum prísum, tosað verður um,« sigur Tryggvi.

Og umstøðurnar annars vóru ikki soleiðis, at tað bar til at slappa av.

Línan, sum sett varð, rakk einar 70 - 75 fjórðingar, og tá farið varð til arbeiðis, var arbeitt við fullari ferð.

Matsteðgur var einki sum æt. Ongar fastar tíðir. Teir runnu inn at fáa sær, onkuntíð tá høvið beyðst. Einar fimm tíggju minuttir, og so útaftur.

Teir ótu heilt nógvan ráan tunfisk, sigur Trygvi Kallsoy.

Eisini ótu teir stoktan høgguslokk og onkrar akvariufiskar við kaldari sós av ymiskum slagi at dyppa í.

Og so rís og tarasúpan. Tað var hvønn dag. Tarasúpan helt hann tað vera, tí har vóru rættilig tarabløð í, greiðir Trygvi Kallsoy frá.

Manningin var øgiliga fitt og fyrikomandi, men eiðasør í enskum máli, sigur Trygvi Kallsoy. Okkurt smávegis portugisiskt. Annars var alt japanskt, og tað var illa skiljandi. Men onkur ev filipinaunum dugdi tó nakað av enskum.


Ójavnur fiskiskapur

Annars letur Trygvi Kallsoy at, at fiskiskapurin er heldur ójavnur hjá tunfiskaskipunum her norðan fyri í løtuni.

Á øllum hesum strekkinum, teir seta, fáa summir úr ongum upp í einar sjey fiskar um dagin.

Teir, sum eru í føroyskum sjógvi, hava verið heldur betri fyri. Men eisini hjá teimum hevur verið ójavnt. Fiskiskapurin er minkandi og væntandi tekur hann seg ikki upp aftur her fyrr enn í august komandi ár, soleiðis, sum fiskurin ferðast.

Trygvi Kallsoy sigur, at besta dagin, hann upplivdi, fingu teir 62 tunfiskar.

Hetta ljóðar ikki av nógvum, at fáa minni enn ein fisk fyri hvønn fjórðing, sett verður. Men so skal minnast til, at her er tað úrtøkan, sum telur, og ikki sum hjá føroyingum, mest bara nøgdin. Hesir fiskarnir viga eini 80 kg í meðal, og fæst tann prísurin fyri teir, sum látið verður at, so er ikki so galið kortini.

Men minnast skal til, at teir, sum við eru, fáa jú at kalla onga løn. Við føroyskum skipum hevði hetta als ikki gingið, heldur Trygvi Kallsoy.

Skipini fingu bara tunfisk. Onkur hendinga bláhávur var uppi í og onkur einstøk lasastyrja, men tað var einki gjørt við.

Flotin er stórur, sum sveimar um Norðuratlantshavið. Teir royna allastaðni úr Meðalhavinum yvir móti Canada, sigur Trygvi Kallsoy.

Teir hava høvuðsstøð í Las Palmas, har teir skifta fólk og landa. Helst til móðurskip, sum so flyta veiðuna heimt il Japan.


Væl útgjørd

Japansku skipini eru rættiliga væl útgjørd, sigur Trygvi Kallsoy. Og tey kosta einar 40 - 50 milliónir hvørt.

Reiðskapurin er nylonlína og -teymar.

Teymarnir eru umleið 50 metrar langir, og er tí sjálvsagt langt í millum teir.

Egnt verður við hond. Hesin báturin, Trygvi var við, egndi bara høgguslokk. Teir søgdu tó, at makrelur eisini var gott tunfiskaagn.

Flotlína er, men teir duga rættiliga væl at fáa línubugtirnar at søkka til júst tað dýpið, har fiskurin ferðast. Okkurt við teldum, heldur Trygvi Kallsoy.

Tryggvi Kallsoy hevur sjálvur fiskað hemara við flotlínu, men hann metir ikki, at tað ber til at brúka tann reiðskapin til hendan fiskiskapin. Her mugu gerast nýggjar íløgur, um farast skal undir tunfiskaveiðu. Skip hansara, Skútunes, sum er gamli Hvítiklettur, hevur amerikanskan tunfiskareiðskap umborð, men hesin, japanararnir brúka, er nógv effektivari, sigur Trygvi Kallsoy.

Og frystilastin er eisini væl útgjørd á japansku skipunum. Teir frysta fiskin niður til 60 stig beinanvegin.

Slíka útgerð hava eingi føroysk skip, sigur Trygvi. Og um slík útgerð fanst umborð, er eingin frystibingja, sum klárar at halda tann kuldan.

Alt í alt er talan um neyðugar íløgur fyri einar tvær milliónir umframt frystarí, sigur Trygvi Kallsoy. Og tíðin, tá fiskað verður á okkara leiðum, er rættiliga stutt. Einar tveir mánaðar, so tað er heldur ivasamt at gera hetta, metir hann. Og hóast tað ljóðar væl frá prísinum, er hann í veruleikanum ikki so øgiliga nógv hægri enn ein góður kalvaprísur kann vera, sigur Trygvi Kallsoy.