mentanum, og tað er komið fyri, at hon hevur havt løgregluna at verja seg, tí hon er hótt eftir lívinum. Hennara áskoðan er, at nógva staðni eru tey so bangin fyri at vera skuldsett fyri snævurskygni og trongskygni [...] ráðgeving og hjálp, eisini fyri ta kúging teimum er fyri í teirra egnu mentan. Soheila Fors verður mett at vera ein eldsál, og hon ferðast land og ríki runt at halda fyrilestrar fyri politikarum, løgreglufólki [...] fyrilestur. Í Svøríki hevur hon tikið við kristnari trúgv, og hon er landskend í Svøríki fyri arbeiði sítt fyri kvinnur úr triðja heiminum. Í hesum sambandi hevur hon latið tað, tey kalla tehús, upp, har
ikki er loyvt at lata hundin leysan á almennum øki HUFF skipar fyri skeiðum fyri at útbúgva venjarar, sum so skipa fyri lýdniskeiðum fyri hundaeigarum. Sjey fólk hava lokið skeið og eru ?Barn og hund [...] tiltakið, sum bert er fyri rasuhundar. Annars eru øll tiltøk HUFF skipar fyri fyri allar hundaeigarar við hundum av øllum skapum. Felagið fegnast um, at Klaksvíkar kommuna spurdi seg til ráðs hjá teimum [...] skúlar kunnu heita á HUFF um at fáa ein konsulent at vitja og er hetta ókeypis fyri skúlan. Størsta tiltakið, sum HUFF skipar fyri árliga, er Tjóðarframsýningin sum í ár er í august. Her verða rasuhundar mettir
skipað í tveimum ymiskum bólkum ? eitt fyri venjarar, sum eru á skeiði fyri fyrstu ferð, og eitt fyri teir meira royndu venjararnar. Samanlagt hava umleið 50 fólk tekna seg til grundskeiðini, meðan nakað færri [...] Vikuskiftið 11. og 12. oktober verður skipað fyri tveimum dómaraskeiðum, eitt fyri dómarar í meistaradeilini og eitt fyri meiri óroyndar dómarar. skeiðið fyri teir óroyndu dómararnar er við at vera fulltekna [...] 90 luttakarar hava teknað seg til skúla, sum hetta vikuskiftið er fyri gentur og dreingir í aldrinum 12 og 13 ár. Luttakararnir koma at búgva á Venjingarskúlanum, og venjingin sjálv fer fram í høllini
Jeremy Corbyn, leiðari fyri Labour flokkin, klárar seg betri í eini veljarakanning hjá Ipsos MORI enn Theresa May. 44 prosent siga seg vera nøgd við Jeremy Corbyn, meðan 45 prosent siga seg vera ónøgd við hann [...] stuðlarnir hjá henni fækkast alsamt. Ein nýggj veljarakanning, ið stovnurin Ipsos MORI hevur gjørt fyri the Independent, vísir nevniliga, at tað aldrin hevur verið ein forsætismálaráðharri, ið veljararnir
á Landssjúkrahúsinum, fyri at finna eina loysn. - Vit hava eina lítla vón um, at málið verður loyst skjótt, tí leiðslan sigur seg arbeiða við tí, men hædd verður ikki tikið fyri hvussu man skapar besta [...] eru føstum starvi ella eru fastir avloysarar, eru í løtuni langtíðar sjúkrameldaðar ella hava sagt seg úr starvi. Tað upplýsir Rannvá Simonsen, næstforkvinna í Ljóðsmøðrafelag Føroya. - Seytjan ljósmøður [...] teimum seytjan ljósmøðrunum í føstum starvi eru fjúrtan langtíðar sjúkrameldaðar, meðan ein hevur sagt seg úr starvi. Av teimum fýra føstu avloysarunum eru tvær, ið eru langtíðar sjúkrameldaðar, sigur Rannvá
