næmingarnir úr Kollafirði ikki koma á skúlan í framtíðini. Fyrst og fremst fer tað at merkjast aftur á næmingatalinum. Í hesum árinum eru um 125 næmingar, og næsta ár fara tað at liggja um hundrað, vísa tølini [...] næmingunum Men tað er ikki bara næmingarnir, sum verða færri á skúlanum næstu ár. Flokkarnir verða færri og tískil verður heldur ikki brúk fyri øllum teimum lærarunum, sum eru í dag. Eini fýra færri verða teir [...] hava til vallærugreinar. Spurningurin er, um tað altíð vera nóg nógvir næmingar til hvørja lærugrein, og vit tí kunnu hava ein flokk við tí ávísu vallærugreinuni. Møguleikarnir skerjast hjá næmingunum á hesum
1980-árunum og fyrst í 1990-árunum gjørdi felagið eisini royndir við at ala kalva. Hesar steðgaðu tó fyribils, tá ið felagið fór undir eina verkætlan við toski. Hendan verkætlanin er nú liðug og leiðslan [...] sum ala kalva, og tað átti eisini at borið til hjá okkum. Tá ið kalvaalistøðin í Nesvík stendur liðug um nøkur ár, er ætlanin, at har skulu vera allir møguleikar at strúka, klekja og startfórða kalva [...] Prísurin á kalva liggur í løtuni frá eini 60 upp í 80 krónur. Hann hevur hildið sær á hesi leguni, og tað sær ikki út, sum hann fer at fella nógv í framtíðini. Prísurin er sjálvandi ein fyritreyt fyri
kjøti er vaksandi, og 15 neyt høvdu vit uttan trupulleika klárað at slaktað og selt hvørja viku. ? Vit selja fyrst og fremst til tær stóru heilsølurnar: Miklagarð, Keypsamtøkuna og Kjøthandilin í Klaksvík [...] at vaska og reingera amboðini og hølið, samstundis sum alt verður tikið upp. Eitt nú skulu vembur tømast og innmaturin takast upp. Hinir dagarnar verða mest nýttir at stykkja kjøtið sundur og gera tað [...] sluni, og kósin verður sett móti Hósvík. Síðani 1. januar í 1997 hava fleiri og fleiri føroyskir bóndur vant seg við henda háttin at sleppa av við neytini. Alt stríðið við at slakta, partera og selja kjøtið
val, men umvit fara at brúka grunnin til at egna fyri ávísar floksfelagaðar, vænti eg ikki. Fyrst og fremst fara vit at velja kvalifiserað fólk, sum hava skil fyri bankamálum í grunnin, sigur Anfinnur [...] uppskot um privatisering, sum Fíggingargrunnurin gjørdi í 1995, og sum ársfrágreiðingin í Føroya Banka endurtekur í ár, men tað verður ikki her og nú, sigur løgmaður. Ætlanin er kortini at skipa eina spakuliga [...] orðing um bankan í samgonguni, og tí skal málið viðgerast í Tinganesi, áðrenn nakað verður broytt. Politisk viðgerð vantar Um árslok yvirtekur Landsstýrið Fíggingargrunnin, og tá verður neyðugt hjá Landsstýrinum
Klaksvík, í Havn og í Eysturoynni, sigur Helgi Olsen. ? Flestu húsini, sum vit gera í dag, liggja um 100 - 120 m2. Prísurin á hesum húsunum er millum 600. 000 og 800.000 krónur ? alt eftir sniði, og hvat keyparin [...] undirarbeiðstakarar, sum gera alt el-arbeiðið og hitan og sanitetin. Men tað er kortini ikki bara sethús, sum Norðsetur ger. Onkur smærri virki hevur fyritøkan gjørt, og teir eru júst lidnir við ein 300 m2 stóran [...] føroyska samfelagnum fyrst í nítiárunum, merktust tíðiliga í byggifyritøkuni Norðsetur. Og hvat er et gera, tá ið einki byggiarbeiði er í landinum. Jú, so er at leita hagar, har arbeiðið er. Og tað var júst hetta
