At tað ikki altíð er vandaleyst at spæla fótbólt, fingu tey, sum vóru í Sumba leygardagin til dystin millum Sumba og HB, sjón fyri søgn. Tað vóru bert spældir eini tíggju minuttir av dystinum, tá ungi [...] rættiliga skjótt. Ivasamt við vøllunum Hendingin í Sumba leygardagin setur enn einaferð spurningar til umstøðurnar kring fótbóltsvøllirnir í Føroyum. Á teimum flestu vøllunum er alt ov stutt millum síðulinjuna [...] eisini í ásetingunum fyri vallirnar, at girðingin rundan um vøllin »skal vera tøtt, úr tilfari sum ikki til ampa fyri leikararnar og áskoðararnar«. Við vøllin á Krossinum í Sumba var eitt hol í girðingini, har
Dagny Joensen Oskar Oskarsson Tað var stórur dagur í Sandoynni herfyri, tá Áargarður og Gerðisgarður fingu gestir. Umleið 85 fólk vórðu boðin at síggja stovnarnar, har borðhald var í báðum støðunum, og nógvar [...] her at arbeiða, og kanska læra okkurt nýtt, sum tey síðani kunnu taka við sær, tá tey aftur fara út til brúkaran. Vit eru sera fegin um tann áhuga, sum bæði tað almenna og ikki minst fólkið í Sandoynni [...] í Sandoynni skal endurskoðast um trý ár, og tá fæst at vita, hvussu henda skipanin virkar, í mun til ta gomlu,sum verður brúkt aðrastaðni í Føroyum.
liðið hevði mist bóltin til hitt, sum so heldur ikki megnaði at fáa nakað nevnivert burtur úr honum. NSÍ var sum heild betra liðið í fyrra hálvleiki, tí teir vóru ágrýtnari og fingu eitt sindur meira burtur [...] undirhaldandi. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og hvørki av liðunum hevði heldur teir stóru møguleikarnir til at gera tey. Meginpartin av teimum fyrstu 45 minuttunum var bólturin úti á miðjum vølli, og sum oftast [...] sást, at TB fór at gera meira við tað. Teir vóru meira ágangandi í verjuspælinum, og av tí sama fingu teir meir at arbeiða við fram eftir vøllinum. Og tá sjey minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki
so nogv kortini. Veðrið var so vælsignað gott í Hvalvík leygardagin og heilt fitt av áskoðarum vóru til kappróður henda dagin. Niðri á bryggjuni stóðu fólk og prátaðu, meðan tey bíðaðu eftir at róðrarnir [...] oddin og har vóru teir verandi. Tað vísti seg verða líkamikið hvat hinir bátarnir gjørdu, tí teir fingu ikki fatur á Junkaranum. Á teimum báðum stevnunum, sum hava verið frammanundan, átti Drekin úr Havn [...] uni váttaðu hesa ábending. Teir tríggir bátarnir í oddinum verða torførir hjá hinum at fáa aftur. Til tað er munurin ov stórur. Í FM-kappingini er støðan nú tann, at Junkarin hevur fult stigatal, 21. Drekin
Bert fimm bátar høvdu meldað til róðurin hjá 6-mannaførum við kvinnum. Páll Fangi og Strálan vóru ikki við leygardagin, men tað eru bátar, sum liggja í tyngra endanum, so tað broytti einki um kappingina [...] hava, sum rímiligt er, vant dúgliga fram ímóti teirra egnu stevnu. Tær skuldu í hvussu er gera sítt til, at spenningur var um hvør fór at vinna 6-mannafarsróðurin hjá kvinnum. Jarnbardur legði hart út. So [...] skjótt og brátt, sum startdómarin hevði sent bátarnar avstað, løgdu havnakvinnur seg í oddin. Tær fingu ein góðan start, meðan Hvessingur lat bíða eftir sær. Hinvegin var Lómur av Argjum væl við í kappingini