nú teir fyrireika seg til dystin í Fuglafirði, eru teir greiðir yvir, at teir eisini næsta ár skulu spæla í bestu deildini. Harvið skrivar 07 Vestur søgu. Tað er ongantíð komið fyri áður, at 07 Vestur [...] Í hesi løtu fyrireika 07 Vestur spælararnir seg til síðstu avbjóðingina í hesum kappingarárinum. Hon er í Fuglafirði. Tá ið teir fóru úr Vágum, vistu teir ikki, um teir næsta ár skuldu spæla í bestu ella [...] Vestur hevur megnað at sleppa undan niðurflyting, tá ið vesturliðið hevur roynt seg í bestu deildini. Í 07 Vestur hava teir ikki dult, at tað var ógvuliga týdningarmikið, at liðið varðveitti plássið í bestu
hátíðarhald fyrst á Speaker’s Corner á Vaglinum og síðani uttan fyri Ráðhúsið á Vaglinum. Fyrst vóru tað Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og umboð fyri løgtingið, sum tóku ímóti friðarkyndlinum. Kaj Leo Holm [...] Run greiddu frá, hvat rørslan snýr seg um og eitt sindur um stovnaran. Ein skjøldur var handaður løgtingsformanninum, sum greiddi eitt sindur frá, um hvat hetta snýr seg um. Síðani lá leiðin oman í Ráðhúsið [...] . Tað er indiski guru’in og sekt-leiðarin, Sri Chinmoy, sum byrjaði hesa friðarrørsluna. Tað snýr seg um eitt toymi av fólki, sum renna úr stað í stað, úr landi í land, við einum friðarkyndli, til tess
vit kanska standa yvirfyri einum potentiellum villlaksatrupulleika. Tað vísir seg nevniliga, at umtalaða sjúkan breiðir seg skjótt, sigur Martin Dahl, stýrislimur hjá Bærum Frítíðarfiskarum, við NRK. V [...] sjúkur. - Vit hava kannað laksin gjølla fyri kendar, álvarsamar og smittandi sjúkur, men tíbetur eru tekin um, at talan ikki er um hesar sjúkur. Tí kanna vit fiskin nú fyri aðrar hugsandi fiskasjúkur, og hetta [...] Veterinerstovninum, Ole Bendik Dale. Hann vísir á, at kendar sjúkur, sum laksurin tíbetur ikki vísir seg at vera fongdur við, eru eitt nú furunkulosa, ið hevur fráboðanarskyldu, verður sjúkan staðfest í laksi
undan hondbóltskappingini, men hevur fyrireikað seg væl og leingi kortini. Hetta hevur eisini úrslitað í, at nógvir av yngru leikarunum hava tikið seg kropsliga fram í mun til í fjør. Tó er ikki alt gingið [...] Allan Norðberg saknaður, men eisini Joakim Jürs, Jógvan G. Joensen og Borgar Persson hava takkað fyri seg á Strondum Teir, ið skulu fylla plássini eru Mark Dahl, Rani Højgaard, Jóannes Prestá og Teitur [...] at menna yngru spælararnar og gera teir til reiðar til størri avbjóðingar. - Men vit spæla eisini fyri at vinna, og tí ætla vit okkum eitt pláss upp á stigatalvuni, sigur Dia Midjord avgjørdur, og greiðir
viðhvørt, so fer tað at lata seg gera at ala á Sandsvág. - Eg trúgvi, at spurningurin er bara at "knekka kotuna" og finna út av, hvat skal til fyri at hetta skal lata seg gera, sum borgarstjórin í Sands [...] Hóast royndirnar hjá Marine Harvest á Sandsvág fingu enn eitt skot fyri bógvin í ringa veðrinum um vikuskiftið, tá annar aliringurin av tveimum, sum alifyritøkan hevur liggjandi á Sandsvág, boygnaði, hevur [...] hevur borgarstjórin í Sands kommunu, Brandur Sandoy, kortini ikki mist vónirnar um, at tað fer at lata seg gera at ala laks á Sandsvág. - Í løtuni veit eg einki, hvør niðurstøðan verður av tí, sum hendi, men