ein lítil bólkur av dønum, sum fyrst royndu nýggja kassan. ? Kassin er nakað størri. Benkur eru á hvørjari síðu á kassanum, og ein stong er sett mitt í, so fólk kunnu sita og halda sær í, meðan tey fara teir [...] lættari og tryggari hjá fólki at koma í kassan og úr honum aftaná. Um tung fólk vóru í kassanum, hevði hann hug at botna, men tað ger nýggi kassin ikki. ? Nú er alt í lagi við stronginum, kassanum og atlø [...] m, og eg trúgvi ikki, at tað er neyðugt at gera meir við hetta í mínari livitíð, sigur Birgir. Tilsaman hevur Stakkurin ofrað umleið 30.000 krónur fyri at bøta og betra umstøðurnarm at koma til og frá
kom Allan Joensen inn í álopið hjá KÍ, og Arnold varð settur longur aftur á vøllin. Og fýra minuttir eftir hetta legði HB seg á odda, og tað var fyrst og fremst Jens Erik, sum átti heiðurin fyri tað málið [...] áðrenn tíð. KÍ kláraði at halda HB í 70 minuttir og avreiddi ein nógv betri innsats enn sunnudagin, men tað var kortini ikki nóg mikið, fyrst og fremst tí taktikkurin við eini væl mannaðari miðju, sum [...] vongspælið veruliga at flóta. Hjá KÍ hava bæði Harley Bertholdsen og John Hansen spælt betri dystir enn mikukvøldið, og Arnold Joensen og Marek Wierzbicki komu ongantíð í gongd. Tað skal sigast, at hóast
at drekka Føroya Bjór og ikki Restorff og teir donsku drykkirnar. Í dag hava vit verið í býráðshøllini og hoyrt børn frá 5 ár og upp eftir spæla klaver, orgul og ymiskar floytur og horn. Eg sá at tey flestu [...] flestu børnini vóru nervøs og bangin og tey kiksaðu onkuntíð. Til at vera undir 10 ár var hatta gott spælt. Eg veit, hvussu tað er at spæla til konsert. Og fyrsta konsertin hjá mær og hinum guitarnæmingunum [...] bygdini. Vermóðurin er ógvuliga herkut og ornut, hon er líka sum Mrs. Bucket úr ?Fínt skal tað vera? og Albert og ein annars ungur drongur, sum eisini er sjónmaður og eitur nei tvætl eg minnist ikki, hvussu
lekja skjótari, og eitt serligt slag av greinum, ið tey høvdu brúkt sum tannbust fyrr. Vit royndu tað øll, og fínt riggaði. Síðani gingu vit víðari og komu til eitt annað slag av træi. Og hesi bløðini, segði [...] við lummalyktini, og so hoppa inn undir netið og royna at sovna. Onki lá og goymdi seg í seingini, so Halla legði seg. Eftir at hava ligið still leingi, byrjaði eitt ljóð at skara meira og meira burturúr(tú [...] teir runnu aftur og fram millum pálmatrøðini, og eisini av og á, at teir stóru krabbagoggurnar skiftu goggu. KAVAÐU Í GROTTUM Vallaraheimið vit búðu á, gjørdi onkuntíð ymiskar útferðir, og vit fóru tann eina
1960. So meðan málingafólk, og seinni eisini hoyggingarfólk ynskja sær turt og gott veður, vilja Viggo og onnur um landið, sum arbeiða við vatnveiting, nógv heldur hava avfall og nógv regn. [...] summar hevur skapt trupulleikar. Lendið er soleiðis, at tað savnar ikki so nógv vatn, tá ið turkur er, og tí er vatnið í byrgingini minkað so mikið nógv, at eg síggi nógv á botninum, sum eg ongantíð havi sæð [...] úrslit ? Støðan er soleiðis í løtuni, at vit føða so nógv av Havnini, sum til ber, frá Havnardali, og soleiðis ber til at loysa ein part av trupulleikanum. Havnardalur klárar tó ikki at føða teir hægru