eitt fjórðapláss í Sundalagnum, so misti hann eisini oddasessin í stigatalvuni til Miðving. Tað máttu annars tveir startar til, fyri at fáa áttamannaførini á mál. Dómarin hevði ikki meiri enn sent bátarnar [...] teir rýma undan. Kvívíkingur og Knørrur, kunnu eisini gera um seg, men tað sær út til at teir mangla tað allarsíðsta til at gerast allarfremstir. Støðan í FM-kappingini er nú tann, at Miðvingur hevur 16 [...] bátar róðu saman. Um tað vóru Knørrur og Ørvur er ikki vist, men tað kann hugsast, tí hesir bátarnir fingu eisini hvør sítt gula kort leygardagin. Annars skikkaði róðurin seg so, at Miðvingur fekk ein sera
kkurin hevur seinastu 4 árini víst, at tað ber til at stýra hesum landi skilagott, soleiðis at tað gerst betri hjá føroyinginum at liva í Føroyum. Fingu vit ikki fleiri skattalættar? Var ikki sjómansskatturin [...] eitt stórt spott, nevniliga artikel 9 stóð í avtaluni. Har verður nevnt, at føroyingar skulu niður til Danmarkar at samráðast um hvussu vit í Føroyum skulu fáa hetta samfelag at gerast »økonomiskt selvbærende« [...] uppá uttanlandaskuld seinasta 4 ára skeiðið umframt. Nú Sambandsflokkurin legði frá sær stendur væl til fíggjarliga. Hava vit ikki hoyrt Landsbankastjóran nú landsbankin var 10 ár upplýsa, at føroyski búskapurin
somu støðu, sum í flest øllum øðrum ítróttarfeløgunum: Ein stórur partur av arbeiðnum fer til at útvega pengar til rakstur. Dag og dagliga eru bingolýsingar at hoyra og at síggja frá ymsum feløgum og lu [...] bingu o.ø, skulu m.a. brúkast til nýggjan venjara. Petur Heðin á Fløtti, sum hevur verið venjari, fór 1. mars, tí hann skuldi á politiskúla. Síðani var Hjalmar Joensen venjari til 1. juni. Men nú í august fáa [...] heilan bil Í hesum døgum er Tvøroyrar Svimjifelag farið undir undir eitt stórt tiltak at savna pening til felagið. Men tey hava sett heldur meiri í veð, enn vanligt er. Tey, sum keypa lutaseðlar frá svimjifelagnum
dagarnar hevur eitt ávíst kjak stungið seg upp um, hvat pláss er best egnað til oljuhavn- og, hvat er ikki. Vit hava lagt merki til, at eitt oljufelag hevur sagt, at Drelnes er besta plássið at gera oljuhavn [...] annað oljufelag høvdið fram og kunngjørdi fyri øllum Føroya fólki, at Sund er besta stað í landinum til endamálið. Eitt er, hvat útrokningar vísa á einum pappíri og eitt annað er, hvussu Sund og Drelnes [...] frætti, at ætlanin var at gera oljuhavn inni á Sundi. Hann sigur bart út, at Sund er púra óbrúkilig til oljuhavn. Brimpláss burturav Erland Jacobsen sigur, at Sund er brimplás burturav. Tað er gamalt,
gerandisdegnum hjá teimum gomlu í veruleikanum fór bara til at útvega sær tað allarmest neyðuga til lívsins uppihald. Men í summar ber til at fara niðan til Hoyvíkar tvær ferðir um vikuna, at fáa eina hóming [...] felagið, sum í felag hava tikið stig til at gera eitt livandi fornminnissavn í Hoyvík. Tað er gamli Hoyvíksgarðurin, sum er tikin í brúk til endamálið. Har ber til hjá ferðafólki, og føroyingum, at fara [...] Gerandisdagurin hjá tí gamla føroyinginum var merktur av stríði og strevi. Hvør dagur mátti brúkast til fulnar, skuldu teir gomlu yvirliva. Ikki minst var tað drúgført arbeiði at útvega sær klæðir uppá kroppin